mikudagur 29. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 166 - 29. august 2007
Eivør í Gaffa
Størsta tónleikablaðið í Danmark, Gaffa, gevur Eivör 4 av 6 stjørnum
í ummæli. Ummælarin Ole Rosenstand Svidt sigur millum annað
soleiðis: »Som altid er hendes fler-oktavers stemme imponerende og
smuk som et vulkanudbrud, hvilket gør sange som Trees In The Wind
og Listen til rene fornøjelser.« Tó heldur hann, at hon er eitt sindur
ov søt á onkrum sangi: »Andre steder er hun en kende for sødladen,
eksempelvis på You Are All, der minder lovlig meget om Jennifer
Rushs The Power Of Love. « At enda sigur ummælarin: »Men
generelt et flot album fra en af Nordens største stemmer«
Potter á pall
Søgan um gandakallin Harry Potter verður í løtuni
skrivað um til sangleik, ið verður settur á pall í London
komandi ár. Filmar, telduspøl og bøkur eru longu gjørd
um unga og sera vælumtókta gandakallin. Heili 325
milliónir bøkur eru seldar kring heimin, og tað sigst, at J.
K. Rowling, rithøvundur av bókunum, er ríkari enn enska
drotningin.
Ein ætlan, sum skal
fáa fleiri kvinnur
upp í politikk, kann
vísa seg at vera eitt
tvíeggjað svørð,
sum fer at raka bæði
kvinnurnar sjálvar og
politisku flokkarnar
aftur í høvdið
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gera kvinnur í teimum polit-
isku flokkinum álvara av
ætlanini at gera serligar
kvinnulistar til løgtingsvalið,
kann tað verða eitt tvíeggjað
svørð, sum fer at kom bæði
kvinnunum
sjálvum
og
teimum politisku flokkunum
aftur um brekkur.
Tað varð staðfest á al-
mennum fundi í gjárkvøldið
um at fáa fleiri kvinnur upp
í politikk.
Týsdagin varð eitt nýtt
hugskot nevnt í Sosialinum,
sum kundi ført við sær, at
fleiri kvinnur vórðu valdar í
Løgtingi.
Og tað er stovnað reinar
kvinnulistar innan í teimum
vanligu politisku flokkun-
um, tí tað ber væl til eftir
vallógini.
Hetta hava mong tikið
sum ein funnin frensur í
royndunum at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk.
Men serligir kvinnulistar
í teimum vanligu flokkun-
um, kann eisini fáa tað
úrslit, at hvørki kvinnurnar
ella politisku flokkarnir fáa
so góða umboðan á Løg-
tingi, sum teir høvdu fingið,
stillaðu teir bara upp við
einum og sama lista.
Tað veldst alt um, hvussu
atkvøðurnar verða taldar og
tað er tann brennandi spurn-
ingurin.
Tveir óheftir listar
Kári á Rógvi, formaður í
javnstøðunevndini, vísti á,
at tað er roynt tvær ferðir
áður í føroyskum politikki,
at uppstillað serligar listar
afturat teimum vanligum
listunum.
Tað royndi Sjálvstýris-
flokkurin í Suðurstreymoy í
1954 og Tjóðveldisflokkurin
í Eysturoy í 1962.
Í 1954 stillaði ein serligur
sjálvstýrislisti upp í Suður-
streymoy afturat tí vanliga
listanum og tað sama hendi
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Eysturoy í 1962. Tað endaði
við, at fólkaflokkurin misti
ein mann. Men hjá Tjóð-
veldisflokkinum eydnaðist
betri, tí teir fingu ein mann
afturat í Eysturoy tí tað varð
kapping ímillum listarnar.
- Tað er ikki serliga greitt,
hvussu
atkvøðurnar
hjá
tveimum listum í sama
flokki, verða taldar saman,
sigur Kári á Rógvi.
