mikudagur 29. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 166 - 29. august 2007
Í sosialinum mánadagin
27. august skrivar tú, at tú
sjálvboðin ert farin í dyst
við tær føroysku sektirnar,
men her tekur tú tíverri
stórliga feil.
Ein maður Saul frá
Tarsus at navnið – (Paulus)
sum tú ivaleyst hevur hoyrt
um – helt seg gera tað
sama, tá hann í apostla
søguni hevði sett sær fyri
at søkja at og seta í fanga
hús øll tey (sum hoyrdu til
vegin) altso tey sum trúðu
á Gud.
Og í hesum ørindum var
hann ein dagin á veg til
Damaskus, tá hann bráddl
iga var steðgaður á leiðini,
tí ein rødd av Himli talaði
á hann og segði, Saul Saul
– hví søkir tú at MÆR
røddin segði ikki, hví søkir
tú at teim trúgvandi – at
samkomunum ella sektu
num – Nei – røddin segði,
“Hví søkir tú at mær”.
Víðari segði røddin við
hann, at “tað verður tær
hart at sparka ímóti oddi
num”.
So góði Finnur Helms
dal, tú –Annita og øll hini
sum atkvøddu fyri 266 B,
eru farin í hernað ímóti
Gudi sjálvum, og tað
kemur at fáa álvarsligar
avleiðingar so ella so – tí
Gud Harrin letur seg ikki
spotta.
Sjálvur eri eg bert ein
frelstur syndari og vildi tí
bert minna tykkum sum
atkvøddu fyri 266 B, á, at
Harrin er ríkur í náði og
miskunn fyri øll, tá vit leita
til Hansara og biða um
náði og fyrigeving fyri tað
sum vit gjørdu skeivt.
Paulus valdi at akta Harr
an – trúði Gudi og bleiv
eitt stórt amboð í Hansara
tænastu – bøn mín – og
alra trúgvandi er, at okkara
fólkavaldu vilja gera tað
sama.
Tú endar grein tína
nakað mótsigandi við tað,
at tú sigur, (citat) at “einki
liggur mær meiri fjart enn
at fara í stríð við sektirnar,
men so skoyti eg uppí, at
eg ræðist tær heldur ikki á
nakran hátt. Mítt politiska
virki fer altíð at verða bygt
á tað, sum eg haldið vera
rætt. Naivt??? (citat slut)
Góði Finnur, tú, og tit,
ið atkvøddu fyri grein 266
B, hava onga orsøk til at
ræðast tær føroysku sektir
nar tí tað eru tær sum
biða fyri landi og fólki
hvønn dag og ikki minst
fyri teim stýrandi og ráð
andi, tá kósin ikki er røtt,
men tann verðsligi heim
urin hevur rættuliga stóra
grund til at ræðast Hann,
sum sektirnar umboða –
Harran Gud í Himli, sum
ongin kemur uttanum, tí
fyri Honum skal hvørt knæ
boyggja seg ein dag.
At byggja sínar politisku
avgerðir á tað, sum man
heldur vera rætt tá man
útfrá Guds orði veit, at tað
er skeivt tá er man á heilt
skeivari kós.
Sosialurin
Føroyar í fokus
í Aberdeen
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Annaðhvørt ár verður altjóða oljumessa og ráð-
stevna hildin í Aberdeen. Og aftur í ár verða
Føroyar umboðaðar við fleiri fyritøkum, komm-
unum og stovnum. Oljumessan í ár er góður
marknaðarpallur hjá føroyskum vinnulívi, sum
roynir at fáa oljuvinnuna, ið arbeiðir vestan
fyri Hetland, eisini at brúka føroyskar vørur og
tænastur. Økt virksemi vestan fyri Hetland kann
koma at merkja, at eisini vit koma upp í part.
Somuleiðis er henda stóra oljumessa ein frálíkur
pallur hjá okkara oljumyndugleikum at gera vart
við Føroyar sum leitiøki. Jarðfeingi stendur fyri at
lata upp 3. leitiumfar á landgrunninum, og eing-
in ivi er um, at gott høvi verður hjá okkum at
seta fokus á hesa á føroyska básinum í Aberdeen
fyrst í september.
Sosialurin hevur í hesum sambandi gjørt eitt eyk-
ablað, sum er í blaðnum í dag, kallað ”Offshore
Europe 07 – A special faroese edition.” Blaðið
fer at liggja á føroyska básinum í Aberdeen,
har túsundtals vitjandi og her ikki minst umboð
fyri oljuvinnuna sum heild fara at kunna seg við
grannan fyri norðan, hvussu væl fyri vinnulívið
her er at taka ímóti avbjóðingum og hvørji ynski
og ætlanir myndugleikarnir her hava. Eisini gev-
ur blaðið okkara lesarum heima eina fatan og
kenslu av, hvar vit eru stødd í oljutilgongdini. Vit
hava sum eina roynd gjørt av at hava enskan og
føroyskan tekst í flestu av greinunum.
