mikudagur 29. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 29. august 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Arnhold Jespersen, Trongisvági, andaðist í
heiminum mánadagin 27. august, 93 ára gamal.
Amon Djurhuus á Glyvrum andaðist mánadagin
27. aug, 80 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum
í Glyvra Kirkju mikudagin kl. 17. Jarðarferin
verður úr Glyvra Kirkju hósdagin kl. 13. Tey í vilja
minnast Amon kunna senda eina peningagávu á
konto í Eik
Eirikur Dam, Streymnes, ættaður úr Kvívík,
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 27.
august, 58 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
30. august. Benjamin. Dagsins navn sipar til yngsta
son Jákups við Rakul, (1. Mós. 35,18). Navnið merkir
eydnusonur.
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 31. august kl.
16 til 18 letur ein framsýning
við verkum hjá listamannin
um Arnold Vegghamar upp
í Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Talan er um eina 70 ára
føðingardagsframsýning.
Arnold Vegghamar hevur
fylt 70 ár í ár. Hann er fødd
ur í 1937, er útbúgvin silv
ur og gullsmiður og býr á
Viðareiði.
Í Føroyum hevur Arnold
Vegghamar m.a. havt stak
framsýningar við málning
um í Listaskálanum og ver
ið við á Várframsýningum.
Í Danmark hevur hann m.a.
sýnt fram í Sønderborg,
Hirtshals og í Galleri Sct.
Gertrud í Keypmannahavn.
Framsýningin
verður
opin til 13. september, týs
dag til fríggjadag kl. 15 til
18 og leygardag kl. 16 til
18.
Arnold Vegghamar í Galerie Focus
Ein framsýning hjá listamanninum Arnold Vegghamar letur upp í Galerie Focus fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Hugleiðingar um
Krossá í Kaldbak
Krossá manga góða løtu mær hevur givið
summarkvøld við demningum og syngjandi fugli.
Ein ongantíð úr eygsjón av ommu og abba bleiv
Minnini tit góvu mær ei eg gloymi.
Fuglarnir, hundarnir, ketturnar, seyðurin
eitt samfelag við lívi og kærleika.
Søguna um Jesus pápa vit mangan fingu
tøkk eiga omma og abbi fyri tað.
Á kvøldarstund frásagnir í køkinum vóru
ein trygt kundi leggja seg við friði.
Áin ei úr mínum tonkum fer
Minini ei eg vil gloyma um Krossá.
Steinbjørn Viggosson Olsen
Mynd frá ”Realskúlaframsýningini
191666”, sum Jórunn Dánjalsdóttir
skipaði fyri í Kommunuskúlanum í
Havn frá 23. juli til 4. august 2007.
Realkúlaflokkur í 1964. Aftasta
rað f.v.: Kári Davidsen, Anfríði Dam
Jacobsen, Allan Brockie og Eivind
Dalsgarð
Miðraðið f.v.: Krisjan Dahl, Jógvan
Christiansen, Torfinn Hansen (Kanada),
Herluf Lützen, og Bogi Davidsen
Fremra rað f.v.: Dagbjartur Johan
sen, Lis Djurhuus (Hammer), Kristina
Abrahamsen (DK), Ása Sørensen (á
Mýrini) og Olaf Johansen
Myndaeigari: Jógvan Christiansen
Realkúlaflokkur í 1964
Færøernes Mellem- og Realskole