Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 29. august 2007 21 tíðindi Soleiðis kundi yvirskriftin ljóðað í Sosialinum, fríggja­ dagin farna, um Sosialurin gjørdi sítt arbeiði til lítar, har Sands Kommuna, og serliga Páll á Reynatúgvu, verða ógvuliga eintýðugt lýst, uttan at koma til orðanna. At Páll á Reyna­ túgvu, borgarstjóri, er á fundi hjá Kommunusam­ skipan Føroya, júst tá ið Sosialurin ringir, er eingin orsøk til ikki at lýsa málið frá tveimum síðum. Søgan um Timburhandilin á Sandi Tað varð eitt stórt frambrot fyri Sandoyggjafólk tá ið, Havnar Timburhandil fyri nógvum árum síðani lat upp lokala deild í Sandoynni, nevnd Sandoyar Timbur­ handil. Somikið meira kedd vóru vit sum kundar, tá ið Sandoyar Timburhandil lat aftur á sumri 2004. Sand­ oyar Timburhandil hevði í tjúgu ára langa tíðarskeið­ num bøtt munandi um økið og bygningin hjá Sands Kommunu. Ábøtur sum rættvísgjørdu at leigan, ið var 1500 kr. um mánaðin, ikki varð dagførd frá tí at Sandoyar Timburhandil flutti inn, til hann flutti útaftur. Tíbetur er tað soleiðis her í lívinum at har summ­ ar hendur sleppa, taka aðrar við. Soleiðis eisini við Timburhandli á Sandi. Tí tíðindini um at Sand­ oyar Timburhandil lat aftur, vóru ikki meira enn komin á breddan í lokal­ umhvørvinum, tá ið tveir aðrir partar við áhuga fyri sama virksemi, vendu sær til Sands Kommunu, við tí fyri eyga at leiga hølir og lendi til timburhandil á Sandi. Timburhandil á lendi hjá komandi barnaskúlanum 28. juni 2004 samtykkir samt kommunustýri (Páll á Reynatúgvu, Tórur Johanne­ sen, Jóhan Petur í Soylu, Birgir Mohr, Eyðun Viderø og Eli Hentze, Jonna Krog Poulsen var burturstødd) at gera skúlaøki á matr nr. 111, har sum Sandoyar Timbur­ handil helt til. Økið er í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu lagt út til almenn­ ar stovnar, øki D., og er sostatt hvørki vinnu ella handilsøki. Barnaskúlin á Sandi er frá 1884, og er hóast ábøtur seinastu árini, als ikki tíðarhóskandi. Allir listar til kommunuval á Sandi seinastu tvey valini, hava havt nýggjan barna­ skúla á valætlanini, og fyri 6 árum síðani varð nevnd sett at fyrireika nýggjan barnaskúla. Skúlastýri, lærarar og kommunustýris­ limir, sum saman við arki­ tekti, hava gjørt eitt vælaarbeiði í fleiri ár. Trupul støða Sostatt gjørdist tað ein trup­ ul støða hjá kommunu­ stýrinum, samstundis sum kommunan fyrireikaði barnaskúla á økinum, at taka støðu til enn eitt leigumál til timburhandil har. Atlitini til timburhandil vunnu í fyrsta umfari. Ikki minst tí at fyrireikingarnar til skúlan ikki vóru komnar á mál, og at táverandi kommunustýri bert hevði hálvt ár eftir at virka í. Kortini var eingin í kommunustýrinum áhugaður í at niðurbinda økið í eitt longri áramál. Alt talaði fyri einari fyribilssloysn, tí vit hildu tað ikki vera rímiligt at eitt nýtt kommunustýri, um tað ynskti og megnaði at fara undir barnaskúlan, ikki skuldi hava møguleikan til tess. William Davidsen fær leigumálið Av tveimum egnaðum umsøkjarum, fær William Davidsen økið til leigu. Kommunustýrið viðgerð málið á fundum tann 28, 29 og 30 juni 2004. Báðir umsøkjararnir eru á fundum við kommunustýrið. Endaliga einmælta sam­ tyktin á fundi tann 30 juni er orðarætt soljóðandi: “ Leiga av hølunum, har Sandoyar Timburhandil hevur hildið til. Kommunu­ stýrið samtykkir at leiga øki og bygning har Timbur­ handilin hevur hildið til, til William Davidsen”. Tey ið vóru á fundi: Páll á Reynatúgvu, Tórur Johannesen, Jóhan Petur í Soylu, Birgir Mohr, Eli Hentze, Eyðun Viderø. Eingin treyt er nevnd í gerða­ bókini, men einki er at ivast í at talan var um eina fyribilssloysn, fyri at hjálpa einum timburhandli til ein lætta byrjan, nú hølir og lendi vóru klár at flyta inn í beinanvegin. Leigukostnaður er ikki umrødddur yvir­ høvur. Í kunningarskrivinum til borgararnar, frá Sands Kommunu eftir fundin, er upplýst at Timburhandilin Sand hevur fingið hølir og lendi til leigu, í eitt tíðar­ skeið á, upp til trý ár. Timburhandilin Sand hevur ikki, hvørki munnliga ella skrivliga víst ónøgd við hesa tulking av kommunlu samtyktini. Eingin leigusáttmáli Eingin leigusáttmáli er gjørd­ ur millum Sands Kommunu og Timburhandilin Sand um leiguviðurskiftini millum partarnar. Timburhandilin Sand hevur ikki vent sær til kommununa um hesi viður­ skiftir, hvørki munnliga ella skrivliga. At leigusáttmálin ikki varð gjørdur er treyta­ leyst mín ábyrgd, men kann møguliga verjast við at talan jú bara var um eina fyri­ bilsloysn, sum gekk beint móti samtyktu skúlaætlanini hjá kommununi. Timbur­ handilin Sand flytir inn í hølini og keypir ein part av ikki naglafasta innbúgvinum bíliga frá undanfarna leigararnum, og alt er so sára gott. Byggja nýggjan skúla Nývalda kommunustýrið heldur í semju áfram við fyrireikingini av skúlabygg­ ingini. Sum natúrligt er, tí báðir listar til kommunu­ valið, hava havt nýggjan barnaskúla ovast á bredda­ num í valagitatiónini. William Davidsen er vara­ limur á listanum, sum er í samstarvi við listan har borgarstjórin er valdur. Á fíggjarætlan vera pengar settir av til endamálið og eingin í kommunustýrinum mótmælir. Samstundis gerst greitt at Timburhandilin Sand má fyrireikast uppá flyting nú skúlabyggingin nærkast. Offra kommunala skúla­ økið fyri egnan handil 29. maj 2006 fær Sands Kommuna umsókn frá Williami Davidsen, um loyvi at keypa bygning og øki, har Timburhandilin Sand heldur til, orðarætt endurgivið, “tí økið er sera væl egnað til hetta slag av virksemi”. Kommunustýrið velur kort­ ini at halda seg til byggi­ samtyktina fyri økið og ætl­ anina við nýggjum barna­ skúla. Men í eini roynd at loysa viðurskiftini við Timburhandilin Sand, á ein lagaligan hátt, fara vinnu og tøkninevndin, saman við borgarstjóranum í samráð við Timburhandilin Sand um viðurskiftini millum partarnar. Vinnuøki til Timburhandilin Sand Farið verður inn í samráð við Timburhandilin Sand um at útvega annað lendi til timburhandilsendamál. Ástaðarfundir verða hildnir á tveimum møguligum økjum í kommununi, og semja er millum partarnar um at Timburhandilin Sand, skal senda umsókn um keyp av lendi á u.l. 2500 fer­ metrar, av vinnuøkinum úti í Støð. Umsóknin verður viðgjørd á fundi tann 14/6­ 2006, har tað verður ein­ mælt samtykt at selja økið til umsøkjaran fyri einans 15 kr. fermeturin, svarandi til 37.500 kr. Umbøn um frá­ matrikulering varð beint eftir, send matrikulstovuni. Á fundi vóru: Páll á Reyna­ túgvu, Tórur Johannesen, Lis Clementsen, Bjarki Henriksen, Lis Clementsen og Fríði Nolsøe. Jógva K. Mortensen møtti ikki. Timburhandilin Sand uppsagdur Nú metti kommunustýrið seg hava gjørt