týsdagur 28. august 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 165 - 28. august 2007
Leygarkvøldið
20. oktober verða
tvær konsertir í
Norðurlandahúsinum,
har Stig Rossen
og Tamra Rosanes
koma at hava hvør
sína konsert. Talan
verður um tvær solo-
konsertir, men hava
bæði Stig Rossen
og Tamra Rosanes
tónleikarar við sær.
TÓNLEIKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stig Rossen telist millum teir
stóru heimskendu donsku
sangararnir, sum í meiri enn
25 ár hevur framført kring
heimin innan nógv ymisk
tónleikasløg. Stig Rossen
trein á heimspallin í 1990, tá
hann varð valdur at spæla
høvuðsleiklutin,
Jean
Valjean, í musikalinum Les
Miserables, sum varð fram
førdur hundraðtals ferðir í 10
ymiskum londum.
Stig
Rossen
hevur
umframt
musikalheimin
eisini verið rundanum rock,
popp og opera, og er ikki
minst kendur fyri sínar fram
úrskarandi jólakonsertir, sum
hvørt ár draga í túsundavís
av áhoyrarum runt Danmark.
Stig Rossen hevur eisini lagt
rødd til fleiri av Disney tekni
filmunum og hevur sungið
donsku útgávurnar av fleiri
kendum Disney filmum. Stig
Rossen hevur eisini spælt inn
duettir við millum øðrum
Nana Mouskouri og Grethe
Ingmann.
Stig Rossen hevur givið út
eina langa røð av plátum og
fløgum, t.d. „Starry Starry
Nights“, „The Impossible
Dream“, „Live In Concert“,
„Letters Of Love“, ”Julelys”,
”Stories”, “Love Changes
Everything”, “This Is The
Moment” og “Når du ser et
stjerneskud”.
Áðrenn ferðina til Føroy
ar skal Stig Rossen saman
við øðrum donskum stjørn
um framføra á eini gallakon
sert í Tivoli, til frama fyri
Dansk Folkehjælp. Og eftir
vitjanina í Føroyum byrja tær
árligu jólakonsertirnar, sum
eru kring Danmark í nov
ember og desember mánað.
Um Tamra Rosanes
Tamra Rosanes er í øllum
Evropa kend sum tann
ókrúnaða danska country
drotningin. Tamra Rosanes
er fødd í USA, har hon
eisini vaks upp. Tamra hev
ur tó búð í Danmark í nógv
ár, og hevur hevur havt eina
framúrskarandi
karrieru,
bæði sum sangari og sang
skrivari.
Tamra Rosanes byrjaði
sína professionellu lívsleið
í 1972 og hevur síðan hetta
spælt inn eina langa røð av
plátum, bæði í USA og í
Danmark. Eftir at hava
sungið kór á fleiri enn 500
útgávum í Danmark, fekk
hon sjálv gjøgnumbrot í
1991 við countryútgávuni
“Gentle Fire”. Eftir hetta
eru komnar fleiri útgávur:
“Good Times”, “Footloose”,
“Country Roots”, “With
Strings”,
“Pleasure
&
Pain”, “Like I Like It”,
“Country Party”, “Cowgirl
In Love”, “Over the Ocean”,
og “LineDANCEparty”.
Í 2001 stóð Tamra Rosa
nes aftanfyri supertrio’ina
“Cowgirls” við Sanne Salo
monsen og Lis Sørensen,
sum góvu út “Girls Nigth
Out” og “Country Party”,
har countryklassikarar sum
Let Your Love Flow, Nine to
Five, Jambalaya og Rose
Garden eisini eru at finna.
Tamra
Rosanes
telist
millum
teir
virknastu
donsku sangskrivararnir og
er eisini ein av teimum allar
best dámdu donsku konsert
artistunum. Hvørt ár er hon
at finna á palli á teimum
flest donsku summarfesti
valunum, og í heyst gongur
leiðin so til Føroyar.
Atgongumerkjasølan til
konsertirnar báðar byrjar í
næstum. Meiri verður lýst
um hvar og hvussu ein kann
ogna sær eitt atgongumerkið
til konsertina við Stig Ros
sen og konsertina við Tamra
Rosanes. Konsertirnar verða
í Norðurlandahúsinum leyg
arkvøldið 20. oktober.
Rossen og Rosanes til Føroya
Stig Rossen
Tamra Rosanes
Nakrir hundrað litrar
av olju eru liknir út
í Eiðisá í Norðagøtu.
Lekin stavar frá
einum ótøttum røri
í nýggjum sethúsum,
sum liggja miðskeiðis
í bygdini
dáLKINg
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sløkkiliðið í Norðagøtu
hevur lagt oljusperringar út
í Eiðisá, sum er áin ið renn
ur oman ígjøgnum Gøtudal
og Norðagøtu. Sambært
sløkkiliðsleiðaran í Gøtu
Kommunu, Sørin Djurhuus,
er tíbetur ikki talan um nakr
an stóran oljuleka. Lekin
stavar frá einum nýggjum
sethúsum, sum liggja mitt í
bygdini.
Tað var leygarkvøldið, at
fólk í bygdini gjørdust var
ug við oljulukt, men ikki
fyrr enn sunnudagin varð
funnið fram til, hvaðani
roykurin stavaði frá. Talan
var um eitt ótætt rør millum
oljutangan og oljufýringina
í húsunum. Sløkkiliðsleiðar
in sigur, at lekin varð tettur
beinanvegin og klokkan 17
vórðu oljusperringarn lagd
ar út í ánna. Higartil eru
komnar millum 200 og 300
litrar í sperringina.
Søren
Djurhuus
kann
onki tryggja, men metir
ikki, at lekin hevur gjørt
tann stóra skaðan.
Vit síggja onki til, at
hetta hevur gingið út yvir
lívið í ánni. Tvørturímóti
sær út til, at sílini hava tað
fínt, og at fiskað verður í
sama mun, sum áðrenn lek
an, sigur sløkkiliðsleiðarin.
Hann vísir á, at tað skal
sera lítið til, at oljan luktar
og skapar ælabogar í vatn
inum. Hinvegin sigur hann,
at áin í Norðagøtu er eitt
gott spælipláss hjá børnun
um, og tí er tað týdningar
mikið at reinsa ánna væl.
Ein vanligur oljutangi tek
ur millum 1000 og 1500 litr
ar av olju, men Sørin Djur
huus sigur seg vita fyri vist,
at talan er um minni enn
1000 litrar, sum kunnu vera
liknir út í ánna.
Tað er ógvuliga sjáldan,
at slíkt hendir í nýggjum
húsum. Vanliga er talan um
gamlar og slitnar tangar og
rør, tá lekar eru, sigur Sørin
Djurhuus.
Oljudálking
í Gøtu
Oljusperringar eru lagdar út
í Eiðisá í Norðagøtu, eftir at
olja er likin úr einum ótøttum
røri frá einum nýggjum
sethúsum í bygdini
Mynd: Jonhard Hammer
Sløkkiliðsleiðarin í Gøtu
Kommunu, Sørin Djurhuus, heldur
ikki, at oljulekin hevur nervað lívið
í ánni og ósanum í Norðagøtu
Mynd: Jonhard Hammer