mánadagur 27. august 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 27. august 2007
2 Lýsingar
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum søkir við hesum eftir einum
løgfrøðingi og einum búskaparfrøðingi at byrja sum skjótast.
Uppgávan hjá Kappingarráðnum er at umsita løgtingslóg
nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, og frá 1. januar 2008
nýggju kappingarlógina: nr. 35 frá 3. mai 2007. Lógin hevur
til endamáls, við virknari kapping, at fremja eina fulldygga
samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
Við nýggju kappingarlógini fær føroyskt vinnulív somu
karmar sum vinnan í grannalondunum. Hetta merkir, at fyrsta
uppgávan hjá nýggju fulltrúunum verður at fyrireika vinnuna til
hesar stóru broytingar.
Búskaparfrøðingurin
Arbeiðið hjá búskaparfrøðinginum fevnur í høvuðsheitum um:
· at fyrireika mál til kappingarráðið
· at gera kanningar um kappingarviðurskifti
· at menna eftirlitsvirksemi
· at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
· at tilevna reglugerðir og mannagongdir
· at menna búskaparfrøðiliga førleikan á
kappingarlógarøkinum
Løgfrøðingurin
Arbeiðið hjá løgfrøðinginum fevnur í høvuðsheitum um:
· at fyrireika mál til kappingarráðið
· at gera kanningar um kappingarviðurskifti
· at menna eftirlitsvirksemi
· at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
· at tilevna reglugerðir og mannagongdir
· at menna løgfrøðiliga førleikan á kappingarlógarøkinum
Førleikar
Vit vænta at tú hevur:
· viðkomandi samfelagsvísindaliga útbúgving frá hægri
lærustovni. T.d. cand.jur, cand.merc.jur, cand.scient.pol,
cand.oecon.
· góð analýtisk evni
· royndir innan privata ella almenna fyrisiting
Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og hava
hegni til at samstarva og at arbeiða undir trýsti.
Harumframt kunnu verða líknandi uppgávur at loysa fyri Post-
& Fjarskiftiseftirlitið, Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya.
Skrivstovan hjá Kappingarráðnum bjóðar
Eitt sera fjølltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi
uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi,
umframt møguleika fyri nógvum samskifti við norðurlendskar
kappingarmyndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum.
Vit kunnu bjóða góðar skeiðs- og eftirútbúgvingar-møguleikar,
og luttøku á ráðstevnum innan kappingarlógarøkið.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við búðskapar-
og lógfrøðingafelagið. Setanin umfatar Vinnumálastýrið og
stovnar undir tí, umframt løgmansskrivstovuna og onnur
aðalstýri.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum ummælum,
skulu sendast til:
Kappingarráðið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann
31. august 2007 kl. 12.00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Terja
Sigurðsson, deildarleiðara tlf. 35 60 41 ella Jógvan Thomsen,
stjóra tlf. 35 60 21.
Løgfrøðingur og Búskaparfrøðingur til
skrivstovuna hjá Kappingarráðnum
Skálatrøð 20 · Postboks 73 · F0-110 Tórshavn · Føroyar · Tel +(298) 35 60 40 · Fax +(298) 35 60 55 · kapping@kapping.fo · www.kapping.fo