mánadagur 27. august 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 27. august 2007
41
tíðindi
Klokkan eitt sunnu
náttina loyptu nøk
ur øgilig buldur í
Havnini hvøkk á fólk.
Ttað var Eik Banki,
sum helt 175 ára
føðingardag
Fýrverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var ikki sørt, at ótti
kom á nógv havnarfólk
sunnunáttina. Klokkan út
ímóti
eitt
sunnunáttina
hoyrdust brádliga nakrir
hvallir brestir, sum vóru so
harðir, at tað setti í húsum
langt burturi og lýsti stóran
part av býnum upp. Tað
sóust eisini rakettir og
annað fýrverk, men serliga
buldrini loyptu hvøkk á
fólk.
Nógv fólk vórðu ørkyml
að og stúrdu fyri, hvat var á
vási og tað hoyrdi løgreglan
í Havn fyri bæði sunnunátt
ina og sunnumorgunin, tí
fólk hava ringt á støðina at
klaga og spyrja, hvat var á
vádi
Men støðan var ikki so
hættislig kortini, tí tað var
bara Eik Banki, sum helt
175 ára føðingardag við
veitslu og fýrverki.
Løgreglan visti av, at fýr
verkið skuldi vera, men
hildið verður kortini, at tað
var nakað seint á kvøldi, at
tað var skotið, tí klokkan
gekk til eitt og hildið verður
ikki, at tað er rætt at hava
so ógvusligt fýrverk eftir
vanliga songartíð.
Marner Jacobsen, stjóri í
Eik, hevur onga serliga
viðmerking til málið, men
hann sigur, at øll loyvi vóru
í lagi.
Í sambandi við 175 ára
føðingardagin,
helt
Eik
stóra
føðingardagsveitslu
við 800 gestum, bæði hið
ani og uttanlands.
Fáa forvitnisliga
vitjan úr Ísrael
Í næstu viku fáa ísraelsvinir í Føroyum
forvitnisliga vitjan heilt úr Ísrael og í tí
sambandi verða fyrilestrar um alt landið
vitjan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er leiðarin í norður
lendsku sjómannakirkj
uni í Haifa, Gro Wenske,
sum kemur til Føroya at
greiða frá um Ísrael,
jødarnar og um støðuna
í landinum nú, siga
Ísraelsfelagi og felagið,
Vinir Ísraels, í tíðinda
skrivi í dag.
Gudfrøðingurin, Gro
Wenske, er norsk og
hevur búð í Ísrael í 40
ár. Hon hevur altíð havt
stóran áhuga fyri landinum og fólkinum har. Hon hevur
ferðast nógvastaðni kring heimin og hildið fyrilestrar
um Ísrael og Miðeystur, siga tey bæði feløgini.
Hon er eisini blaðstjóri á ”Israels Røst” sum roynir at
greiða frá um Bíbliuna og Ísrael og virkar fyri góðum
samskifti millum jødar og kristin.
Gro Wenske fer at halda hesar fyrilestrar kring landið
næsta vikuskiftið: Hóskvøldið klokkan 20.00 verður
hon í Filadelfia í Gøtu, fríggjakvøldið klokkan 20.00
verður hon í Libanon í Sørvági, leygarkvøldið klokkan
20.00 verður fyrilestur í Ósáskúlanum í Klakvík, sunnu
dagin klokkan 15.00 verður hon at hoyra í Skúlahøllini
í Trongisvági og sama sunnukvøld klokkan 20.00 verð
ur hon í Skúlanum á Trøðni í Havn.
Høvuðsevnini á fyrilestrunum er ”Ísrael og Jesus
hoyra saman” og ”Ísrael í kreppu” og Aftaná fyrilestrar
nar verður høvi at seta henni spurningar afturvið einum
drekkamunni.
Gro Wenske fer at greiða
føroyingum frá um Ísrael,
jødar og um støðuna í Ísrael
sum heild
Klokkan eitt sunnunáttina loyptu nakrir hvøllir brestir hvøkk á havnarfólk
Loyptu ótta á fólk
við buldri og braki
Í dag er Jóannes
Eidesgaard, løgmaðr,
á almenna vitjan
á Álandi. Eitt av
endamálinum hjá
løgmanni við ferðini
er at kunna seg
um álendska ES
limaskapin
ÁLanDSFerÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag eru løgmaður Jóannes
Eidesgaard og konan Anita
á almenna vitjan á Álandi.
Hetta er fyrstu ferð, at
Jóannes Eidesgaard vitjar
Áland.
Tað er eftir innbjóðing
frá álendska starvsfelaga
sínum, landtråd Roger Nord
lund, sum var í Føroyum í
1998. Hann hevur boðið
løgmanni á vitjan.
Á skránni fyri vitjanina
er fundur við stjórnina, og
heilsað verður upp á løg
tingsformannin. Áland er
gomul sjóvinnutjóð. Í tí
søguliga
partinum
av
vitjanini verður stokkið inn
á gólvið í sjóvinnusavninum
og savnseglskipinum Pomm
ern, sum er eitt av teimum
fáu stórseglskipunum av
sínum slag, sum eru varð
veitt í heiminum. Harum
framt
verður
vitjað
í
Kastelholm slotti, sum lut
víst er uppafturbygt og
lutvíst er toft. Eisini verður
farið út í skergarðin, har
løgmaður fer á flot.
Í tí vinnuliga partinum
verður vitjað í eini súrepla
plantasju, á einum eplavirki,
sum ger kips, kunnað verð
ur um ferðavinnu á eini
golfmatstovu,
og
vitjað
verður í einum víngarði,
sum ger súreplavín.
Áland
verður
kallað
friðaroyggjarnar. Tað er ein
asta sjálvstýrandi landøki í
Europa, sum er hernaðarfrítt
og neutralt sambært mill
umtjóða sáttmála.
Á skránni eru fleiri fundir
og vitjanir, men løgmaður
ætlar at leggja dent á at
frætta um álendska ES
limaskapin. Áland er limur
í ES sum partur av finska
ríkinum, eins og Føroyar
høvdu verið tað sum partur
av danska ríkinum, um før
oyingar høvdu valt ES
limaskap.
Eg havi skilt, at tað er
ein ávís ónøgd á Álandi um
ESlimaskapin, tí landið
hevur avgjørt onga ávirkan
á tað, sum hendir í ES, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Áland hevur stórar inn
tøkur av ferðavinnu, og tað
ynskir løgmaður eisini at
kunna seg um.
Ferðin hjá løgmanni og
frú á Álandi endar miku
dagin.
Løgmaður til Álands at kunna seg um ES-limaskap
Áland hevur stórar inn
tøkur av ferðavinnu, og tað
ynskir løgmaður eisini at
kunna seg um