Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 27. august 2007 tíðindi TÚ TÚ & EG RÁÐGEVINGIN SØKIR EFTIR SJÁLVBODNUM RÁÐGEVUM. Ert tú námsfrøðingur, lærari, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, sálarfrøðingur, ella hevur tú royndir í at tosa við børn og ung, ið hava trupulleikar ella tørv á at tosa við ein vaksnan, so er tað tær vit leita eftir. TÚ & EG ráðgevingin hevur tørv á ráðgevum, sum antin kunnu taka vaktir á ráðgevingini í Tórshavn ella svara brøvum heimanifrá um– vegis netið. VIT VÆNTA, AT TÚ: DUGIR VÆL AT LURTA OG AT SETA TEG Í STØÐUNA HJÁ ØÐRUM DUGIR VÆL AT SAMSKIFTA HEVUR TELDUKUNNLEIKA EVNAR AT ARBEIÐA SJÁLVSTØÐUGT YNSKIR STØÐUGA, FAKLIGA MENNING KANST TAKA 2–3 VAKTIR (Á 4 TÍMAR) UM MÁNAÐIN ELLA SVARA EINUM ÁVÍSUM TALI AV BRØVUM HVØNN MÁNAÐ HETTA BJÓÐA VIT TÆR: SKEIÐ Í RÁÐGEVING ÁÐRENN BYRJAN FRAMHALDANDI SKEIÐ OG UNDIRVÍSING SUPERVISJÓN FAKLIGT TILFAR Ljóðar hetta sum ein spennandi avbjóðing fyri teg, so send umsókn og CV saman við viðkomandi skjølum til: vit@eg.fo ella Barnabati, Postboks 74, 110 Tórshavn, viðmerkt „Tú og eg ráðgevingin.“ Umsóknarfreistin er 1. september 2007. Revsiváttan skal vísast við setan. Meiri fæst at vita við at venda sær til: vit@eg.fo ella á tlf. 596705. TÚ & EG ráðgevingin er ein anonym ráðgeving ætlað børnum og ungum, sum hava tørv á at tosa við ein vaksnan um ymisk viðurskifti. Ráðgevingin fer fram umvegis telefon, kjatt og brævkassa. Ráðgevingin hevur opið 2 dagar um vikuna frá kl. 14–22, og á ráðgevingini starvast 18 ráðgevarar og 1 samskipari. TÚ & EG ráðgevingin er partur av verkætlanini „Tú hevur rætt,“ ið virkar út frá Barnabata, og sum hevur til endamáls at varpa ljós á rættindini hjá børnum og ungum. R E P R O Z Í góðveðrinum í morgun fann Norröna eina grind miðskeiðis millum Borðina og Kirkjubønes Grindadráp Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Á veg úr Hanstholm móti Havnini fann manningin á Norrönu eina grind millum Borðina og Kirkjubønes. Hetta var klokkan 05.40 í morgun. Tá so mikið av báti var komin út, varð grindin rikin móti Havnini, men bíðað varð við at fara heilt inn móti Sandágerði, til fleiri bátar vóru komnir at luttaka í rakstrinum. Tá so tíðindini komu í útvarpið og á Portalin, var skjótt at nógvur bátur stevndi út móti grindini, sum var hildin til um átta- tíðina. Í skrivandi løtu verður mett av Politistøðini og hjá kommununi, at grindin liggur millum 180 og 200 hvalir. Sýslumaðurin hevði tá ikki gjørt av, um grindin bert skuldi skiftast til dráps- partar, ella um nakað eisini skuldi til heimapartar. Vanliga eru einir 1400 drápspartar, men av tí at grindin varð funnin so tíðliga, er talið nakað minni, sigur Jens Marius Poulsen, kommunustjóri. Hann upp- lýsir, at tað vóru eini 600 luttakarar á sandinum og nakað tað sama í báti. Sostatt er talan um einar 1200 drápspartar. Grind í Havn Grindin varð hildin til um áttatíðina í morgun, og tað tók á leið ein hálvan tíma at fáa lívið av teimum 180 til 200 hvalunum