mikudagur 29. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur
ikki færri enn 24 skip undir
sínum veingjabreiði. Av hesum
eru 16 frálandaskip og 8
fiskifør. Eitt nýtt
seismikkveitingarskip er á veg í
flotan, og í næsta ár kemur eitt
annað sama slag. Upp í 700
fólk starvast hjá Thor, sum er
millum størstu fyritøkur í
Føroyum
Teir halda tørn, brøðurnir Hans
Andrias og Gunnbjørn Joensen í
Hósvík.
Síðani teir stovnaðu felagið Thor í
1994, hava teir áhaldandi vaksið um
virksemi. Virksemið byrjaði í tí smáa
í 1990 og umfataði fram til 1997
einamest fiskiskap. Í dag umfatar
virksemið frálandavinnu, fiskiskap,
kaðal- og rørleggingarvirksemi. Teir
hava fingið fótin so mikið fastan
innan frálandavinnu, at teir í dag
veita tænastur til heimsins størstu
seismikkfeløg.
Gunnbjørn Joensen, annar av
stjórunum í Thor, ásannar, at tað
hevur gingið við rúkandi ferð, síðani
felagið varð stovnað fyri 13 árum
síðani. Men hetta skyldast ikki
minst, at teir hava nógv góð
starvsfólk afturat sær, leggur hann
afturat.
Tvey nýggj seismikkveitingarskip
Samlaði flotin hjá Thor er í dag 24
skip, harav 16 eru frálandaskip og 8
eru fiskifør. Men ævintýrið steðgar
ikki her, tí hálvan november í ár
kemur nýggja
seismikkveitingarskipið Thor Alpha
inn í flotan, og á heysti næsta ár
kemur eitt seismikkveitingarskip
afturat, sum er systirskip til Thor
Alpha. Hetta seinna skipið er ikki
navngivið enn.
Skrokkurin til Thor Alpha fór av
bakkastokki á Skála Skipasmiðju
tann 21 juli í ár, og verður í løtuni
bygt liðugt. Tað verður klárt at fara í
vinnu um hálvan november, eftir at
tað hevur verið í Hirtshals og er
blivið sandblást og málað. Thor
Alpha er 55 metrar langt og kemur at
kosta umleið 76 mió. krónur (DKK).
Systirskipið, sum eftir ætlan skal
vera liðugt hálvan september næsta
ár, kemur at kosta góðar 80 mió.
krónur (DKK).
Gunnbjørn sigur, at Thor Alpha fer
beina kós til Meksiko at gera
frálandatænastur, tá tað er liðugt.
Felagið ger longu tænastur í
frálandavinnuni kring allan knøttin,
og tí er einki ókent í hesum sum so.
Til Aberdeen at røkja vinarbond
Spurdur hvørji ørindi teir hava á olju-
ráðstevnuni í Aberdeen, sigur
Gunnbjørn Joensen, at teir fyrst og
fremst fara at hitta samstarvsfelagar
og røkja gomul vinarbond.
- Vit fara at vísa fram á føroyska
felagsbásinum, halda fundir, og
annars halda tey samstørv og bond
við líka, sum vit hava, sigur hann.
Tað er sjáldan, at ein undirskrivar
nýggjar sáttmálar á einari ráðstevnu,
men ráðstevnan kann vera við til at
leggja lunnar undir komandi
virksemi. Thor er eftirhondini vorðin
ein kendur veitari á sínum øki, og
sambært Gunnbjørni, so hevur
felagið í løtuni nóg mikið av
uppgávum til øll veitingarskipini.
Tað hevur týdning fyri eitt felag
sum Thor at luttaka á slíkum
ráðstevnum, tí felagið virkar sera
globalt og hevur størsta partin av
sínum uppgávum uttan fyri Føroyar.
Tað starvast í løtuni umleið 500 fólk
í samtakinum hjá Thor.
Thor heldur á at vaksa
The shipping company
Thor from the village of
Hósvik has no less than 24
vessels under their wings.
Of these 16 are vessels for
the offshore industry and
8 are fishing vessels. A
brand new seismic supply
vessel is on its way to the
Thor fleet and next year
another sister vessel will
join. Upto 700 people
work for Thor and it is to
be counted as one of the
largest companies in the
Faroes
The two brothers, Mr Hans
Andrias Joensen and Mr
Gunnbjørn Joensen, are holding
their own. Since the founded the
company Thor in 1994, they have
continually expanded their
activities. Activity begun on a
small scale in 1990, and upto
1997 mainly encompassed
fishing vessels. Today, their
activities encompass the offshore
industry, fishing, and cable and
pipe-laying. They have
established themselves to such
an extent within the offshore
industry, that they deliver
services to the world’s largest
seismic companies.
Mr Gunnbjørn Joensen admits
the pace has been fierce since
they founded the company
thirteen years ago, but this is due
not least to the many good staff
they have acquired, he adds.
Two new seismic
supply vessels
The Thor fleet today counts 24
vessels, but the fairytale does not
stop here, because in mid-
November 2007, the new seismic
supply vessel “Thor Alpha” is set
to join the fleet and in the
autumn of next year a sister
vessel, which has not yet been
named will join.
The hull of the Thor Alpha was
floated from the Skála shipyard
dock on the 21 of July 2007 and
is currently being completed. It
should be ready to begin
operations by mid-November,
after it has been to the Danish
town of Hirtshals to sandblasted
and painted.
The Thor Alpha is 55 metres
long and will cost in the region
of DKK 76 million. The sister
vessel, which is expected to be
ready in mid-September next
year is expected to cost app.
DKK 80 million. Mr Gunnbjørn
Joensen says the Thor Alpha will
set course directly for Mexico
when it is ready. The company is
providing offshore services all
over the world, so there is
nothing strange in this situation.
To Aberdeen to
meet friends
Asked what errands they have at
Offshore Europe 2007, Mr
Joensen says they first and
foremost go to meet cooperation
partners and visit old friends: -
“We will exhibit at the Faroe
joint stand, hold meetings and
ply our cooperation partners”, he
says.
It is rare to sign new contracts
at a conference, but a conference
can lay the basis for coming
activities.
Thor has become a provider of
services in its field and
according to Mr Joensen the
company has enough tasks for all
its supply vessels.
It is important for a company
like Thor to participate at such
conferences as the company is
active globally with most of its
activities outside of the Faroes.
At the moment, app. 500
people are employed by the Thor
group.
Thor continues to grow
By Hilmar Simonsen
Hans Andreas Joensen, CEO of Thor and part of his staff
One of the Thor wessels in the beautiful village of Hósvík