mikudagur 29. august 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 166 - 29. august 2007
Kappingin 2007 er um
orku, og verður hon
nevnd »The Energy
Puzzle« – Orkugátan
Eirikur Lindenskov
Eirikur@sosialurin.fo
Nú er seinasti møguleiki at
melda seg til First Lego
League kappingina 2007.
Ert tú í iva, hvat First Lego
League, so ber til at fara
inn á heimasíðuna www.
hjernekraft.org . Kappingin
2007 er um orku og verður
hon nevnd “The Energy
Puzzle”, Orkugátan. Kapp
ingin fevnir um nógv lond
kring allan knøttin, og fleiri
túsund ung og børn eru í
hesum døgum upptikin av
at finna møguleikar fyri var
andi
orkukeldum,
sum
kunnu vera við til at vísa á
burðardyggar og umhvørvis
vinarligar loysnir.
Tey, sum kundu hugsað
sær at verið við, kunnu
finna, tó í mesta lagi 12,
sum eru millum 10 og 16
ár – við einum liðleiðara,
sum er ábyrgdarfólk og er
yvir 18 ár.
Vit hava fleiri lið, sum
eru frá skúlum kring landið,
men ikki er neyðugt at
hoyra til ein skúla, bara
savna eitt lið og ein lið
leiðara – far síðan í gongd.
Men tað má gerast skjótt, tí
freistin fyri at vera við er 1.
september, siga fyrireikar
arnir í tíðindaskrivi.
Tað kostar 2500 kr at
tekna seg, tað er fyri máttu,
byggitilfar, blusur og annað,
sum skal brúkast til kapp
ingina. Umframt hetta skal
brúkast ein robottur, borð
og telda.
Sum nevnt, so er evnið í
ár “The Energy Puzzle”,
endaliga orðingin av upp
gávuni og skipanin av
robottborðinum,
verður
kunngjørt 15. sept. á Føroya
Tele, har liðini eisini fáa
máttur, blusur og byggitilfar.
Síðan er av álvara at fara í
gongd.
Freistin at melda til er 1.
sept. – sigast kann frá teldu
postadr. harrieth@skulin.fo
Meira fæst at vita á Lego
League heimasíðuni og á
www.nvd.fo
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Føroya Care kallast
nýggj vikarstova, sum
sum Oda Andreasen
og Poula Debes
Clementsen hava sett
á stovn
StarvSavloySing
Leo Poulsen
Leo@sosialurin.fo
Nú fer ein nýggj vikarstova
at byrja sítt virksemi her á
landi. Talan er um eina vik
arstovu til sjúkrahús og
aðrar heilsustovnar í landi
num.
Stigtakarar
eru
Oda
Andreasen og Poula Debes
Clementsen. Í hesum sam
bandi søkja tær báðar eftir
sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum, pleygarum,
sjúkrahjálparum og heilsu
hjálparum, sum hava hug at
arbeiða sum vikarar ella
avloysarar. Tær vilja fegnar
frætta frá, so væl pensjóner
aðum fólki sum frá nýút
búnum, tí hetta er ein góður
háttur at finna seg til rættis
í ynskistarvi, halda tær.
Oda Andreasen er RAB
skrásett alternativur við
gerði í zonuterapi, hon er
sjúkrahjálpari og pleygari
og starvast á landssjúkra
húsinum. Poula Debes Cle
mentsen er heilsurøktari og
starvast á einum røktarheimi
í Havn. Frammanundan hev
ur hon starvast átta ár á eini
vikarstovu í Danmark.
Av royndum vita vit, at
tørvurin á vikarum er stórur
her á landi, og tí verða øll,
sum hava áhuga at vita
meiri um okkara vikarstovu,
boðin inn á gólvið miku
dagin 29. august millum
klokkan 14 og 18, siga tær
báðar í tíðindaskrivi.
Vikarstovan heldur til í
Magnus
Heinasonargøtu
26, har zonuterapiklinikkin
hjá Odu er.
Nýggj vikarstova
sett á stovn
Oda Andreasen
er annar av
stigtakarunum til
nýggja vikarstovu
í Havn
Mynd: Leo Poulsen
Byggifelagið Articon ger
arbeiðið í Dýrindalsgøtu í
Hoyvík umaftur fyri egna
rokning
Talan var um ósketni, tá
jørð, kloakk og betong
arbeiðið til 42 randarhús í
Hoyvíkshaganum
varð
gjørt. Tað hevur ein óheft
frágreiðing hjá sýnsmeting
arfólki staðfest.
Arbeiðið varð so mikið
illa gjørt, at alt gólvið nú
verður tikið uppaftur og
gjørt av nýggjum.
Tórshavnar
kommuna
hevur gjørt semju við Arti
con, sum gjørdi arbeiðið,
og eftir henni skal byggife
lagið gera arbeiðið umaftur
fyri egna rokning, soleiðis
at kommunan fær gólvini
handað, sum ásett í met
ingarfrágreiðingini.
aj
First Lego League aftur á skránni
Articon ger arbeiði umaftur
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at
okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Arnhold Jespersen
Trongisvági
andaðist í heiminum mánadagin 27. august,
93 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum mikudagin 29. august kl. 18. 00.
Jarðarferðin verður úr Salem hósdagin kl. 12.30.
Familjunnar vegna
Paula og børnini
Rasmus
ger
nýggja
fløgu
Rasmus
Rasmussen
arbeiðir í løtuni við síni
triðju fløgu sum einstak
lingur. Hann sigur á síni
myspace síðu, at hann er
komin á hálva leið við at
gera løgini og væntar, at
fløgan kemur út fyri jól.
Hann heldur, at enn er
dekan ov tíðliga at siga
hvussu fløgan fer at
ljóða, men at døma eftir
løgunum higartil, so vera
hetta ein uppaftur róligari
útgáva enn instrumentala
útávan »Edelweiss«, sum
Rasmus lat úr hondum í
mars. Nýggja útgávan
verður
eisini
instru
mental, men hon hevur
færri trummur og gittarin
er meira fokus.