Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 166 - 29. august 2007 Nú eru tey sjálvsøknu ”vaksnu” aftur úti og vilja hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Tað er tekin um stuttskygni og vantandi umsorgan fyri næstanum, tá fólk siga, at tey vilja hava sølu av rúsdrekka í handlunum. Fremsta kravið til ein ”vaksnan” er, at hann uppførir seg sum ein vaksin. Og vaksin merkir, at man tekur tørvin hjá teimum yngru fram um sín egna. Tørvin hjá barninum, unglinginum og næstanum sum heild. Tað gera tey ikki, sum vilja hava rús­ drekkasølu í handlarnar. Dimmalætting hevur spurt nøkur fólk, hví tey vilja hava rúsdrekkasøluna í handlarnar, og nøkur av svarunum vísa týðiliga, at egin atlit liggja fremri enn atlit at øðrum: Ein sigur: Og so er tað eisini keðiligt, at man skal planleggja at keypa rúsdrekka. Ein annar sigur: Hví skal man standa í kø haruppi? Brúka óneyðuga tíð og bensin? Og ein triði sigur: So sleppur man frá at fara í rúsuna. Tað er ikki altíð man hevur tíð at fara hagar. Men kanska tað virkar avmarkandi í sjálvum sær. Tað undrar meg almikið, at ongin hugsar um børnini og teirra gerandisumhvørvi, ella tey sárbæru ungu, sum eru skjót at fella hendan ella hinvegin. Ein aðaluppgáva hjá lóggevarum er at skapa eitt trygt samfelag fyri børn og ung. Tað verður ikki gjørt við at fylla teirra umhvørvi við rúsdrekka og við at ”venja” tey við sterka løgin. Fólk gerast full av rúsdrekka Fyri at undirstrika vandan, sum stendst av rúsdrekka, er neyðugt at nevna, at talan er um RÚSdrekka, tvs. rúsandi løg, sum ger, at fólk gerast full. Viðhvørt kann man loyva sær at ivast, um fólk veruliga geva sær far um vandan. Tí tá fólk gerast full, eru tey óegnað - at arbeiða - at ferðast í ferðsluni - at luttaka í orðaskifti - at uppala og vegleiða børnum og ungum - at umboða land og myndugleikar - at taka neyðugar avgerðir, sum tí mugu útsetast - at hava tamarhald á kenslum, sinni, rørslum, pengum, tankum o.m.a. Og harumframt er vanligt, at jøvn og áhaldandi nýtsla av rúsdrekka gerst ein vandi fyri - heilsuna og harvið heilsu- verkið, almannaverkið og fíggjarlógina - familju og hjúnarband - onnur í nærumhvørvinum - arbeiðspláss - pengapungin Avleiðingar kunnu gerast - sosialir sorgarleikir - knúst heim - børn í sálarligum trupul- leikum - harðskapur, ágangur og happing - einsemi Alt hetta sigur okkum, at rúsdrekka ongantíð verður ein vanlig gerandisvøra, sum kann sammetast við viðskera, frukt og grønmeti. Tí ongar av hesum vørum hava tær álvarsligu avleiðingar, sum vístar eru omanfyri. Rúsdrekka er ein vøra, sum má handfarast við størsta varsemi ájavnt við sterkan heilivág. Tí eiga vit framhaldandi at hava einkarsølu á sama hátt, sum vit hava einkarsølu á apotekunum av sterkum heilivági. Uttanlands Í greinini í Dimmalætting sigur Bjørg Jacobsen, etnologur, m.a. at Føroyar er sum ein ostaklokka og hevur tú t.d. ikki búð uttanlands, so veitst tú heldur ikki, at skipanirnar aðrastaðni rigga væl, og at tað ber til at keypa sær vín, øl og rúsdrekka í handlunum. Ikki veit eg, hvaðani hon hevur hesar upplýsingar, men um ”uttanlands” er í Danmark, sum tað er hjá flestu føroyingum, ið nýta tað hugtakið, haldi eg ikki, at skipanin riggar serliga væl. Har er miðalnýtslan fleiri litrar omanfyri miðalnýtsluna í Føroyum, og Danmark hevur ovurstórar trupulleikar av rúsdrekkanýtsluni. Grønland kann hon so ikki meina við, tí har eru sosialu trupulleikarnir av rúsdrekka vanlukkuligir. Hini norðurlondini hava einkarsølu eins og Føroyar, og har er miðalnýtslan á heldur lægri støði. Nei, latið vera við at trútta niður í væl upplýst fólk, at frí rúsdrekkasøla er gongda leiðin; vit vita øll betur. Børnini Eg kenni ongan smádrong ella smágentu, sum eru stolt av at leiða sín hálvfulla pápa oman eftir Áarvegnum á Ólavsøku. Heldur ikki eru tað mong børn, sum reypa av, at pápi og enn minni mamma teirra eru full ella drekka. Tey royna at