Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 165 - 28. august 2007 Stutt Sagt Tað vóru kekenar Í Russlandi heldur ákæru­ valdið seg hava fingið vissu fyri, at tað var ein kekenskur felagsskapur, sum beindi fyri tíðindakvinnuna Anna Politkovskaya. Hon bleiv funnin skotin uttan fyri íbúð sína í Moskva fyri einum ári síðani. Høvuðs­ ákærin, Jurij Tjajka, sigur við Itas­Tass, at maðurin, sum stóð á odda fyri dráps­ liðnum, er ættaður úr Kek­ enia, men býr í Moskva. Sambært ákæranum var tað helst hesin sami felags­ skapurin, sum myrdi amer­ ikanska tíðindamannin Paul Klebnikov fyri trimum árum síðani. Millum limir­ nar í felagsskapinum eru fyrrverandi og núverandi yvirmenn í trygdartænast­ uni FSB, skrivar Itar­Tass. Skal ansa oljuni Myndugleikarnir í Saudi­ arabia eru farnir undir at manna eitt serligt herlið við 35.000 hermonnum, hvørs uppgáva verður at verja landsins stóra oljuútbúnað ímóti álopum frá yvirgangs­ monnum. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times. Sambært blaðnum hava myndugleikarnir gjørt av at brúka einar 25 mia. krónur til at manna herliðið og til øll nútímans vápn. Minst fýra ferðir hava yvir­ gangsmenn roynt at gera seg inn á oljuútbúnaðin í Saudiarabia, men álopini hava ikki gjørt stórvegis skaða. Royking bannað Alt fleiri og fleiri danir nokta húsfólkinum og gest­ um at roykja inni, og sam­ bært nýggjum hagtølum er royking fullkomiliga bann­ að í triðja hvørjum heimi í Danmark nú, sigur danska útvarpið. Inge Clemmesen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, sigur, at um nøkur heilt fá ár verður royking helst bannað í næst­ an hvørjum heimi í Dan­ mark. Tey, sum selja hús, vita eisini at siga frá, at fleiri keyparar vilja ikki hava hús, um teir gomlu eigararnir hava roykt inni. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað er harmiligt, at heiðursfólk sum Alberto Gonzales ikki fáa frið til at útinna sítt arbeiði (George W. Bush, forseti). útlond Í Papua Ný Guinea vita fólk sær eingi ráð enn at jarða sínar AIDS-sjúku næstringar livandi ­ Eg havi sæð tey jarða trý fólk. Eingin var at taka sær av teimum, og tí bleiv avgjørt at jarða tey livandi, sigur Margeret Marabe við BBC. Sjálv arbeiðir hon hjá ein­ um hjálparfelagsskapi í Papua Ný Guinea, og tað er ikki bara hon, sum veit at siga frá slíkum søgum um tey AIDS­sjúku har. BBC­tíð­ indamaðurin Phil Mercer veit frá AIDS­sjúklingum, sum eru tveittir út av einari brúgv, og í øðrum førum liggja sjúklingarnir einsamall­ ir í einum garði, til teir eina ferð svølta í hel, sigur hann. Phil Mercer, sum starvast á BBC­tíðindastovuni í Sidaney, sigur, at tey AIDS­ sjúku í Papua Ný Guinea verða jarðað, tí tey avvarð­ andi hava ikki umstøður til at taka sær av teimum, ella tí tey eru bangin fyri at verða smittað. Duld tøl Papua Ný Guinea, sum er partur av Oseania í Kyrrahav­ inum, hevur stórar trupulleik­ ar av AIDS. Alment siga myndugleikarnir, at tvey pro­ sent av fólkinum ella umleið 120.000 fólk eru smittað, men hjálparfelagsskapir og onnur vilja vera við, at tað veruliga talið er nógv størri. Heilsumálaráðharrin í Papua Ný Guinea, Nicholas Mann, sigur við BBC, at myndugleikarnir hava ilt við at kunna fólkið um vandan við HIV og AIDS, tí fólk tosa fleiri ymisk tungumál, og tí er tað torført at kunna fólkið, sigur hann. AIDS-sjúklingar verða jarðaðir livandi Alberto Gonzales leggur frá sær sum amerikanskur løgmálaráðharri ­Tað er harmiligt, at vit liva í einari tíð, har heiðurs­ fólk sum Gonzales ikki sleppa at útinna sítt týdn­ ingarmikla arbeiði. Tað var viðmerkingin hjá George W. Bush, for­ seta, eftir at Alberto Gonzales hevði boðað frá, at hann hevur gjørt av at fara frá sum løgmálaráð­ harri tann 17. september. Tann 52 ára gamli Alberto Gonzales hevur verið løgmálaráðharri síð­ ani í februar í 2005, men hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síð­ ani átta almennir ákærar fingu sekkin. Í Kongressini hava demokratarnir og fleiri republikanarar funn­ ist at avgerðini, sum teir søgdu vera politiska, og teir hava kravt løgmálaráð­ harran frá. Í gjár orkaði Gonzales ikki at standa ímóti trýstinum longur. ­ Tað hevur verið mær ein stórur heiður at virka sum amerikanskur løg­ málaráðharri, segði hann, tá hann kunnaði fjølmiðl­ arnar um avgerð sína. Taka amerikanarar sær ikki um reiggj, fara 41 prosent av fólkinum at líða av ovurfiti um nøkur fá ár. Og tað fær avleiðingar Við at brúka ein serligan útrokningarhátt eru gransk­ arar á John Hopkins Univer­ sity komnir til ta niðurstøðu, at fyri trimum árum síðani vigaðu 66 prosent av amer­ ikanska fólkinum ov nógv, og hjá nógvum var talan um beinleiðis ovurfiti. Serliga illa stóð til hjá teimum svørtu kvinnunum, sum vóru farnar um tey 40, tí av teimum vóru heili 80 prosent ov tungar. Granskararnir á John Hopkins University siga, at ovurfiti er einki minni enn ein bumba undir amerik­ anska heilsuverkinum, tí fólk, sum líða av ovurfiti, eru í munandi størri vanda fyri at fáa hjartasjúkur, sukursjúku og ávís sløg av krabbameini. ­ Ovurfiti verður ein hóttan ímóti búskapinum, verður einki gjørt, sigur granskarin May Bedoun, sum hevur verið við til at gera kanningina. Ovurfiti hóttir amerikanska búskapin Kláraði ikki trýstið Alberto Gonzales var dómari í hægstarætti í Texas, til George W. Bush bað hann koma til Washington Í 2015 fara 41 prosent av amerikanska fólkinum at líða av ovurfiti, og tað kann fáa álvarssamar avleiðingar Fólk hava ikki umstøður til at hava sínar AIDS-sjúku næstringar, og fleiri verða tí jarðaðir livandi