Hóast tøgn hevur valdað í eina tíð á oljuøkinum,
so vita vit øll, at fyri framman standa nógvar stór-
ar og spennandi avbjóðingar. BP fer at bora Willi-
ambrunnin í oktober-november, Eni borar møgu-
liga í 2008 og Chevron í 2009. Spennandi verður
so eisini at síggja, hvussu stór undirtøkan verður
fyri 3. útbjóðingini í vetur. Samtíðis sum alt hetta
er í stoypiskeiðini bíða vit spent eftir endaliga
úrslitinum av boriverkætlanini hjá Chevron beint
hinumegin markið. Higartil sær tað sera gott út,
og tað kann hava positiva ávirkan á 3. útbjóðing
og á leiting við Føroyar sum heild.
Alt hetta er nakað, sum okkara fólk á Offshore
Europe í Aberdeen í næstu viku fara at greiða
teimum mongu vitjandi frá. Okkara fólk verða
sum so ambassadørar fyri eini framhaldandi
menning og búning av føroyska landgrunninum
til eina spildurnýggja vinnu. Hetta er so eisini
fyrsta høvið sum nýggi samanlagdi stovnurin
SamVit hevur fyri at kunna um og seta Føroyar í
fokus bæði sum oljutjóð, sum ferðavinnuland og
sum heild sum ein tjóð, ið er við í altjóða menn-
ingini. Uppgávan hjá SamVit saman við Oljuvinn-
ufelagnum verður at byggja brýr, har menningin
gongur báðar vegir. Ikki minst at lata upp dyrnar
til Føroyar men eisini at brúka oljumessuna sum
lopfjøl fyri føroyskar fyritøkur at koma út um
landoddarnar.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Klaksvík
KÁRI KjELNæS
Góði Finnur Helmsdal
Tað sum eg bar fram í
Útvarpi Føroya, 27.
august 2007, um bygging
av nýggjari trygdar
miðstøð í Klaksvík,
standi eg framvegis
rimmar fast við. Men um
tað var politiskt korrekt
at bera hetta fram eftir
samgongufundin er
annað mál, sum Jógvan
við Keldu hevur sín fulla
rætt at hava sínar greiðu
meiningar um.
Sum Jógvan við Keldu
sjálvur erliga nevnir í grein
á heimasíðuni hjá Norðlýsi
num “Bjørn, hatta var ikki
heilt rætt!”, so var hann
burturstaddur og tí ikki við
á samgongufundi, tá spurn
ingurin um nýggja
trygdarmiðstøð í Klaksvík
brádliga varð reistur, uttan
at málið var á skrá.
Tað sum gjørdi, at spurn
ingurin um trygdarmiðstøð
ina kom til viðgerðar var,
at tinglimur úr Fólkaflokk
inum ikki metti at farast
skuldi undir hesa nýbygg
ing, m.a. tí at einki var
nevnt um hetta í samgongu
skjalinum.
Sjálvur helt eg hetta vera
vánaliga grundgeving og
nevndi tí aðrar íløgur, sum
vóru samtyktar í samgongu
skeiðnum uttan, at tær
beinleiðis vóru nevndar í
samgonguskjalinum. Eg
segði meg harumframt
sjálvandi vera greiðan yvir,
at allar íløgur eiga at gerast
eftir ávísari raðfesting,
sum altíð er neyðugt, tá
íløgur skulu gerast.
“Pláss er jú fyri hesi rað
festing” .
Eg greinaði eisini týdn
ingin av at fáa hesa íløgu
gjørda til frama fyri sjófólk
okkara, starvsfólki á støð
ini og trygdina á sjónum,
sum er so týðandi fyri
okkum.
Frá Sambandsflokkinum
havi eg fingið fullan stuðul
í hesum máli.
Jógvan við Keldu, løg
tingsmaður, sigur seg hava
fingið endurgivið frá
onkrum í Fólkaflokkinum,
sum var á samgongufundi,
at formaðurin í Sambands
flokkinum, Kaj Leo
Johannesen, tosaði um rað
festingar við beinleiðis til
vísing til trygdarmiðstøð
ina. Tað er ikki rætt endur
givið Jógvan.
Kaj Leo Johannesen
tosaði um samlaðu rað
festingarnar hjá løgmanni
og hinum seks landsstýris
monnunum til fíggjarlóg
ina komandi. Sambands
flokkurin situr jú við
fíggjarmálum og vil altíð
føra ein ábyrgdarfullan
fíggjarpolitikk.
So Jógvan, mín góði
vinur og samstarvsfelagi:
“Hatta var snøgt sagt heilt
rætt”. Men fyri rættvísis
sakir skal eg leggja afturat,
at tú Jógvan, hevur ongan
tíð givið til kennar annað
enn tín fulla stuðul til ætl
anirnar at byggja nýggja
trygdarmiðstøð, so tú mást
koyra á tínar egnu í hesum
máli.
Hin spurninin, um tað
var politiskt korrekt av
mær at bera hesi tíðindi
eftir samgongufund er
annað mál, sum ein og
hvør hevur rætt til at gera
sínar egnu metingar um,
eisini tú Jógvan.
Jú, Jógvan hatta var heilt rætt!
landsstýrismaður
BjøRN KALSø