Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Nr. 166 - 29. august 2007 FRAMSÝNING AV POLARIS ATV Í VÁGUM Leygardagin 1. september sýna vit fram POLARIS ATV við Leitisrætt (millum Miðvág og Vatnsoyrar) Framsýningin byrjar kl. 11. N.B. Vágatunnilin er ókeypis 1. september. Sp/f Mykines • Polaris umboð í Føroyum • Tlf. 228741 & 211411 Reservedele skaffes til Entreprenørmaskiner – Lastbiler Busser – Maskiner m.m. Sender dagligt med skib / luftpost. Entreprenørmaskiner købes og sælges Tlf: +45 7461 3940 Mobil: +45 2027 0064 I M P O RT – E X P O RT Fax: +45 7461 4164 e-mail: johnny@dkexport.dk www.dkexport.dk Avgerðin hjá ís­­ lends­ku s­tjórnini at s­kerja tos­kakvotuna kos­tar Ves­tmanna­ oyggjunum meiri enn 900 mió. krónur tey næs­tu trý árini VinnulíV Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað vakti stóran ans, tá íslendski fiskimálaráðharr­ in, Einar Guðfinsson, valdi at fylgja tilmælinum frá fiskifrøðingunum við at skarva ein triðing av toska­ kvotuni næsta fiskiár, og vinnulívsfólk og onnur ávar­ aðu um, at skerjingin kundi elva til skrædl nógvastaðni. Tað hevur íslendska stjórnin eisini sannað. Sum eitt slag av endurgjaldi fyri ta skerdu toskakvotuna ætl­ ar stjórnin at seta ferð á og at framskunda fleiri almennar íløgur, og tað skal so byrgja uppfyri, at tann skerda toskakvotan skal taka beinini undan lokal­ samfeløgunum, har fiski­ vinnan hevur serliga stóran týdning. Eitt nú verða fleiri ætlaðar vegagerðir settar í verk fyrr enn annars ætlað. Oyggjarnar í serstøðu Vestmannaoyggjarnar eru tað lokalsamfelagið, sum verður meinast rakt av kvotuskerjingini, og Oyggj­ arnar eru eisini í einari ser­ støðu, tí har ber ikki til at brúka vegarbeiði og aðrar líknandi íløgur til at avmarka avleiðingarnar. Avgerðin hjá stjórnini at skarva triðingin av toska­ kvotuni ber í sær, at kvotan hjá skipunum í Vestmanna­ oyggjunum minkar úr 12.000 í 8.000 tons. Komm­ unan hevur síðani roknað seg fram til, at tað næsta árið fer kvotuskerjingin at kosta oyggjarsamfelagnum umleið 300 mió. krónur í okkara pengum. Verður skerjingin galdandi í trý ár, soleiðis sum stjórnin ætlar, fer niðurskurðurin tískil at kosta Vestmannaoyggjunum meiri enn 900 mió. krónur tey trý árini. Á tíðindafundi fyri nøkr­ um døgum síðani segði borgarstjórin í Vestmanna­ oyggjunum, Elliði Vignis­ son, at tað almenna eigur at framskunda ætlanina at gera nýggja ferjuhavn í Oyggjunum, samstundis sum fleiri almenn størv mugu skipast í kommununi. Borgarstjórin vísti á, at fíggjarligi missurin tey næstu trý árini svarar til tað, sum tað kostar at reka kommununa í seks ár. Kvotuskerjing fær stórar avleiðingar Hesin nýggi trolarin kom til Vestmannaoyggjarnar fyrr í mánaðinum, men útlitini eru ikki tey bestu Boys In A Band og vinir í Mentanarhúsinum Júst sum festival summarið gleið afturum, letur Mentanarhúsið í Fuglafirði konsert heystið upp, við sera spennandi rokk og elektro kvøldið. Ársins nýggja tónleikanavn í fjør sambært Planet Awards, Boys In A Band, og eitt av ársins mest spennandi nøvnum í ár, The Ghost fara á pall leygarkvøldið 1. September, við sær hava bólkarnir DJ Haze, so her skuldi verið talan um eina lívliga veitslu. Tiltakið byrjar klokkan 23:30