Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 29. august 2007 14 tíðindi Tað er rætt. Vit gera nógv fyri at fáa yngri fólk uppí arbeiðið hjá flokkinum. Og vit gera nógv burturúr at fáa fleiri útbúgvingar í Føroyum. Fyri okkum hongur hetta saman. Skulu vit fáa ungar føroyingar at støðast í Føroyum, so mugu vit kunna bjóða teimum útbúgvingar. Tað kann vera heilar útbúgvingar, ella partar av útbúgving, so – hóast tey fara av landinum at taka eina langa útbúgving – so vilja tey kunna varðveita tilknýtið til føroyska samfelagið. Vit hava sett okkum sum mál, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgv­ ingar í Føroyum. Tá ið vit siga øll, so hugsa vit ikki bara um føroyingar, men hugsa okkum eisini, at útlendsk lesandi skulu kunna koma til Føroya í líka stórum tali, sum føroyskir ung­ dómar fara av landinum. Tað krevur eitt ódnartak. Onkur vil gálva og siga, at hetta er órealist­ iskt. Men tað er so tað, ið vit meta skal til fyri framhaldandi at kunna hava fólkavøkstur og búskaparvøkstur. Tað skal til fyri at fáa neyðugu arbeiðsmegina til tænastuvinnuna og til nýggjar vinnur. Stig fyri stig-politikkurin verður knýttur at Sjálvstýris- flokkinum, tá ið vit tosa um loysing og samband. Í dag kann vera ilt at fáa eyga á øðrum enn stig fyri stig-politikki, tá ið vit hyggja at føroysku flokkunum sum heild. Á pappírinum, ja. Men hyggur tú at tí, sum fer fram í dag, vil eg siga, at tað eru stórir munir. Sjálvstýrisflokkurin hevur leingi sagt, at vit eiga at fáa eina langtíðaravtalu við donsku stjórnina, har vit – stig fyri stig – minka um blokkin. Vit meta í dag, at vit eiga at kunna vera fíggjarliga sjálvbjargin innan 10 ár. Tá skal fult sjálvstýri, ella fullveldi um tú vilt, vera gjørligt, fíggjarliga og stjórnarliga. Hvat stig vit taka til ta tíð, verður Føroya fólk at gera av. Men vit eiga at geva fólki ein veruligan møguleika at taka støðu, uttan at pengar skulu liggja ímillum og forða. Vit hava eitt greitt mál og vilja arbeiða miðvíst fram móti hesum, stig fyri stig. Her er tað, at tann førdi politikkurin eftir okkara tykki forðar fyri, at nakað stig kann verða tikið yvirhøvur. Allar hesar verklagslógirnar, sum nú verða samtyktar, binda landskassan mong, mong ár út í framtíðina og koma at forkoma møguleikunum fyri at minka blokkstuðulin. Tú sært, at har tykist einki mark vera fyri, hvat ið verður samtykt í dag, tá ið tað snýr seg um tunlar, vegir og bygningar tey mongu næstu árini. Samanlagt verður talan um so mikið stórar upphæddir, at vit ikki kunnu vænta, at tað fer at bera til at minka um blokkin um somu tíð. Vit siga ikki, at samferðslukervið ikki skal útbyggjast. Men vit mugu hava realistiskar langtíðarætlanir við greiðum raðfestingum, har hugsað verður bæði um samferðslukervið og at fáa blokkin úr Danmark minkaðan. Grønur politikkur hevur tikið seg fram í flestu londunum rundan um okkum. Umhvørvi er eitt herróp, tit seta ovast á breddanum í eini landsnevndar- samtykt, ið varð gjørd fyri stuttum. Vit hava leingi eftirlýst ein miðvísan politikk, ið fær stovnar, vinnulív og privat húsarhald at brúka meira umhvørvisvinarliga orku. Allur avgjaldspolitikkurin má verða lagaður eftir hesum, so vit eggja til orkusparing. Og vit