týsdagur 28. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 165 - 28. august 2007
tíðindi
Framtíðin hjá Svínoy
stendur fyri stórum
avbjóðingum í
framtíðini. - Bygdin
er við at minka
burtur í einki, og
koma vit ikki saman
við eini størri eind, -
ja, so fer alt fyri bakka
hjá okkum, sigur
svínoyingurin, Regin
Justinussen
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Svínoy: Ongar prangandi
valplakatir eru at síggja í
bygdini í sambandi við
fólkaatkvøðuna seinnapart
in. Eingin áheitan um at
atkvøða fyri ella ímóti
samanleggingini.
Friður
valdar
millum
húsini og fólk lata ikki
stórvegis við seg koma,
hóast valhølið fer at lata
upp um eina lítla løtu: Ein
rokast innanveggja hóast
góðveður er. Ein annar er í
hoyna. Nakrir mans hjá
Landsverki eru at komnir at
hyggja eftir einum vega
strekki, sum skal gerast og
einasti handilin í bygdini er
eisini opin.
Hetta hendir, hóast henda
atkvøðugreiðslan
fer
at
hava stóran týdning fyri
framtíðina hjá hesi lítlu
kommununi
í
Norð
oyggjum.
Bygdarfólkið man longu
hava
gjørt
sær
sínar
hugsanir um hetta, men tað
er ikki alt sum ein skal tosa
so hart um ella fortelja
einum og hvørjum.
Atkvøðugreiðslan er jú
loynilig. Lítil ivi man
kortini vera um, at nú ið
samanhaldið skal standa
sína roynd, duga fólk helst
at síggja, hvat rættast er at
gera.
Tað kann vera, at hjartað
sigur eitt, men at heilin
sigur nakað annað. Tað eru
jú
altíð
kenslur
og
lokalpolitikkur við í slíkum
máli.
Eg vænti, at tað verður
ein greiður meiriluti fyri
samanleggingini,
sigur
Regin
í
samrøðu
við
Sosialin.
Megna einki
einsamøll
Fyri Regin hevur eingin ivi
verið um, hvat rættast er at
gera viðvíkjandi framtíðini
hjá heimbygd hansara.
Samstarvsavtala
er
longu gjørd við ta størru
kommununa í Klaksvík,
og eftir henni verða tær
báðar lagdar saman eftir
komandi kommunuval.
Fyri mong fólk í Svínoy
íroknað Regin sjálvan er
hetta
samstarvið
helst
einasti rætti vegurin at
ganga.
Tað var tí rættiliga einfalt
hjá honum at skula seta
krossin í tann ávísa puntin
á atkvøðuseðlinum, tá val
hølið fóru at lata upp.
Tað er í veruleikanum
einki val hjá okkum her úti.
Vit eru so fá í tali, at vit
megna einki einsamøll.
So eg fari avgjørt at
atkvøða ja, sigur Regin,
sum hevur Strandferðsluna
og IRF um hendi í bygdini.
Samanlegging
er best
Regin hevur áður havt við
kommunalið at gera, men sit
ur ikki í verandi bygdarráði.
Hann hevur tí heldur ikki
verið við í arbeiðinum at
gera avtaluna við Klaksvík.
Men hann dugir væl at
síggja, at hetta verður til
stóran fyrimun fyri Svínoy,
ikki minst nú, ið alt størri
og størri uppgávur eru og
verða lagdar út til komm
unurnar at umsita.
Her hjá okkum er øðr
vísi. Her er so lítið fólk
eftir, og her er heldur ikki
fólk til nakra umsiting.
Allar umstøður tala tí
fyri, at ein samanlegging
verður betri fyri okkum,
slær hann fast.
Og Regin heldur fram:
Vit er so fá fólk her úti,
bert eini 8 til 10 fólk um
veturin.
Við
so
fáum
fólkum, er ikki lætt at skapa
nakran trivnað.
Tá eingi børn eru heldur,
verður tað eyka tungt hjá
teimum sum eru her, sigur
Regin.
Øðrvísi í 1987
Tá talan hevur verið um
samanlegging av øðrum
kommunum
hevur
tann
fíggjarligi
karmurin
hjá
teirri einstøku kommununi
verði havdur á lofti.
Summar kommunur hava
ikki havt nakra skuld og
hava haraftrat átt pening á
bók, og hava tí ikki verið so
sinnaðar at leggja saman
við
aðrari
kommunu
soleiðis beinanvegin.
Hóast Svínoyar kommuna
er lítil, stendur ikki so illa til
fíggjarliga her: Kommunu
skuldin er at kalla eingin.
Hetta kann kortini ikki
vika tann veruleika, at stór
krøv verða sett teimum
føroysku
kommununum.
Spurningurin er um ein slík
kommuna við einans 44
íbúgvum megnar at liva
upp til hesi ynski og krøv.
Var tað fyri eini 20 árum
síðani, hevði so mangt
verið øðrvísi. Í dag hava vit
einki val, tí mugu vit bara
siga ja til samanleggingina,
sigur Regin.
Einføld avgerð til eitt stó
Tað er heilt sikkurt, at verður ikki
okkurt gjørt fyri samferðsluna, so er
eingin framtíð fyri bygdina
(Regin Justinussen í Svínoy)
”
Másin er góður til sítt brúk, men er als ikki hóskandi til dagin í dag, halda svínoyingar. Í góðveðrinum mánamorgunin komu bæði farmur og fólk upp á land
Mynd: Høgni Thomsen
- Uttan størri eindir, doyr Svínoy út, staðfest R
ja fyri samanlegging við Klaksvík
Vit er so fá fólk her úti, bert eini 8 til 10
fólk um veturin. Við so fáum fólkum, er
ikki lætt at skapa nakran trivnað
(Regin Justinussen í Svínoy)
”
SO280807xx.indd 16
28-08-2007 12.19.47