goyma tað og finna neyðugu undan- førslurnar fram, tá tað er neyðugt. Sum heild gongur okkara egoisma út yvir børnini, og tey gerast altíð tapararnir, tá rúsdrekka verður nýtt. Vit eiga ongan- tíð at skapa eitt samfelag, sum tekur tørvin hjá teimum vaksnu fram um tørvin hjá børnunum. Og kunnu vit bjarga børnunum undan óneyðugum trupulleikum við at hava eina avmarkandi rúsdrekkalóg við einkarsølu, so eiga vit at gera tað. Tað er lætt at fáa fatur á rúsdrekka, tí einkarsølan er opin allar vanligar dagar. Tí er ongin orsøk til at gera tað enn lættari, tí børn, ung og veikar sálir gerast tapararnir. Latið okkum sum vaksin seta okkara egnu tørvir til síðis til frama fyri tey, sum eru veikari enn vit, so vísa vit samfelagssinni. Vit eiga ikki at nýta fleiri kreftir og tíð upp á at koma í EFTA/ EBS um vit satsa uppa menning. Hinvegin er ES lima- skapur ella atlimaskapur avgerandi fyri vinnuna og føroya fólk sum heild, og vit eiga at taka hetta álvarsama mál upp og viðgera tað ongantíð og skjótt. Heldur enn at síggja trøll á alljósum degi, hvørja fer ES verður nevnt, mugu vit viðgera hendan spurning í størsta álvara, tí áhaldandi menn- ing av okkara samfelag hongur tætt saman við ES limaskapi. Eigur mál okkara ikki verða at skapað bestu for- treytir og bestu livilíkindi fyri øll sum búleikast her á klettunum? Eiga vit ikki at skapa bestu fortreytir fyri okk- ara ungu? Eigur okkara mál ikki veðra at blíva ein partur av eini eind har multi- lateral átøk, demokrati, umhvørvi, fríhandil – har vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi virka frítt millum limalondini? Eiga vit ikki at verða partur av einum felags- skapi, har Mannarættur og Altjóða lógarverk, samráðingar og “málrætt- að arbeiðið fyri sakini” - loysa teir trupulleikar sum stinga seg upp kring heimin, heldur enn at lata vápnini talað sítt óhugna- liga mál. Eiga vit ikki at verða partur av útbúgvingar- og granskingarkevinum í hesum felagskapi? Tað Evropa, sum vit síggja vaksa og mennast inniheldur omanfyri nevnda og vil koma at gera sína ávirkan gald- andi alt meir og meira á altjóða pallinum - vit kunnu so velja at verða passivir áskoðarar ella ein aktivur viðspælari, við tí sum okkara fólk og sam- felag nú einaferð kann lut- taka við og geva sítt ískoyti til í hesum exclu- siva klubba av londum. Tað er okkara ábyrgd, sum valdir eru, at leiða hetta landið, at gera okk- ara borgarum og vinnu- lívið tann beina at kanna møguleikarnar fyri lima- skapi í heimsins best skip- aða felagskapi av ríkjum, har allar handilsligar barrierur innan felags- skapin eru niðurtiknar og har fari er nógv longur á hesum øki enn nakar annað handilssamtak er. Har umhvørvisligir og socialir arbeiðsstandardir eru hægri enn hjá nøkrum ørðum felagsskapi Har reglugerðir og lóg- arverk í mongum førum blivið til altjóða stand- ardir Og ikki at gloyma: Har standardurin fyri fólkaræðinum er á høgum støði Har mannarættindi og vernd av minnilutum eru settar í hásæti. Tað eigur ikki at verða spurningurin um ríkis- felagsskap ella fullveldi, sum eigur at avgera um vit vilja viðgera for- treytirnar fyir at gerast limir í ES ella ei. Spurningar sum eiga at verða viðgjørdir og avkláraðir eru m.a.: Treytir og fyrimunir ov vansar við at fara inn sum partur av ríkisfelagsskapinum. Treytir og fyrimunir og vansar við at fara inn sum sjalvstøðugt ríkið – vilja vit t.d. fáa størri, - minni - ella somu ávirkan, sum í ríkisfelagsskapinum. Kunnu vit yvirhøvur gerast limir sum full- veldisríki Hvussu fáa vit á best gjørt okkara ávirkan galdandi Hvussu kunnu vit á besta hátt verða hoyrdir og virka undir hesi skipan Kunnu vit fáa eina yvirgangsskipan fyri okkara fiskivinnu yvir ávíst áramál ella kunnu vit sum samfelag við einstreingjaðari vinnu fáa undantøk viðv. fiskivinnu okkara? Fyri okkum, sum ikki limur í ES felagskapinum og partur av ríkinum, snýr tað seg um af fáa tað mesta og tað besta burtu- rúr