Hinvegin staðfesti, at í
teimum førum, tað er hent í
Føroyum áður, hevur tað
verið so, at atkvøðurnar eru
taldar upp hvør sær , tá ið teir
umdømisvaldu tinglimirnir
skulu finnast, men at teir eru
taldir saman, tá ið eykalimir-
nir skulu finnast. Sostatt
verða listarnir uppfataðir
sum tveir óheftir listar.
Men tá ið eykalimirnir
skulu býtast, verða allar
atkvøðurnar taldar saman.
Sostatt fara atkvøðurnar
á einum alternativum lista í
stóra pott og tí kann tað
eisini henda, at ein eyka-
limur, sum er úrslitið av
einum kvinnulista í Havn,
fellur til ein eykamann
onkra heilt aðrastaðni.
- Stillar ein flokkur ein
alternativan lista upp, kann
tað sostatt sláa út báðar
vegir, tí úrslitið kann verða,
at flokkurin missur umboð
á tingi, men tað kann eisini
føra til, at hann vinnur.
Greiðar reglur
Kári á Rógvi heitti meiri
ella minni beinleiðis, at
Løgtingið um at avgreiða
hendan spurningin fyri val-
ið og setti púra greitt í val-
lógina, hvussu atkvøðurnar
skulu teljast saman fyri at
sleppa undan løgfrøðiligari
togan eftir eitt val.
Hann vísti á, at tað er
altíð Føroya Løgting, sum
ger av, hvussu eitt val skal
gerast upp og, hvussu ein
lóg skal tulkast.
Í hesum sambandi nevndi
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, at á løg-
tingsvalinum í 1998, varð
ætlanin at gera ein alter-
nativan
tjóðveldislista
í
Suðurstreymoy.
- Men tann ætlanin varð
slept, tí flokkurin fekk
greitt at vita, at atkvøðurnar
høvdu ikki verðið taldar
saman, men hvør sær.
Tí helt, at tað er rætt at
staðfest í lógini, at atkvøð-
urnar skulu teljast saman.
Annars helt hann, at
skulu flokkar stilla alterna-
tivar listar upp, eigur tað
bara at verða gjørt í javn-
støðuhøpi, so at vit ikki fáa
ein tjóðveldislista fyri sam-
kyndum og ein ímóti sam-
kyndum, ella ein tjóðveldis-
lista fyri Sandoyartunlinum
og ein ímóti honum.
Eisini Heidi Petersen úr
Tjóðveldisflokkinum
og
Lisbeth Petersen úr Sam-
bandsflokkinum hildu, at
tað var neyðugt, at spurn-
ingurin um, hvussu atkvøð-
urnar á alternativum listum
verður avgreiddur, so at tað
er púra greitt, hvar atkvøð-
urnar fara.
Jørgen Niclasen úr Fólka-
flokkinum helt ikki at nøkur
meining var í, at atkvøðurnar
til listar hjá sama flokki skulu
teljast hvør sær, púra óheft
av hvørjum øðrum, men Hild-
ur Patursson helt at einasti
máti er kanska at stovna ein
kvinnuflokk burturav, eins
og íslendingar gjørdu.
Á fundinum í gjárkvøldið
varð ongin greið niður-
støða.
Tað var ein javnstøðu-
nevnd hjá javnaðarflokkin-
um,
sum
skipaði
fyri
fundinum í samstarvið við
Javnaðarflokkin sjálvan.
Og hjá fyrireikarunum
var boðskapurin greiður og
tað var, at tað flokkarnir
eiga at stovna alternativar
kvinnulistar inni í flokk-
unum sjálvum. Eftir teirra
tykki er hetta tað einasta,
sum kann fáa fleiri kvinnur
á Løgting beinanvegin.
Kvinnulisti kann raka
kvinnurnar sjálvar
Tað er ikki vist, at kvinnulistar fara at geva okkum fleiri kvinnur á ting. Tað kann eisini vísa seg at skerja bæði kvinnuumboðanina og flokkarnar, varð boðskapurin
á almennum fundi í gjárkvøldið um at fáa fleiri kvinnur í politikk
Mynd: Jens Kristian Vang