mikudagur 29. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 166 • 29. august 2007
húsarhaldsskúla, og síðani fór
hon at arbeiða á sjómansheimi
num Bethel, sum liggur í Nyhavn
í Keypmannahavn. Tað eydnaðist
henni at koma heim beint áðrenn
kríggið brast á.
Í 1940 giftust Simona og Sám
al, og tey fingu tískil bert fýra
ár saman. Eitt sum Maria hevur
fingið at vita um pápa sín er, at
hann hevði keypt henni einar
skógvar í Íslandi at hava heim við.
Sámal var sonur Elspu og
Petur Kristian Petersen. Hann var
ættaður úr Ólastovu í Syðrugøtu.
Sámal og Simona búðu í Rituvík,
og skuldu fara at byggja. Viðurin
var komin til húsini, men so hendi
vanlukkan hjá hesi lítlu familju.
Tá ið Sámal fórst, flytir Simona
heim aftur til foreldrini, sum
vóru Anna Martina og Andreas á
Rætt uttarlaga í Syðrugøtu. Her
búði Simona allar sínar dagar,
og hon var væl fyri nærum til tað
seinasta.
Simona var óføra røsk at arbei
ða, og hon arbeiddi leingi við at
binda hjá Suffíu Gregersen, sum
var upprunin til tað virksemi, sum
seinni gjørdist Tøtingarvirkið í
Gøtu.
Petra hja Soffíu tekur til,
hvussu lagalið Simona var tá ið
okkurt óvanta stakk seg upp. Tá
var Simona altíð tøk.
Foreldrini vóru stórur stuðul
hjá henni, og tey høvdu góða
umsorgan fyri døtrunum hjá
Simonu. Minnist annars tey sum
elskulig menniskju.
Naena, sum er ættað úr Syðru
gøtu, minnist Simonu sum eitt
ediligt menniskja. Hon hevur
eitt minni um hana, sum sigur
meira enn nógv orð. Mamma
Naenu, Perlina, var eina tíð
nakað sjúklig, men Simona var
altíð fús at hjálpa teimum við
konufólkaarbeiði í húsinum og
kom hetta sera væl við. Sum ung,
áðrenn hon fór niður, arbeiddi
Simona á sjómansheiminum í
Havn. Tey jólini, sum Simona var
á sjómansheiminum, var mamma
Naenu innløgd á sjúkrahúsinum.
Fremsta minnið hjá Naenu frá
hesum jólum var, at Simona
hevði keypt teimum hjá Perlinu
eina konfekteskju. Eitt var, at slík
konfekt var sera forkunnugt tá,
men hetta var keypt av eini løn,
sum neyvan hevur verið tann heilt
stóra. Hetta hevur Naena ikki
gloymt Simonu, hóast 70 ár eru
liðin!
So fara vit at skoyta uppí, at
sambært Mariu, dóttir Simonu,
var mamma hennara sera
hugtikin av Miðvikuni, og lasa
hana við áhuga hvørja ferð.
Mamma Naenu var úr Rituvík,
og hon minnist, hvussu tað
varð at bíðað eftir tíðindum
um Verdandi. Men tey komu
ongantíð.
Mostir Naenu, Anna, búði eisini
í Gøtu. Hon var í hesi tíðini farin
til Rituvíkar til eina jarðarferð.
Hon greiddi frá, at Símun á Høga
bóli, reiðarin á Verdandi var eisini
við til jarðarferðina, men hann
kom ongantíð úr bilinum. Tað
hevur staðið nógv á honum sum
vituligt er.
Um onkur hevur nakað at leggja
afturat søguni um Verdandi vilja
vit fegin frætta.
Her kann kortini leggjast
afturat, at sambært Niels J Arge,
mettu íslendskir myndugleikar,
at skipið var farið av krígsávum,
men hetta er sera óvist.
Teir sum fórust við
Verdandi vóru:
Óli Larsen, Oyrabakka, skipari,
55 ár
Jens Knudsen, Saltangará,
bestimaður, 39 ár
Frants Davidsen, Strendur,
motorpassari, 32 ár
Niels Jacobsen, Streymnes,
kokkur, 48 ár
Samuel Petersen, Rituvík,
29 ár
Olaf M Larsen, Oyrarbakki,
22 ár
Christian Marius Sofus
Frederik Højgaard, Rituvík, 50 ár
Petur A. Larsen, Oyrarbakki,
25 ár
Bill Justinussen, Glyvrar, 21
ár
Ernst Petersen, Rituvík, 22 ár
Daniel Jacob Henning
Højgaard, Toftir, 25 ár
Olaf J Larsen, Fuglafirði, 43 ár
Han Pauli Frederik Højgaard,
Rituvík, 22 ár
Thomas Jacob Høj, Strendur,
43 ár
Oliver Mikkelsen, Syðrugøtu,
38 ár
Allir menn í besta aldri.
