Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 166 - 29. august 2007 Restorff’s Bryggjarí hevur steðgað framleiðsluni, og óvist er, um gamla fyritøkan fer undir at bryggja gyltu droparnar aftur BRYGGJARÍ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Restorff’s Bryggjarí er ikki bert ein býarmynd í Havn, tað er meiri at kalla ein landsmynd. Fyritøkan er ein av hinum allarelstu í landinum, og tey munnu vera fá, ið ikki hava roynt eina ella aðra av fram­ leiðslunum hjá bryggjar­ ínum. Men tað kann hava fingið ein enda nú. Restorff’s Bryggjarí hev­ ur áður latið bryggjan av sodavatni upp í hendurnar á kappingarneytanum, Før­ oya Bjór, fyri at savna alla orkuna um ølið. Men fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi leiðslan av, at steðga við ølbryggingini eisini – í hvussu er fyribils. ­ Tað hevur koyrt tungt fíggjarliga í eina tíð. Kapp­ ingin er ógvuliga hørð, og vit vóru komin á eitt vega­ mót. Vit arbeiða við ætlan­ um um at byggja bryggjaríið um til íbúðir, og samstundis er neyðugt at gera nýggjar íløgur á bryggjarínum, skal tað halda fram. So fyribils hava vit valt at steðga á, og eru nú í einari planlegging­ arfasu, sigur stjórin á Rest­ orff’s Bryggjarí, Óla Svenn Nolsøe. Tað hevur verið alment frammi, at ætlanir eru um at byggja hølini við Landa­ vegin 32 um til íbúðir, og hetta er ein ætlan, ið leiðsl­ an av Restorff’s Bryggjarí heldur fast við og arbeiðir víðari við. Tað stendur tískil greitt, at skal bryggjaríið starta upp aftur, skal hetta verða í nýggjum – ella í hvussu er øðrum – hølum. Umhugsa møguleikarnar Óla Svenn Nolsøe, stjóri á Restorff’s Bryggjarí, sigur, at neyðugt verður at gera onkrar íløgur, skal bryggj­ aríið byrja aftur. ­ Sjálv framleiðslutólini eru í góðum standi, men vit hava alla tíðina havt trupul­ leikar við tappimaskinuni, so verður byrjað aftur, verð­ ur neyðugt at skifta hesa út, sigur stjórin. Men tað finnast sjálvandi fleiri møguleikar. Tað er ógvuliga nógv frammi í tíð­ ini, í hvussu er í Danmark, at smærri sonevnd mikro­ bryggjarí skjóta seg upp allastaðni, og hesi eru ógvu­ liga væl umtókt. Tey samla seg um serframleiðslu, sum ofta er væl dýrari at keypa enn vanliga ølið. Spurdur, um hetta hevði verið ein møguleiki sigur Óla Svenn, at alt stendur opið í løtuni. Hann metir annars ikki, at øll tey nýggju ølsløgini, sum Rúsdrekkasølan nú er farin undir at flyta inn, hava nakran serligan týdning í samlaðu kappingini. ­ Har er talan um smáar nøgdir. Tann stóra kappingin kemur frá føroyska kapping­ arneytanum og frá vanliga danska ølinum, sigur Óla Svenn Nolsøe. Hann sigur víðari, at tað sjálvandi er ógvuliga harmi­ ligt, skal Restorff’s Bryggj­ arí snara lykilin um fyri seinastu ferð, tí tað eru nógvar kenslur við í spæl­ inum eisini. Fyritøkan er so gomul og so fastgrógvin í fólk, at tað verður ótrúligt spell, um hon hevur sæð dagsins ljós fyri seinastu ferð. Droparnir drýpa ikki meir Mánadagin lat størsta fíggjarheimasíða landsins, www.M5.fo, upp. Ein av monnun­ um aftanfyri er John Hanus Jacobsen BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Heimasíðan hevur verið fyri­ reikað í langa tíð og liggur nógv arbeiði aftanfyri hana. M5, ið stendur fyri Markn­ aðurin 5 dagar um vikuna, er fyrsta stóra heimasíðan, sum gevur innlit í innlendis búskapar­marknaðin, bæði viðvíkjandi upplýsingum um