Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 29. august 2007 n í trongligu miðjuni eiga at hava fullrikin festi, part­ tíðarrikin festi og áhugabrúk. Tað kann tykjast óskiljandi, at krav verður sett til jarðarbrúks­ kunnleika, fyri at fáa eitt alment festi til leigu. Útbúgvingin kann fáast í Danmark ella í Noregi, møguleiki er eisini fyri at taka skeið í Føroyum. Vit kunnu seta okkum spurninginHvussu skal ein festari við útbúgving fáa rakstur í eitt 3­4 marka festi? Hevur ein umsøkjari, sum hevur røktað seyð alt lívið, ikki betri førleika at røkja eitt festi enn tann bókligi? Vit eiga samstundis at hava pláss fyri áhugabrúkum. Tá smærri festi verða leys eiga vit at umhugsa møguleikan at selja ella útleiga til áhugaðar. Vit eiga at geva fólki møguleikan at ogna sær eitt sindur av jørð, so tey kunnu hava møguleika at hava einar 5­10 seyðir. Tað er stimbrandi og mennandi at hava nakrar seyðir at røkta, og tað er heilsufremjandi at hava hetta ítrivið. Umleið helvtin av allari jørð í Føroyum er kongs/almen, hin helvtin er óðals. Sjálvstýrisflokkurin hevur havt tvey lógaruppskot um at broyta jarðarlóggávuna. Annað var, at tað almenna seldi leigutraðirnar, hitt var um matrikulering. Tíverri vunnu uppskotini ikki frama á Løgtingi. Hetta vóru so tær traditionellu vinnurnar. Onkur vildi sagt tær gomlu vinnurnar. Hvønn politikk hava tit fyri aðrar vinnur, nýggjar vinnur? Sjálvstýrisflokkurin kann ikki siga, hvørjar nýggjar vinnur eiga at taka seg fram, men vit síggja stórar møguleikar í m.a. upplivingarvinnu og ferðavinnu. Yvirhøvur so eiga vit at síggja mentanina sum eitt aktiv, ið eisini kann hava við vinnu at gera. Fyrr bleiv Sjálvstýris­ flokkurin mangan kallaður „Fíniflokkur“. Tá ið tað varð sagt, so var tað fyri at arga, tí Sjálvstýrisflokkurin hevði ofta landstýrismannin í mentamálum. Men vit eiga at taka mentanina til okkum sum eina drívmegi, ið vit eiga at duga at síggja virðið í, eisini tá ið tað kemur til vinnu­ ligan framburð. Útbúgvingar og gransking eru altavgerandi fyri nýbrotum og framburði. Ja, tit eru farin at gera rættu­ liga nógv burtur úr útbúgvingum. Er tað fyri at tekkjast teimum ungu? ­ Tá ið vit hyggja nærri at tykkara veljaraskara, so er hann eyðkendur av at hava eina samanseting, har serliga eldri veljarar viga tungt. Tit hava eisini leingi drigist við heitinum Gamla Sjálvstýrið. Er hetta gamalsliga um at forkoma flokkinum? tíðindi 13 Framhald á næstu síðu Veljarar Sjálvst_risfloksins eftir aldur; samanbori_ vi_ allar veljarar landsins. (Í prosentum.) 7 24 9 28 10 23 12 16 20 18 16 19 0 5 10 15 20 25 30 18-24 25-34 35-44 45-54 55-64 65+ Prosent Ár Allir veljarar Sjálvst_risflokkurin Veljarar Sjálvstýrisfloksins eftir aldri, samanborið við allar veljarar landsins. (Í prosentum) Allir veljarar Sjálvstýrisflokkurin Kári P. Højgaard úr Saltangará er einsmalla umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum á Løgtingi Savnsmynd