okkara ríkisfelagskapi og málrættað – eisini á fólkatingi arbeiða fyri at menna okkara samstarv eisini við ES og harvið skapa okkum møguleikar bæði vinnuliga, mentanar- liga, í granskingar- og utbúgvingarhøpið og á mongum ørðum økjum við. Tað krevur politisk dirvi og vilja til at finnað bestu loysnirnar fyri Føroyar - spurningurin er so um ryggurin er sterkur nokk og um ein hevur leyvu- ella kálvahjarta tá á stendur. Vágur 28. August 2007 Politisk orka nýtast til fortreytirnar fyri ES-limaskapi løgtingsmaður Johan Dahl løgtingsmaður Bill Justinussen Børn, ung og rúsdrekka Ta er eingin meingin í, at tingfólk, sum til eitt val gera alt fyri at verða vald inn á ting, stinga halan millum beinini og biðja um nýval, so skjótt ein trupulleiki stingur seg upp. Tað eigur ikki at bera tinginum til at senda fólk á val í úrtíð, hvørja ferð tingfólk ikki tora at hava eina støðu. Tingið skal vera sitandi í fýra ár, uttan møguleika at senda fólk á val í úrtíð. Tey, sum hava latið seg valt inn á ting, skulu hava skyldu til at verða sitandi í eitt fýra ára skeið. Hettta er neydugt, fyri at føroyska samfelagið kann verða meira støðugt og trygt. Nú, uppskot er lagt fyri tingið at broyta vallógina, haldi eg, at møguleikin at skriva út nýval samstundis átti at verið strikaður. John William Joensen Norðoya Sambandsfelag (Av tí at bland kom í greinina hjá John William Joensen og viðmerkingina frá Sosialinum í gjár, prenta vit grein og viðmerking umaftur) John william Joensen Í nógv umtalaðu veljarakann- ingini hjá gallup siga føroy- ingar heilt greitt noy til Føroyar, sum eitt valdømi - men Sosialurin hevur fingið annað burtur úr tølunum. Hóast forsíðan á Sosiali- num mikudagin 22. august vísir eitt kort, sum sigur at bert eru sandoyingar og suð- uroyingar, sum ikki taka und- ir við einum valdømi - so siga tølini hjá Gallup greitt - at tað er bert miðøkið í landinum, sum tekur undir við at skipað Føroyar sum eitt valdømi. Greinarøðin í Sosialinum kann bert tulkast sum propa- ganda til frama fyri Føroya sum eitt valdømi, tí hóast tað bert eru valdømini í Eystur- oynni og Streymoynni sum taka undir við at skipa Før- oyar sum eitt valdømi, so verður ein heilt annar boð- skapur proklameraður á for- síðuni og inni í Sosialinum. Kanningin hjá Gallup vís- ir, at veljarar í Norðoyggjum, Vágum, Suðuroy og Sandoy siga noy til eitt valdømi, með- an miðøkið (Streymoy og Eysturoy) siga ja. ----- Viðmerking frá Sosialinum Seinastu tíðina hevur Sosial- urin havt tvær søgur um hug- burð føroyinga til eitt val- dømi, grundað á Gallup- kanning. Onnur yvirskriftin var: Suðurføroyar kenna seg hóttar og hin var Føroyingar fyri einum valdømi. At vit velja at vinkla yvir- skriftirnar soleiðis, kemst stutt og greitt av, at hetta eru mest markantu niðurstøðurn- ar í kanningini. Í greinini um at Suðurfør- oyar kenna seg hóttar, stend- ur longu í undiryvirskriftini, at kanningin eisini vísir: at tess nærri fólk eru at høvuðs­ staðnum, tess meira eru fólk fyri einum valdømi. Sostatt er munurin millum tey sum siga ja og nei minni í Vágum og í Norðoyggjum, enn í miðstaðarøkinum. Av tí, at so stórur partur av fólkunum í hesum landspørt- um ikki hevur tikið støðu enn, hevði tað verið óseriøst at vinkla yvirskriftina uppá, at útjaðarin er ímóti einum valdømi, tí niðurstøðan har er als ikki greið, sum í Suðurføroyum. Við at prenta úrslitini av kanningini hava vit júst lagt upp til, at fólk eisini kunnu gera sínar egnu niðurstøður, men journalistiskt skulu søg- urnar sjálvandi vinklast. blaðstj. Norðoyggjar noy 35% ja 38% noy 27% veit ikki Eysturoy ja 59% ja 22% noy 19 veit ikki Vágarnar noy 33% ja 41% noy 23% veit ikki Suðuroy noy 38% ja 55% noy 8% veit ikki Norðurstreymoy ja 57% ja 15% nei 27% veit ikki Suðurstreymoy ja 72% ja 14% nei 14% veit Sandoyggin noy Ja 30% Nei 48% Veit ikki 22% Nýval ein óskikkur løgtingsmaður Rúna siveRtsen Veljarin ynskir ikki eitt valdømi