mikudagur 29. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007
- Taka vit kanningarbrunn-
arnar hjá Cheveron, sum
eru funnir í bretskum øki
beint hinumegin markið,
er fjarstøðan millum økið
og Aberdeen tilsamans
240 fjórðingar – og bert 97
fjórðingar millum leiðina
og Runavík. Hetta merkir,
at teinurin av økinum
og til Aberdeen er 150
fjórðingar longri hvønn
vegin, enn hann er av
økinum og til Runavíkar,
sigur Eli Lassen, sum er
stjóri á Atlantic Supply
Base
Eli Lassen fer at umboða
Atlantic Supply Base á oljuráð
stevnuni, sum verður í Aberdeen
4. og 5. september.
Hann hevur verið í føstum
starvi hjá felagnum, sum stendur
aftanfyri virksemið á havnalag
num hjá Runavíkar havn, síðan
25. apríl í fjør.
Seinni er hann eisini vorðin
nevndarlimur í ASB, sum felagið
verður rópt.
Hann riggar til
Eli Lassen sigur, at hóast einki
leitingarvirksemi hevur verið á
føroyskar landgrunninum í
seinastuni, hevur hann havt til
uppgávu eitt nú at viðlíkahalda
útbúnaðin hjá ASB, samskifta
við fólk og at luttaka í skeiðvirk
semi av ymiskum slagi. Skeið
virksemi er ein liður í førleika
menningini.
Nú er so henda boringin eftir,
ið BP sum høvuðsfelag fer undir
á landgrunninum seinni í heyst
ella tíðliga í vetur. Enn vita vit
ikki rættiliga, nær leitipallurin
verður leysur hinumegin markið
og verður klárur at seta borin í
føroysku undirgrundina.
Eli sigur seg hava varhugan av,
at BP og tey feløg, sum eru við í
samtakinum hesaferð, eru spent
eftir at sleppa í gongd – ikki
minst, nú olja er funnin í bretsk
um øki beint hinumegin markið.
Sjálvandi gevur hetta ein
ávísan spenning og eitt ávíst
bjartskygni, bæði hjá teimum,
sum eiga hetta leitiloyvi og hjá
okkum, ið standa aftanfyri tæn
astuna og virksemið uppi á landi.
Eingin útseting
Hann heldur eisini, at tað týðir
upp á ein stóran áhuga fyri hesi
leitiboring, at BP ikki útsetir
boringina, nú heystið og veturin
stunda til.
Hinvegin hevur hesin pallurin
borað á atlantsmótinum í eitt
heilt ár, og tá hann var egnaður
til hetta virksemi síðsta vetur, er
hann sjálvandi eisini egnaður í
vetur, sigur Eli.
Hann vísir á, at tá ið virksemið
á Atlantic Supply Base nú av
álvara verður tikið uppaftur, er
altíð nógv at takast við, serliga í
byrjanini.
Síðan stabiliserar virksemið
seg aftur, tá ið gongd er komin á,
leggur hann aftrat.
Tað er ógjørligt at siga, hvussu
langa tíð tað fer at taka at bora
hetta seinasta holið í hesum
umfari, men Eli væntar, at tíðin
man fara at liggja um einar
tríggjar mánaðir ella stívliga tað.
Hetta veldst tó alt um, hvussu
tað fer at gangast at bora, sigur
hann.
Bulkskip á Runavík
Leygardagin var niðurlendska
bulkskipið Ritske á Runavík við
tilfari, sum skal nýtast til bori
virksemið hjá BP.
Skipið hevði tilsamans 1200
tons av sementi, barite og
bentonite, ið verða brúkt, tá
borað verður. Níggju av
silounum á ASB eru til turrtilfar
og fimm tangar eru til flótandi
tilfar.
Eli Lassen sigur, at teir eru um
at verða klárir á basanum til
oljuboringina, men enn restar tó
okkurt í, sum teir skulu fáa upp á
pláss.
Hann vissar kortini um, at
Atlantic Supply Base í góðari tíð
stendur til reiðar við øllum tí,
sum skal til, tá tíðin kemur.
Nú oljuráðstevna verður í
Aberdeen, verið eg burtur í 14
dagar, harav eg í eina viku fari at
vitja BP í sambandi við komandi
leitiboringina, sigur Eli.
Føroyar áhugaverdar
Stjórin á Atlantic Supply Base
heldur avgjørt, at geografiska
plaseringin hjá okkum er sera
áhugaverd, nú oljuøkini nærkast
okkum sunnaneftir.
Taka vit kanningarbrunnarnar
hjá Cheveron, sum eru funnir í
bretskum øki beint hinumegin
markið, er fjarstøðan millum
økið og Aberdeen tilsamans 240
fjórðingar – og bert 97 fjórðingar
millum leiðina og Runavík. Hetta
merkir, at teinurin av økinum og
til Aberdeen er út við 150
fjórðingar longri hvønn vegin,
enn hann er av leiðini og til
Runavíkar. Fram og aftur er talan
soleiðis um smáar 300 fjórðingar
á muni, og tað er ikki lítið, sigur
Eli.
Hann vísir á, at skulu vit gerast
veitarar til oljuvirksemi á hesum
leiðum, er neyðugt, at ein partur
av rávøruni kemur til Føroyar
fyrst, men hetta skuldi ikki verið
nakar trupulleiki, nú so góðir
flutningsmøguleikar eru millum
londini.
Hinvegin hava vit bæði vatn,
olju, proviant, útgerð og fólk at
bjóða fram, sum eru tøk her
heima, leggur hann aftrat.
Stórir møguleikar
Hann vísir á, at tímalønin er
hægri í Føroyum enn í Bretlandi,
men hinvegin er nógvur peningur
at spara í olju og tíð, um veiting
arnar og tænasturnar koma úr
Føroyum heldur enn úr Aber
deen.
Jú, eg síggi avgjørt stórar
møguleikar í hesum, nú virksemi
flytir seg nærri okkum, sigur Eli
Lassen, stjóri á Atlantic Supply
Base.
Teinurin til Runavíkar nógv
styttri enn til Aberdeen
OffshOre eurOpe
Eftir Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base, sigur, at teir eru um at verða klárir til oljuboringina, men enn restar tó
okkurt í, sum skal fáast upp á pláss. – Vit verða til reiðar í góðari tíð, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leygardagin var niðurlendska bulkskipið
Ritske á Runavík við tilfari, sum skal nýtast til
borivirksemið. Skipið hevði tilsamans 1200 tons
av sementi, barite og bentonite
Mynd: Eli Lassen