eiga ikki at fýra fyri at stuðla privatfólki, ið vilja royna alternativa upphitan av húsunum hjá sær. Landið eigur at ganga undan, m.a. við at stovnar undir landinum fáa álagt, at allar nýbyggingar og allar umbyggingar skulu hava orkusparing við í byggiætlanini. Landið eigur at ganga undan at fremja gransking og royndir innan fyri alduorku og vetni. Saman við útbúgving er hetta tað, vit seta fremst, nú vit um ikki so langa tíð skulu bjóða okkum fram á løgtingsvali. Um tit aftaná komandi løgtingsval kunnu koma í samgongu, hvørji málsøki høvdu tit lagt tykkum eftir at fingið? Tað verður nakað, ið flokkurin má taka støðu til, til ta tíð. Men persónliga vildi eg sagt mentamál. Tað hevði einki gjørt, um vit blivu „Fíniflokkur“ aftur. Vinnumál er eisini eitt málsøki, ið hevur áhuga. Eg skal ikki dylja útyvir, at eg havi Skálafjarðartunnilin í huganum, tá ið eg nevni hetta málsøkið. Eisini innan fiskivinnumál, er harðliga tiltrongt at fáa nýggjar kustar. Tá ið tú tekur hesi málsøki fram, hvat hugsar tú so serliga um at fáa framt í politikkinum í tí næsta valskeiðnum? Tá eg nevni mentamál, so er tað fyri at fáa nógv fleiri útbúgvingartilboð. Tað er alneyðugt at fáa játtanirnar til gransking upp á eitt væl hægri støði. Í vinnumálum liggur sum sagt nógv á láni viðvíkjandi broytingunum av jarðarlóggávuni. Orkupo­ litikkurin liggur eisini undir landstýrismanninum í vinnumálum, og eitt mál má verða, at vit í størst møguligan mun gera okkum óheft av innflutningi av olju til upphiting fyri í staðin at menna reinar varandi orkukeldur. At eg nevni fiskivinnuna, er tí at fiskivinnan framhaldandi er høvuðsvinna okkara. Og tað vil hon vera nógv, nógv ár afturat. Har kundu vit hugsað okkum at sloppið framat, so vit kunnu tryggja, at veiðan við Føroyar veruliga verður burðardygg. Annars so leggja vit dent á, at vit fáa ein effektivan politikk, ið tryggjar, at útlendingar ikki eiga meira í føroysku fiskiførunum enn tey loyvdu 33 %. Ja, og sum vit vóru inni á fyrr í samrøðuni, at peningurin fyri keyp og sølu av fiskiloyvum kemur landskassanum til góðar. Eru summir samgongu- møguleikar frægari enn aðrir, tá ið tit skulu fremja tað, tit seta tykkum fyri? Tað er ringt at svara hasum. Hatta er ein spurningur, ið vit taka støðu til, tá ið valúrslitið fyriliggur. Sjálvstýrisflokkurin er kanska meira enn nakar annar ein samgonguflokkur. At vit sum nú eru í andstøðu, er heldur undantak enn regul. Tó at tað kostar politiskt at sita í sam­ gongu, og verða við til at fremja neyðugar ópopulerar avgerðir, hevur Sjálvstýrisflokkurin altíð víst ábyrgd. Hann er tann flokkurin, sum oftast hevur verið við til at mynda samgongu. Vit hava verið í samgongu við allar flokkar, sum í dag mynda løgtingið. Og har vil eg siga, at tað hevur altíð ligið væl fyri at samstarva við hinar flokkarnar á tingi. Men tá ið tú spyrst, so kundi eg nevnt, at ein samgonga millum Sjálvstýrisflokkin, Tjóð­ veldisflokkin og Sambands­ flokkin hevði verið ein spennandi avbjóðing. Ella eg kundi nevnt eina samgongu saman við Javn­ aðarflokkinum og Fólkaflokki­ num. Also samgongur, har tit liggja mitt ímillum. Annaðhvørt millum loysingar- og sambandsflokk. Ella millum ein sosialistiskan og ein liberalistiskan