sína skyldu, við at útvega Timburhandli­ num Sand, nýtt byggiøki, og sum beinleiðis avleiðing av tí, er mál fyri á kommunu­ stýrisfundinum tann 26. juni 2006, har leigumálið á matr. nr. 111 verður uppsagt frá 1. juli 2006 til at vera úti tann 1. januar 2007. Semja er eisini um í kommunu­ stýrinum at tað vera ikki ein, tveir, ella tríggir mánaðir, sum skilja partarnar. Tey sum atkvøddu fyri upp­ søgnini vóru: Páll á Reyna­ túgvu, Tórur Johannesen, Lis Clementsen, Bjarki Henriksen, Poul Klementsen og Fríði Nolsøe. Jógvan K. Mortensen atkvøddi ímóti. Henda niðurstøða komm­ unustýrisins er fráboðað Timburhandlinum Sand skrivliga. Í skrivi frá Timburhandli­ num Sand, sum verður lisið upp á kommunustýrisfundi tann 22. septembur 2006, heitir Timburhandilin Sand á kommunustýrið, um at leingja freistina til á heysti 2007. Kommunustýrið viðgerð kortini ikki spurn­ ingin av nýggjum og upp­ søgnin stendur við. Kommunustýrið er tó framvegis samt um at tað ikki vera ein, tveir, ella tríggir mánaðar, sum koma at skilja partarnar. Skeytið klárt til vinnuøki 29. januar er uppskot til skeyti til matr.nr 171c (vinnuøkið til Timburhand­ ilin Sand) fyri á kommunu­ stýrisfundi. William Sand Davidsen, sum nú er komm­ unustýrilimur, fyri Jógvan Krog Mortensen, (í farloyvi) luttekur á fundinum. Samt kommunustýri samtykkir at selja og skeyta matr.nr 171c. til Timburhandilin Sand. Páll á Reynatúgvu, Lis Clementsen, William Sand Davidsen, Poul Klementsen, Tórur Johannesen, Bjarki Henriksen og Olga Foss­ dalsá (fyri Fríða Nolsøe í farloyvi) eru á fundi. William Sand Davidsen var ikki á fundi meðan tað málið varð viðgjørt. Skeytið er tinglisið tann 20. februar 2007 í navninum hjá s/pf Timburhandilin Sand. Hóast skeytið greitt tilskilar hvat, og hvar, skal gjaldast fyri skeytið, so vóru pengarnir ikki fluttir Sands Kommunu, fyrr 23. august 2007. Tveir dagar fyri at Sosialurin bar fram sína søgu um viðurskiftini mill­ um Sands Kommunu, borgar­ stjóran Páll á Reynatúgvu, og Timburhandilin Sand. Skúlin ávegis, men eingin umsókn um byggiloyvi til timburhandil Fyrireikandi arbeiðið við nýggjum barnaskúla, varr nú komið somikið áleiðis at kommunustýrið á fundi tann 21. maj 2007 samtykti einmælt at fara undir at byggja nýggjan barnaskúla og at gera bindandi partalags­ avtalu, við Selmar Nielsen, arkitekt og byggifyritøkuna Articon. Á fundi vóru: Páll á Reynatúgvu, Tórur Johannesen, Lis Clement­ sen, Poul Klementsen, Fríði Nolsøe, Bjarki Henriksen og William Sand Davidsen (fyri Jógvan Krog Mortensen í farloyvi). Hóast hesa gongd er eingin umsókn frá Timburhandli­ num Sand komin, um byggiloyvi til nýggjan timburhandil, og eingi tekin um at Timburhandilin ætlar sær at fara av økinum teir leiga á. Beint áðrenn evstu freist fyri síðsta kommunustýris­ fund áðrenn summarfrí­ tíðina, ringir undirritaði til William Sand Davidsen, og heitir á hann um at fáa inn eina umsókn um byggiloyvi á grundøkinum matr.nr. 171c, so kommunustýrið fær viðgjørt málið áðrenn summarfrítíðina. Henda umsókn varð viðgjørd á kommunustýrisfundi 2. juli 2007. Kommunustýrið samtykti einmælt at játta byggiloyvi, so sum søkt er um, og sambært byggi­ samtyktin fyri økið. Av tí at tekningarnar ikki vóru serliga fullfíggjaðar, treytaði kommunustýrið sær at støðuplanur, og til og frá­ koyring