Tórhallur: Funnu
snurrivoddið aftur
Eg var tvey ár á Siglufirði. Ein
skipari, sum lá sjúkur á sjúkra
húsinum, har eg var pedellur,
hevði ein bát, sum var 24 tons.
Hann royndi við snurriváð, og eg
fór við honum. Vit fóru vestur í
Skagafjørðin, og vit kastaðu. Men
tá høvdu teir gloymt at sjekla
greiðirnar saman, so vit mistu
alt. Tá ið endin fór var skiparin
ikki blíður. Vit máttu fara at fáa
fatur aftur á reiðskapinum. Tað
gekk ikki væl í hond. So sigi eg
við skiparin: ”Vit eru ikki har
voddið liggur.” Eg bað hann
sigla nakað. Tá ið vit steðgaðu,
kastaðu vit dreggið út, og vit
fingu fast beinanvegin. Hetta helt
hann vera fantastiskt. Eg haldi,
at hann kom at halda so nógv av
mær. Tá ið hann fór at fáa sær at
eta ella at sova, skuldi eg vera
í stýrihúsinum. Vit fingu nógvan
fisk, og eg var nakrar mánaðir við
honum. Tá bleiv hann sjúkur.
Á sild
Tá fór eg við einum báti frá Vest
mannaoyggjunum. Vit fóru á sild
við snurpunót. Teir vóru tríggir
beiggjar, sum áttu hann. Báturin
var um 80 tons til støddar. Teir
vóru av raskastu monnum og
fittir at vera saman við. Vit fingu
nógva sild.
Vit fiskaðu út frá Siglufjørði
num, har tað var sera stórt virk
semi við sildaveiðu og virking av
sild. Í sildatíðini, sum var frá juli
og út í september, kom ein hópur
av skipum til Siglufjarðar at veiða
sild. Higar komu eisini útlendsk
skip sum svensk og norsk.
Her kann greiðast frá eini stutt
ligari søgu, sum ein íslendskur
fiskimálaráðharri fortaldi á einum
norønum fiskivinnufundi fyri
nøkrum árum síðani.
Skipini lógu ofta inni, tá tað
ikki var veður at fiska. Tá var
eisini farið í dans, tað vóru
nógvir mans. Tað hevur eisini
verið drukkið. Hetta førdi ofta
til slagsmál millum tær ymisku
tjóðirnar. Men so kom politiið
ofta uppí leikin, og tá fóru allir
í part at berjast móti politinum!
Hetta var brúkt sum dømi um
týdningin av samanhaldi.
Sildin hevur eina áhugaverda
søgu í Íslandi. Norðmenn
byrjaðu longu í 1800 talinum
at hava áhuga fyri íslendsku
sildini. Men søgan um íslendska
sildaævintýrið byrjaði í 1903, tá
tað eisini var byrjað við snerpi
nótaveiðu. Virksemið varð í
nógvum býum á Norðurlandinum
og Eysturlandinum. Men serliga
á Siglufjørðinum kom sildin at
hava stóran týdning. Virðið av
samlaða sildaútflutninginum
gjørdist upp til 35% av samlaða
íslendska fiskaútflutninginum.
Bert Siglufjørður kundi umboða
upp til 20% av útflutninginum.
Fyrsta sildaverksmiðjan kom
á Siglufirði í 1911. Higar komu
10.000 fólk alla møguliga staðni
frá at fáa sær arbeiði. Tá ið
illveður var lógu hundraðvís av
skipum á fjørðinum.
Sild hevði stóran týdning sum
føði hjá europearum gjøgnum tey
bæði heimskríggini. Sildatíðin
endaði seinast í 60unum.
Í dag er eitt minnissavn á
Siglufirði, har tað ber til at
kunna seg um hesa tíðina. Tað
ber til at fáa meira at vita við at
fara inn á Google: ”Siglufirði”.
Fyrsta tilvísingin er til hetta
savn. Eisini skipa teir fyri árligum
Sámal og Simona giftast í 1940. Tey vóru ung og alt bendi á eina ljósa
framtíð
Her er Maria, dóttir Sámal, niðri á kajuni í Rituvík og sigur pápa sínum
farvæl hansara seinasta túr, tá ið hann ikki kemur aftur. Konan er Edith,
gift við Frederik Olsen
Í 1944 druknar Sámal frá konu og tveimum døtrum, 3 og 1 ára gamlar.
Henda myndin er tikin júst um hesa tíðina