flokk? Ja, har kenna vit okkum best. Sjálvstýrisflokkurin á løgtingi. Vald umboð. Seinastu tvey valskeiðini hevur Kári P. Højgaard verið einsamallur um at umboða Sjálvstýrisflokkin á løgtingi. Tað hevur verið lagnan hjá flokkinum at vera ein av teimum smáu flokkunum. Eftir seinna heimsbardaga hevur flokkurin fyri tað mesta havt 2 tinglimir. Onkuntíð, tá ið tað hevur bragdað, hevur flokkurin havt 3 umboð á tingi. Men onkuntíð eisini bert 1 tinglim. Sum nú. Eins og Sambandsflokkurin hevur Sjálvstýrisflokkurin góð hundrað ár á baki. Fyrstu mongu árini stríddust teir báðir einsamallir á tingi um at vera hin størri. Men tá ið aðrir flokkar, Javnaðarflokkurin og seinni Fólkaflokkurin bjóðaðu seg fram, fór Sjálvstýrisflokkurin niður í næstan einki. Eitt tíðarskeið undir krígnum átti hann einki umboð. Veljarakanningar sjáldan blíðir við Sjálvstýrisflokkin. Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hava veljarakanningar spátt, at Miðflokkurin fór at hava ilt við at klára upp um tinggáttina til eitt komandi val. Í onkrari kanning hevur hann ligið niðanfyri tey 3,7 prosentini. Í onkrari beint omanfyri. Seinasta kanningin hjá Gallup var tó av teimum frægu. Har fekk hann 5,5 prosent. Tað røkkur til tvey tingumboð. Háborgirnar í Suðurstreymoy og Eysturoy. Sjálvstýrisflokkurin hevur vanliga havt 3 háborgir: Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreymoy. Fyri at halda hesa støðuna hevur flokkurin aloftast havt landsstýrismann úr tí valdøminum, har tað ikki eydnaðist at fáa tingumboð valt. Í so máta er støðan hjá flokkinum kritisk í dag. Við bert einum tingmanni og í andstøðu er trupult at varðveita áhugan hjá veljarum uttan fyri Eysturoy, har Kári P. Højgaard. So fyri at yvirliva er umráðandi at fáa minst 2 umboð aftur á komandi vali. Og helst koma í samgongu aftur. Sjáldsama sterkur millum ungu veljararnar. Flokkurin verður javnan skýrdur at vera ein gamlamannaflokkur. Tað er neyvan heilt rætt, tí býtt upp á aldursbólkur, so stendur hann sterkur í øðrum hvørjum aldursbólki, taka vit teir úr einum enda. Men at alt hetta tosið hevur ørkymlað floksleiðsluna, kundi okkurt bent á, nú flokkurin brynjar seg til val við herrópum um útbúgvingar til øll og reint umhvørvi. Samgonguflokkur fyri tað mesta. Sjálvstýrisflokkurin er tann flokkurin, sum hevur sitið í flestum samgongum. 16 tilsamans. Og 41 ár ella tveir triðingar av tíðini, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Tað metið tekur eingin flokkur, hóast onkur er farin at nærkast. Samgongusniðini hava verið so mong. Mið- høgra, mið-vinstra, sjálvstýrissamgongur og heimastýrissamgongur. Sum miðjuflokkar hevur mangan borið til at sloppið uppí part. Trupulleikin plagdi at vera, tá ið tveir flokkar eru nóg stórir og ikki hava fyri neyðini at hava Sjálvstýrisflokkin. Ella – sum tað hevur verið síðani miðskeiðis í 70-árunum – at 3 stórir finna upp á at leita saman. Løgtingsval Veljarakanningar 20.01.2004 Juni 2006 Des 2006 Des 2006 Jan 2007 Mai 2007 Aug 2007 4,6 4,4 3,2 5,5 3,2 2,1 5,3 Fynd Gallup Fynd Gallup Gallup Gallup Sjálvstýristingmaðurin á heimabeiti. Kári P. Højgaard, sum er valdur í Eysturoyar valdømi, er heitur talsmaðuri fyri at gera Føroyar til eitt valdømi Savnsmynd