mánadagur 27. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 27. august 2007
35
Stutt Sagt
Bumba
sivilfólk
Fólk í einum býi í
afghanska
Helmand-
landspartinum vilja vera
við, at bumbuflogfør hjá
teimum útlendsku her-
deildunum bumbaðu mál
í býnum leygardagin, og at
nógv sivilfólk, teirra mill-
um fleiri børn, lótu lív.
Amerikanska herleiðslan
í Afghanistan váttaði í
gjár, at samanbrestir gøvdu
verið við býin Musa Qala,
men avsannaði, at bumbu-
flogfør høvdu verið á flogi
við býin. Afghanskar keld-
ur søgdu, at umleið 60
sivilfólk høvdu latið lív
í álopinum hjá teimum
útlendsku herdeildunum,
og at nógv hús eru oyði-
løgd.
Demokratisk
revsing
Í USA hevur leiðslan í
demokratiska flokkinum
gjørt av, at valfelagið í
statinum Florida fær onga
ávirkan á, hvør verður
valevni hjá flokkinum á
forsetavalinum næsta ár.
Orsøkin er, at valfelagið í
Florida hevði gjørt av at
flyta sín uppstillingardag,
soleiðis at Florida skuldi
verða ein av teimum
fyrstu statunum til at taka
støðu til, hvønn flokkurin
skal stilla upp næsta ár.
Men floksleiðslan sigur,
at flokkurin fer at varð-
veita ta gomlu siðvenjuna
við at lata teir smáu stat-
irnar taka støðu fyrst.
Avgerðin skal helst forða
fyri, at aðrir stórir statir
fáa sama hugskot sum
Florida.
Duga illa
danskt
Børn hjá innflytarum
tykjast hava stórar trupul-
leikar við at læra seg at
tosa danskt, og tað tykist
heldur ikki gera mun,
at kommunurnar bjóða
foreldrunum at senda
børnini á serlig málskeið.
Eitt nú vísir ein kanning
í Århus, at 69 prosent av
innflytarabørnunum hava
brúk fyri hjálp at læra
seg danskt. Í fjør vísti ein
tilsvanandi kanning, at 62
prosent høvdu brúk fyri
hjálp.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit hava gjørt stór framstig og hava tikið tíggju fólk í
sambandi við morðið á Onnu Politkovskaja
(russiskur ákæri).
útlond
Tað eydnaðist um
vikuskiftið griksku
sløkkiliðunum
at forða fyri, at
skógareldarnir
skuldu breiða seg
til fornaldarstaðin
Olympia
Væl mannað sløkkilið við
flogførum og tyrlum royna
at basa skógareldunum á
Peloponnes og aðrastaðni í
Grikkalandi, men uppgávan
tykist
næstan
óloysilig,
skrivar Reuters úr Athen.
Higartil hava minst 61 fólk
latið lív í teimum ógvusligu
eldunum, sum nú herja
næstan helmingin av øllum
landinum.
Um vikuskiftið var um
reppi,
at
skógareldarnir
breiddu seg til søguliga
staðið Olympia, men tað
eydnaðist sløkkiliðunum at
forða tí í síðstu løtu. Tað
var í Olympia, at teir fyrstu
olympisku leikirnir vóru í
árinum 776 fyri okkara
tíðarrokning, og tað er har,
tann olympiski kyndilin
verður kveiktur annaðhvørt
ár undan teimum olympisku
summar- og vetrarleikun-
um.
Griksku myndugleikarnir
hava illgruna um, at fleiri
av skógareldunum kunnu
vera ásettir, og borgarstjórin
í Athen hevur sagt, at talan
kann vera um yvirgang.
Leygardeagin varð ein 65
ára gamal maður tikin og
skuldsettur fyri at hava sett
eld á nærhendis býnum
Areopolis, og minst tíggju
onnur fólk hava verið til
avhoyringar.
Myndugleikarnir
hava
lýst undantaksstøðu, og 40
bygdir liggja oydnar, tí alt
fólkið er flutt burtur haðani.
Umleið 1.000 sløkkiliðs-
menn, 425 hermenn og 16
flogfør umframt fleiri tyrlur
royna at basa eldunum.
Onnur evropeisk lond hava
sent 13 flogfør og tyrlur at
hjálpa griksku sløkkiliðun-
um.
Danskir løgreglu
menn halda seg fáa
ov lítið í løn, og tí
umhugsa nógvir
teirra at fáa sær annað
arbeiði. Fleiri hava
longu gjørt tað
Brian Falk ein av løgreglu-
monnunum,
sum
hevur
fingið sær annað arbeiði. Í
tíggju ár var hann løgreglu-
maður, men í dag arbeiðir
hann sum trygdarmaður hjá
einum flutningsfelagi í Kol-
ding. Tað hevur havt stóra
týdning. Hann fær umleið
50 prosent meiri í løn, enn
hann fekk í løgregluni, og
arbeiðstíðin er munandi
betri, skrivar Ritzau.
Formaðurin í danska løg-
reglumannafelagnum, Peter
Ibsen, sigur við danska
útvarpið, at hann hevur
fingið teldubræv frá umleið
2.000
løgreglumonnum,
sum umhugsa at siga upp
og at fáa sær annað arbeiði.
Vansarnir eru vorðnir ov
mangir og lønin ov lítil, sig-
ur hann og vísir á, at byrjan-
arlønin hjá einum ungum
løgreglumanni er 21.000
krónur um mánaðin, og tá
arbeiðir hann partvíst um
náttina og í vikuskiftunum.
Sambært Peter Ibsen hava
løgreglumenn ikki torført
við at fáa annað arbeiði, og
tað eru serliga fyritøkur
innan trygging og trygd,
sum vilja hava løgreglumenn
í arbeiði, sigur hann.
Olympia slapp undan eldhavinum
Um vikuskiftið hótti skógareldurin hótti við at breiða seg til søguliga staðið Olympia, men tað eydnaðist at forða tí
2000 løgreglumenn umhugsa at siga upp
Betri løn og betri arbeiðstíðir fáa danskar løgreglumenn til at leita sær annað arbeiði