Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. august 2007 OFFSHORE EUROPE 2007 35 lyklastøðu liggja fram við í frálanda­ vinnuni. ­ Eg haldi, at Føroyar kunnu koma at sita í eini lyklastøðu, og eg vænti, at vit fara at merkja hetta við veksandi og støðugari aktiviteti innan flutning, útgerð og tænastu, sum árini ganga. Vit eiga at síggja positivt upp á hesa gongd, heldur hann. Klæmint vísir á, at nú seinasti brunnurin í hesum umfari verður boraður í føroyskum øki í vetur, bendir hetta á, at áhugin fyri føroyska landgrunninum er stórur og veksandi. ­ At olja í rakstrarverdum nøgdum nú er funnin so stutt úr føroyska markinum, at teinurin ikki er longur enn av Nesi til Havnar, hevur ivaleyst økt um áhugan hjá oljufeløgum at seta borin í aftur. Aktivt kolvetni Klæmint Østerø heldur, at tað sigur ikki so lítið um áhugan í føroyskum øki, nú henda seinasta boringin verður framd, tá tað fer at stunda móti vetri. ­ Eg havi skilt, at tað eru somu strukturar í undirgrundini, sum breiða seg úr bretskum øki og inn í føroyskt øki, so hetta sær rættiliga spennandi út. Sjálvur havi eg ongantíð ivast í, at olja í rakstrarverdum nøgdum fer at verða funnin í føroyskum øki, men spurningurin er bara, nær tað verður – og ikki um tað verður. Hann sigur, at vit longu nú vita, at aktivt kolveti er í føroysku undirgrundini. ­ Feløgini skulu bara finna rætta staðið at bora í. Jú, eg haldi, at tað hevur ongantíð verið so spennandi við einari leitiboring sum hesaferð. Vitanin um jarðfrøðina gerst størri alla tíðina, og bæði seismiskar skjótingar og tær leitiboringar, sum longu eru framdar, eru við til at geva áhugaðu feløgunum eina størri vitan um okkara undirgrund og møguleikarnar at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, sigur Klæmint. Seinasti sáttmálin Hann vísir á, at framvegis er galdandi, at veitingar í sambandi við oljuboring á føroyska landgrunninum skulu ganga um føroyskan bryggjukant, og tí kemur boringin, sum verður í vetur, aftur at skapa eitt ávíst virksemi á Atlantic Supply Base og á havnaøkinum hjá Runavíkar havn. ­ Tað skapar nokso fitt av virksemi, meðan boringin stendur upp á, og hetta virksemið er ikki bara í okkara øki, men eisini í avleiddum virksemi, sum sæst aftur aðrastaðni í landinum, sigur Klæmint. Hann vísir á, at tá ið hendan leitiboringin er liðug, hevur Atlantic Supply Base ikki fleiri sáttmálar á hesum sinni. ­ Vit hava bara eina oljuútgerðarhavn í Føroyum, og her hevur eydnast okkum at byggja upp eina munandi ekspertisu á økinum. Tað skulu tí góðar grundgevingar til at flyta oljuhavnina aðrastaðni, tá nýggir sáttmálar skulu gerast í framtíðini. So, tað vænti eg ikki kemur upp á tal, sigur Klæmint. Førleikamenning Havnanevndarformaðurin hjá Runavíkar kommunu sigur, at Atlantic Supply Base eisini hevur syrgt fyri, at fólk hava fingið ta førleikamenning, sum skal til, og soleiðis hava fólk alla tíðina ment seg – eisini, meðan leitiboringarnar hava ligið stillar. ­ Fólk hava luttikið á skeiðum, bæði trygdarskeiðum og skeið­ um, sum krevjast til frálanda­ virksemi og oljuútgerðarhavn, og fylgt hevur alla tíðina verið við gongdini á økinum, sigur Klæmint Østerø. Hóast einki oljurelaterað tænastuvirksemi er við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn í løtuni, kemur atløgan kortini væl við. Mánamorgunin lógu hesi stóru skipini við bryggjuna Mynd: Vilmund Jacobsen Síðan 2001 hevur Teymavirkið hjá Rúna Berg í Runavík verið veitari til oljuvinnuna um sølunavnið Beras, sum felagið hevur brúkt í marknaðarføring av síni tænastu á hesum øki Sølunavnið Beras, sum Teymavirkið í Runavík eigur, er eitt av føroysku nøvnunum, sum seinastu árini hava luttikið á oljuráðstevnunum ávikavist í Stavanger og Aberdeen. ­ Hetta er ein tænasta, sum vit hava skipað við tí endamáli at vera veitari av øllum tí leysa, sum oljufeløgini, ið bora á føroyska landgrunninum, hava brúk fyri, meðan tey eru her. Vit hava tí eisini verið við á fleiri av oljuráðstevnunum, sum verið hava seinastu árini. Tvey eftirnøvn Rúni Berg sigur, at navnið Beras er sett saman av eftirnøvnunum Berg og Rasmussen. ­ Kenneth Rasmussen hevur arbeitt hjá okkum fram til várs, og tað eru eftirnøvnini hjá okkum báðum, sum mynda navnið Beras. Hann sigur, at Beras er ikki nakað sjálvstøðugt felag, men bert eitt sølunavn – ella eitt konsept, ið Teymavirkið hevur brúkt í marknaðarføringini av hesi supply­tænastu. ­ Tað hevur serliga verið Kenneth, sum hevur tikið sær av hesum virksemi, og nú hann ikki arbeiðir hjá okkum meira, fellir henda uppgáva mær í lut. Ivasom luttøka Ætlandi skuldi Teymavirkið eisini verða við á oljuráðstevnuni í Aberdeen hesaferð, men tá vit høvdu Rúna í telefonini sunnukvøldið, var ivasamt við luttøkuni. – Soleiðis, sum støðan er í dag, noyðist eg á ein fund í Noregi um somu tíð, sum ráðstevnan er í Aberdeen. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Vit hava verið við og hava víst andlit – eisini, tá ongar boringar hava verið á føroyska landgrunninum. Hann sigur, at virksemið hjá Beras hevur virkað væl, og við seinastu leitiboring á føroyska landgrunninum høvdu teir størsta virksemið, sum higartil hevur verið. Á einum stað ­ Tað er soleiðis, at tá ið oljufeløg leiga pallar til leitiboring, taka feløgini yvir, sum eru við í verkætlanini, og tað er hesi feløg, vit servisera um Beras, sigur Rúni. Hann vísir á, at sølunavnið hevur verið veitari av øllum tí leysa, sum hesi feløg hava havt brúk fyri – heilt frá klæðum og provianti til amboð, maskinlutir og stál. ­ Endamálið við okkara tænastu er, at feløgini, sum arbeiða á føroyska landgrunni­ num, kunnu venda sær til ein veitara, sum so syrgir fyri, at tey fáa allar tær tænastur, sum tey hava brúk fyri. Soleiðis sleppa feløgini undan at leita eftir ymiskum veitarum fyri at nøkta tann tørv, tey hava, meðan tey arbeiða um føroyskan bryggjukant, leggur Rúni aftrat. Ikki samanhangandi Hann sigur, at trupulleikarnir hjá slíkum veitara sum Beras kundi verið, at virksemið av hesum slagi ikki er samanhangandi. ­ Men vit hava eina stóra fyritøku, sum kortini er virkin alt árið, og tí hava vit umstøður til at skipa hetta ”konseptið”, sum Beras er, tá oljufeløgini hava brúk fyri hesi tænastu, sigur Rúni Berg. BERAS veitir supply-tænastu Rúni Berg Mynd: Vilmund Jacobsen