mikudagur 29. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007
Hóast tað verður rópt
“stuðul til vinnuliga
førleikamenning”, so
er talan ikki um nakra
menningarhjálp. Talan
er um eitt gjald afturfyri
at sleppa at troyta
okkara náttúrutilfeingi.
Við teimum báðum
loyvisumførunum higartil
er henda upphæddin
blivin til 107,5 mió. krónur
Í samband fyrsta og annað
útbjóðingarumfar í føroyskum
øki bundu oljufeløgini seg til at
gjalda ávísar peningaupphæddir
til vinnuliga førleikamenning.
Við fyrsta útbjóðingarumfar í
2000 var samlaða upphæddin
ásett til 85 mió. krónur, galdandi
fyri loyvir fram til 2006. Við
aðru loyvisrundu í 2005 var ein
upphædd á 14 mió. krónur ásett.
Nøkur av fyrru loyvunum
vórðu seinni longd fram til 2009,
og tá bundu viðkomandi olju
feløg seg til at gjalda eina eyka
upphædd á góðar 8 mió. krónur.
Samlaða skyldan hjá oljufeløgu
num til vinnuliga førleikamenn
ing var við árslok 2006 sostatt
komin upp á 107,5 mió. krónur,
vísir ein uppgerð hjá Jarðfeingi,
sum Sosialurin hevur fingið
innlit í.
Petur Joensen, deildarleiðari á
Jarðfeingi, vísir á, at meginpart
urin av hesum peningi longu er
játtaður til ymsar verkætlanir,
hóast sumt er fallið aftur orsakað
av, at verkætlanir ikki eru gjørdar
til endans. Eingin dagførd upp
gerð er yvir einstakar játtanir,
men eitt sindur av peningi er
framvegis tøkur frá útbjóðingar
umførunum.
Tann upphæddin fellur ikki
aftur til oljufeløgini, men verður
játtað fyrr ella seinni, sigur Petur
Joensen.
Golf til vælhavandi
ferðafólk
Oljufeløgini umsita sjálv hesar
játtanirnar, og tey avgera sjálv,
hvørjar verkætlanir tey vilja
stuðla. Einasta treytin frá
føroysku myndugleikunum er, at
peningurin verður játtaður so ella
so.
Til dømis er nógvur peningur
játtaður til gransking, upplæring,
góðskustýring, leiðslumenning,
og ymsar útgávur og framleiðsl
ur. Harumframt er stuðul eisini
latin til ymsar útbúgvingar úti
sum heima. Talan hevur bæði
verið um bókligar og praktiskar
útbúgvingar.
Til stuttleikar kann nevnast, at
tutlað var nógv í krókunum, tá
ein golfstjóri fekk 200.000
krónur í lumman. Men hetta var
ikki tað bera fjant og fjas, vísir
Petur Joensen á:
Ætlanin hjá fyrireikarunum
var at kanna, um tað ber til at
skipa fyri golfspæli í Føroyum,
sum eitt tilboð til vælhavandi
ferðafólk. Tí var hesin stuðul
givin sum menning í ferðavinnu
høpi, sigur hann.
Úr stóru rúgvuni av verkætla
num, útbúgvingum og persónum,
sum hava fingið stuðul til vinnu
liga førleikamenning kunnu
nevnast: fjarlestur á Robert
Gordon University í Aberdeen,
ymsar verkætlanir á Fróðskapar
setrinum, vindorkukanningar hjá
SEV, kanningar í samband við
alduorku, orðabøkur (Sprotin),
Óli Breckmann (bókaútgáva um
skatt), og mangt mangt annað.
Ymsu oljufeløgini, ella samtøk,
hava stuðlað ymsum endamálum
hvør í sínum lagi.
Førleikapeningur hevur eisini
ført til, at føroyingar nú eru
farnir at læra aðrar oljutóðir at
leita eftir olju. KTfyritøkan
Simprentis hevur nevnililiga
fingið førleikapening til at
menna oljuforritið OilSim, sum
nú verður brúkt til undirvísing í
nógvum heimsins londum.
Gjald fyri at troyta
náttúrutilfeingi
Petur Joensen heldur, at orðið
“førleikamenning” kann misfat
ast, tí í veruleikanum er talan
ikki um menningarhjálp. Hann
metir ei heldur, at útlendsku
fyritøkurnar meta Føroyar sum
nakað menningarland.
Hugsanin við stuðuli til
førleikamenning er, at tað verður
hildið rímuligt, at útlendskar
fyritøkur, sum koma higar at
troyta okkara náttúrutilfeingi,
rinda eitt gjald afturfyri, sigur
hann.
Hann vísir á, at útlendingar
sum koma higar ofta eru sera
hugtiknir av, hvussu væl
samfelagið er útbygt, hóast
Føroyar liggja so forfjónaðar mitt
úti í Atlantshavinum.
Fakta
Ein uppgerð pr. 31. desember 2005 vísir, at játtaðar vóru 81 mió. krónur til førleikamenning, meðan 27 mió.
krónur vóru eftir. Tølini eru ein samanlegging frá nýggjasta yvirlitinum yvir einstakar játtanir.
Fyrsta loyvisrunda (status pr. 31.12.2005):
————————————————————————————————————————
Øki
Upphædd (mió. krónur)
————————————————————————————————————————
Vinnulig endamál
54
————————————————————————————————————————
Útbúgvingar
25
————————————————————————————————————————
Onnur endamál
2
————————————————————————————————————————
Tilsamans
81
————————————————————————————————————————
Samlað skylda
94 mió. krónur
————————————————————————————————————————
Eftir at brúka
13 mió. krónur
————————————————————————————————————————
Onnur loyvisrunda (status pr. 31.12.2005):
————————————————————————————————————————
Upphædd (mió. krónur)
————————————————————————————————————————
Brúkt
0
————————————————————————————————————————
Samlað skylda
14 mió. krónur
————————————————————————————————————————
Eftir at brúka
14 mió. krónur
————————————————————————————————————————
Leggjast skal afturat at pr. 31. desember 2006 vóru 10 mió. krónur blivnar játtaðar afturat. Sostatt vóru
tilsamans 17 mió. krónur eftir við árslok 2006.
Kelda: Jarðfeingi
Oljuvónir menna
Føroyar fyri milliónir
vinnulig
førleikamenning
Eftir Hilmar Simonsen
Kirkjutorn og oljutorn hvørt um annað nýggja ímyndin av Havnini