Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

4 LUFTTRÝSTIÐ 32 VEÐRIÐ VESTFALLSKYRRINDI 4. august Mánin næstur jørðini 5. august Seinna kvarter 13. august Tendring 19. august Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2007 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Avfallið: 0,0 mm – mált frá 25/8 kl. 0600– 26/8 kl. 0600 Avfallið higartil í august: 133,0 mm Hitalagið mált frá 25/8 kl. 0600 – 26/8. 0600. Hitin í gjár: 10,9° Minsti hiti máldur í august: 0,4° - Mesti hiti máldur í august: 20,2° Veðrið í morgin, mikudagin Vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Út á kvøldið snarar hann í ein norðan, og hann klárar í, tó við ælaveðri. Hitin millum 7 og 11 stig. AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri august HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 18 16 14 12 10 8 6 4 2 0 Miðalhitin fyri august 28. aug 07.14 19.35 06.14 18.35 06.29 18.50 09.14 21.35 10.14 22.35 05.29 17.50 04.29 16.50 07.29 19.50 08.29 20.50 06.59 19.20 08.14 20.35 29. aug 07.57 20.19 06.57 19.19 07.12 19.34 09.57 22.19 10.57 23.19 06.12 18.34 05.12 17.34 08.12 20.34 09.12 21.34 07.42 20.04 08.57 21.19 30. aug 08.41 21.02 07.41 20.02 07.56 20.17 10.41 23.02 11.41 - 06.56 19.17 05.56 18.17 08.56 21.17 09.56 22.17 08.26 20.47 09.41 22.02 31. aug 09.24 21.48 08.24 20.48 08.39 21.03 11.24 23.48 00.02 12.24 07.39 20.03 06.39 19.03 09.39 22.03 10.39 23.03 09.09 21.33 10.24 22.48 1. sept. 10.13 22.38 09.13 21.38 09.28 21.53 - 12.13 00.48 13.13 08.28 20.53 07.28 19.53 10.28 22.53 11.28 23.53 09.58 22.23 11.13 23.38 Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires 8 7 8 12 -- -- 11 9 11 12 15 22 -- 13 -- 23 19 16 20 23 24 24 17 21 23 33 30 35 30 33 20 35 33 32 21 30 30 20 21 27 16 -- 12 6-8 m/s Nr. 165 - 28. august 2007 Veðrið hósdagin Av ymsum ættum, undir 8 m/s, turrveður við sólarglottum. Hitin millum 8 og 12 stig. Petur Skeel Jacobsen greiður frá um veðrið Veðurvánirnar Eitt hátrýst vestanfyri Bretsku oyggjarnar flytur seg ikki, men ferðast síðani spakuliga suðureftir. Hósnáttina fer eitt minni lágtrýst framvið Føroyum av vestri, og fríggjadagin fer ein hitabrúgv framvið oyggjunum av útsynningi, og leygardagin kemur eitt tilhoyrandi lágtrýst higar av vestri. Veðrið fríggjadagin Vestan og útsynningur, 5 til 10 m/s, skýggjað við regni. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið leygardagin Vestanvindur, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. So líðandi snarar hann í ein norðan, og tað klárnar í, tó við ælaveðri. Hitin millum 7 og 11 stig. 2-3 m/s 6-8 m/s 2-3 m/s 6-8 m/s 2-3 m/s Tiltøk í Miðla­húsinum í september 15. september kl. 16.00 Tutl a­ða­lfund 21. september Alzheimersfela­gið Lesið -tað loysir seg Leygardagin 1. sep­ tem­ber eru 70 ár síð­ani, at Føroya Stud­ entaskúli og HF­skeið­ ­ landsins størsti og elsti m­ið­nám­sskúli­ varð­ settur á stovn HÁTÍÐARHALD Tíðindaskriv Hetta fer skúlin at halda við at bjóða almenninginum til opið hús komandi leygar­ dag, 1. september, kl. 13­16. Ymsu lærugreinirnar fara at hava framsýningar, fram­ førslur og kafétiltøk. Millum tiltøkini eru kaféir við mati frá mentanum, sum málfak skúlans eru knýtt at, ymisk­ ar spurningaroyndir, har vitjandi kunnu royna sína almennu vitan innan søgu, mentan og náttúrvísind, ymiskur upplestur og tónleik­ ur. Listaframsýning verður við verkum hjá fyrrverandi næmingum. Og eisini verður ein framsýning av teimum lærubókum, sum lærarar skúlans hava greitt úr hondum upp gjøgnum árini. Kl. 14 verður eitt tiltak í samkomuhøll skúlans, har Mikkjal Helmsdal, rek­ tari, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúla­ málum, flyta fram røður og blandað kór við næmingum og lærarum syngur. Sunnudagin 2. september kl. 16 er almenn kvøldseta, har framførdir verða sangir úr teimum sangleikunum, sum næmingar skúlans hava framført seinastu 10 árini, filmsbrot verða víst og hug­ leiðingar um skúlan og søgu hansara bornar fram. Føroya Studentaskúli og HF­skeið hevur hesi 70 árini, ið hann hevur verið til, klakt umleið 4300 studentar og knappliga 1000 HF­pisur. Hann hevur tí havt ein avgerandi leiklut í teirri menningini av útbúgvingarstignum hjá føroyingum hesa knøppu ¾ øld, ið hann hevur virkað. Seinastu árini hevur skapandi virksemið verið ein týðandi partur av ímynd skúlans, og mong ung og lovandi listarfólk eru byrjaði leið sína inn í listina gjøgnum virksemi skúlans. Seinastu 30 árini er næmingatalið vaksið støðugt, men karmarnir hava ikki fylgt við. Tann skúlin, ið varð bygdur til 12 flokkar og 240 næmingar í byrjanini av 60­árunum er enn í dag karmur um eitt virksemi, ið nú umfatar 600 næmingar í 27 flokkum, umframt 100 starvsfólk. Bygningarnir eru í dag niðurslitnir og ótíðarhóskandi til ta undirvísing, ið ein miðnáms­ skúli í 2007 eigur at bjóða. Hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF­skeiði hava mangan ver­ ið á breddanum. Í 1997, tá skúlin fylti 60 ár, lá ein umfatandi umbygging í kort­ unum. Hon gjørdist av ong­ um og í staðin var ein kom­ andi miðnámsskúladepil kunngjørdur á sjálvum 60 ára haldinum á skúlanum. Hann gjørdist heldur ikki veruleiki fyri studentaskúlans viðkom­ andi. Leiðsla skúlans vónar, at farið verður undir at viðgera karmar skúlans í næstum, so 75 ára haldið í 2012 kann haldast í karmum, sum hóska til nútíðina og framtíðina. Skúlin heldur 70 ára dag sín fyri næmingunum við einum morgunmatarborði fríggjadagin 31. august. Leygarkvøldið 1. september verður hald fyri innbodnum á sjálvum skúlanum. Øll almennu tiltøkini í sambandi við 70 ára hald skúlans eru ókeypis. Umframt virksemið í Hoydølum, er eisini virksemið hjá Miðnámsskúl­ anum í Suðuroy formliga partur av Føroya Studenta­ skúla og HF­skeiði. 70 ára gamal skúli heldur opið hús Í sambandi við 70 ára dagin leygardagin verður opið hús fyri almenninginum á skúlanum