virðisbrøv og um sein­ asta nýggja á økinum. Ætl­ anin er, at hon skal vera við til at lyfta virðisbræva­ marknaðin í Føroyum uppá hægri stig. Leiðandi virðisbrævasíða Á heimasíðuni ber til at finna ymiskar upplýsingar um partafeløg á virðisbræva­ marknaðinum, gjaldoyru, kursgongdina hjá ymisku feløgunum og annað, ið áhugað um virðisbrøv hava brúk fyri. Hugskotið aftanfyri M5 er, at brúkarar kunnu fáa allar neyðugar upplýsingar um føroyska búskapar­ marknaðin til vega, soleiðis at fyritøkur, einstaklingar, mentastovnar, fjølmiðlar og onnur kunnu fáa ágóðan av hesum. Meiningin er, at fáa íleggj­ arar aðrastaðni úr heimin­ um, ið eru áhugaðir í før­ oyskum virðisbrøvum, til at blíva ein stórur partur av brúkarunum. Tískil finst heimasíðan eisini á enskum máli. Á forsíðuni á heimasíðuni er kursgongdina hjá tí nýggja føroyska vísitalinum at finna. Vísitalið er samansett av heildarvirðinum á Atlantic Petroleum, EIK Banka og Føroya Banka. Eisini ber til at finna upplýsingar um onn­ ur vísitøl á OMX virðisbræva­ marknaðinum. Nógv nýtt Á M5 verður mangt nýtt at finna, ið ikki áður hevur sæst her á landi í sambandi við virðisbrøv, eitt nú kurs­ urin á føroysku feløgunum á bæði íslendska og danska OMX virðisbrævamarknað­ inum. Annað, ið ikki hevur sæst áður, eru sera víðfevnd­ ar upplýsingar um gjald­ oyru, til dømis í Suðuramer­ ika, Asia og øðrum heims­ partum. Á tíðindavaktini, ið er á síðuni, verður fylgt við inn­ lendis fjølmiðlum á netinum og tíðindini samstundis sett í samband við einstøku fel­ øgini. Nógv arbeiði hevur verið gjørt fyri at veita upplýsing­ ar fyri næmingar, íleggjarar og onnur, við áhuga fyri búskapi. Upplýsingarnir eru víðfevndir. Upplýst er um marknaðir innanlands og uttanlands við, í stuttum, at greiða frá hvussu markn­ aðurin virkar, søguligu gongdini og øðrum í sama sambandi. Í nærmastu framtíð eru ætlanir um at seta inn nógv nýtt á heimasíðuna. Í næst­ um verður arbeitt við at seta upp ognarsavn, har brúkarar kunnu seta inn ogn teirra í partabrøvum og fylgja við gongdini, so skjótt tingini henda. Nýggj fíggjarheimasíða Nýggjur leiðari á sjóverjuni Leiðarin á Færøernes Kommando seinastu árini leggur nú frá sær. Christian Nørgaard, kommandørur, hevur fingið bjóðað starvið sum leiðari fyri Søværnets Officersskole í Keypmannahavn og fer tí úr starvi sínum í Føroyum síðst í hesum mánaðinum. ­ Sjálvt um niðurskurðurin í Færøernes Kommando hevur fylt nógv seinastu tvey árini, hava bæði kona mín og eg verið sera glað fyri tíðina í Føroyum, sigur Christian Nørgaard millum annað í tíðindaskrivi. Nýggjur leiðari verður Per Starklint, kommandørur, ið kemur frá leiðarastarvi á stuðulsskipinum, Absalon. Per Starklint er væl royndur í Norðuratlantshavinum frá tíðini sum leiðari fyri vaktarskipini Vædderen, Thetis og Trioton. Harafturat hevur hann eisini verið ovasti maður fyri grønlendsku vaktarskipini, Agpa og Agdlek. ­ Eg gleði meg til nýggja starvið og at halda fram við góða samstarvinum við føroyskar myndugleikar og tað føroyska samfelagið, sigur Per Starklint í sama tíðindaskrivi. Óla Svenn Nolsøe, stjóri á Restorff’s Bryggjarí, sigur, at teir í løtuni eru í einari planleggingarfasu, og at tað í løtuni er óvist um teir fara at bryggja gyltu droparnar aftur John Hanus Jacobsen, sonur navnframa Jákup á Dul Jacobsen, er ein av stigtakarunum til heimasíðuna M5