til virkisbygningin, vera viðgjørd í samráð við vinnu og tøkninevndina. Borgarstjórin fekk álagt at tryggja sær at grundøkið varð goldið, áðrenn at byggiloyvi varð útskrivað. Byggiloyvið lá klárt dagin eftir fundin, og hóast tele­ fonáheitanir á William Sand Davidsen um at gjalda, so hendi hettar ikki fyrr enn tann 23. august 2007, hálvt ár eftir at vinnugrundøkið var tinglisið í navninum hjá Timburhandlinum Sand. Sands Kommuna skyldar ikki Timburhandlinum Sand nakað Sands Kommuna sendi tann 7. juli 2006 rokning til Timburhandilin Sand, áljóðandi 84.000 kr fyri tíðarskeiðið oktobur 2004 til juli 2006. Rokningin varð ikki útgreinað, men grund­ arlagið varð onnur leigumál á eitt nú havnaøkinum. U.l. 2000 fermetrar á 18 kr. fermeturin um árið fyri leigu av planeraðum lendi. Harafturat ein handil og timburhøll á 224 fermetur, fyri 1000 kr. um mánaðin. Bara tryggingarkostnaðurin av bygninginum kostar Sands Kommunu 2222 kr. um árið. Alt í alt má tað sigast at vera sera, sera lagaligar leigutreytir. Timburhandilin Sand hevur dags dato ikki goldið eina krónu í leigu fyri leigaða økið. Aftaná at pengarnir fyri rokningina frá 7. juli í fjør ikki vóru goldnir, byrjaði Sands kommuna at afturhalda gjald fyri vørur keyptar í Timburhandlinum Sand. Fyri á tann hátt at tryggja kommununi tað vantandi leigugjaldið. Leiguskuldin hjá Timburhandlinum Sand, til Sands Kommunu er nú 140.000 kr., meðan Sands Kommuna afturheldur gjald fyri um 50.000 kr. til Timburhandilin Sand. Skuldin hjá Timburhandli­ num Sand, til Sands Kommunu er sostatt 90.000 kr., aftaná at vinnu­ grundøkið er goldið. Hvør mótarbeiðir hvørjum? Sands Kommuna vónar við hesum upplýsingum, sum allar kunnu skjalprógvast, at hava givið øllum lesarum hjá Sosialinum eina rættvísa mynd av viðurskiftunum millum Sands Kommunu, Páll á Reynatúgvu, borgarstjóra og Timbur­ handilin Sand. Eina mynd sum átti at fingið innivist í Sosialinum, sama dag sum herferðin móti borgar­ stjóranum, varð varpað út í hvønn krók í landinum. Undirritaði tekur fegin móti einari umbering fyri viðferðina. Líta frameftir Av privatum áðum, sum óneyðugt er at koma inn á, sá undirritaði at orkan varð betur farin enn til slíka viðferð. Heldur enn at dvølja í gomlum gruggi, velur undirritaði at hyggja frameftir og gleðast um at spírandi vinnuvirksemi í bygdini, gongur hond í hond við politisku ætlanunum um nýggjan barnaskúla í bygdini. Júst sum hesar reglur verða skrivaðar, hevur umframt Timburhandilin Sand, eisini byggifyritøkan Settlers, í dag ognað sær vinnugrundøkið í bygdini. Og triðja grundøkið verður vantandi avhent á komm­ unustýrisfundi í kvøld. Við komandi Sandoyar­ tunnlinum eigur Sands bygd, saman við hinum bygdunum í oynni, eina bjarta framtíð. Latið okkum leggja alla orku í at gagnnýta tann møguleikan á besta hátt. Vegna Sands Kommunu Viðmerking: Sosialurin gjørdi sær ómak fríggjadagin at fáa fatur á Páll á Reynatúgvu. Vit ringdu heim, ringdu á kommunuskrivstovuna, ringdu á skrivstovu Tjóð­ veldisfloksins ­ tí boðini vóru, at hann var á fundi í Havn, at fartelefonin var út­ brend, og at løðarin lá eftir á kommunuskrivstovuni á Sandi. Hevði hann lagt boð eftir seg, kundu vit ringt til kommunusamskipanina. blaðstj. Timburhandilin Sand keypt vinnugrundøki á Sandi! borgarstjóri Páll á Reynatúgvu