Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 166 - 29. august 2007 Føroya Ráfiskakeyp­­­ arafelag skip­­aði mána­ dagin fyri temadegi um ávirkanina, sum veðurlagsbroytingar­ nar hava á framtíðar fiskiskap­­ við Føroyar Serfrøðingar úr Noreg og Føroyum greiddu vinnufólki frá, at toskurin vænt­ andi hvørvur, og CO2 útláti frá millum annað fiskivinnuni hevur skyldina UMHVØRVIÐ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Norðuratlantshavið fer at hava heilt onnur fiskasløg, og føroyski landgrunnurin fer at hava nógv minni gróður og harvið minni fisk. Hetta eru framtíðar­ útlitini, sum havfrøðingar og havlívfrøðingar kundu geva føroysku fiskivinnuni grundað á tær veðurlags­ broytingar, sum eru hendar og fara at henda. Endamálið við temadegn­ um var at fáa lýst tær broytingar, sum síggjast í havinum við og nærhendis Føroyar og Noregi og fáa ábendingar frá granskarum, hvussu tær væntandi kunnu ávirka fiskiskapin við Føroyar. Til at lýsa hesi viðurskifti vóru serfrøðingar á økinum bjóðaðir at halda fyrilestrar. Bogi Hansen, havfrøðingur, Høgni H. Debes, havlívf­ røðingur og Ole Arve Misund, granskingarleiðari frá Havforskningsinstituttet í Bergen greiddu reiðarum, fiskaseljarum og øðrum áhugaðum frá, hvussu støðan er í dag, og hvat væntandi fer at henda komandi árini. Nógv fólk – ella nógvir menn – frá føroysku fiski­ vinnuni høvdu sett dagin av til at fáa nýggja vitan um umhvørvið og umhvørvis­ árinini á hav og fiskiskap. Meinhard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood, var stak væl nøgdur við ráðstevnuna. ­ Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat serfrøðingar meta fer at henda. Vit eiga at fyrireika okkum til alt, eisini at fiskastovnurin broytist fullkomiliga. Bogi Hansen legði dent á, at fiskivinnan hevði ábyrgd fyri einum triðingi av føroyska CO2 útlátinum. Hetta helt Meinhard Jacob­ sen eisini vera týdningar­ mikið at fáa framm. ­ Men sjálvandi kann man ikki vænta, at ein ein­ stakur vinnumaður fer at gera íløgur í meira um­ hvørvisvinarliga framleið­ sluháttir, um hetta ikki loys­ ir seg. Umhvørvisspurning­ urin er ein samfelagsspurn­ ingur og má viðgerast sum so, leggur Meinhard Jacob­ sen áherslu á. Fiskivinnan í umhvørvislæru Skygni fullfuggjað um fýra ár Gongst eftir ætlan verður bókarøðin »Skygni« fullfíggjað í 2011. ­ Tá kunnu allir flokkar í fólkaskúlanum, frá fyrsta til níggjunda, rokna á føroyskum undir savnandi heitinum Skygni, sigur Gundur Mortensen, ritstjóri, í tíðindaskrivi frá Føroya Skúlabókagrunni. Síðani 2004 hevur Gundur havt Skygnirøðina um hendi. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava týtt og tillagað tilfarið í bóku­ num, sum byggir á donsku røðina Sigma hjá forlagnum Malling Beck. Edward Fuglø hevur teknað. Í Skygnirøðini er føroyski gerandisdagurin grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Fyrsta føroyska roknibókin kom í 1916. Hundaóskil á Hamrinum Eitt ótal av klagum um hundaóskil hevur fingið Eigarafelagið á Hamrinum at senda skriv í hvørt hús í býarpartinum, har heitt verður á íbúgvarnir um at gera nakað við trupulleikan. Flestu klagurnar eru um leysgangandi hundar, sum felagið vísir á eru til ampa fyri bæði børn og foreldur. Eigarafelagið ger samstundis greitt, hvørjar fylgjur tað kann fáa, um áheit­ anin ikki verður fylgd. Føroya Landsstýri hevur gjørt kunn­ gerð, sum áleggur hundaeigara at hava hundin í bandi. Sam­ bært kunngerðini verður eigarin revsaður við bót, um kunn­ gerðin ikki verður fylgd, skrivar Eigarafelagið á Hamrinum. Bogi Hansen legði í sínum fyrilestri dent á, at granskarar í dag hava so holla vitan at byggja teirra metingar á, at teir kunnu gera rættiliga álitandi framrokningar. Og allar framrokningar vísa, at hitin fer at vaksa Meinhard Jacobsen helt temadagin vera sera áhugaverdan. Tað hevur týdning fyri vinnuna at hava eitt so broytt vitanargrundarlag at byggja á sum møguligt, heldur hann Nógv fólk vóru til fyrilestrarnar, sum Føroya Ráfiskakeyparafelag skipaði fyri. Og luttakarnir, sum Sosialurin prátaði við, vóru væl nøgdir. Fleiri bitu tó merki í, at serfrøðingarnir vóru varnir í sínum framrokningum