Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 167 - 30. august 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Síðani 1995 til í ár er nátin minkaður heili 73%. Tað staðfesta teljingar, sum Jens Kjeld Jensen hevur gjørt av nátarókum í Nólsoy FUGLAVEIÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur gingð støðugt niður á bakka við nátanum seinastu mongu árini. Frá miðskeiðis í 90-unum fram til í ár er nátin minkaður heili 73%. Tað staðfesta telj- ingar, sum fuglafrøðingurin Jens Kjeld Jensen hevur gjørt á nátarókum í Nólsoy. - Nú skal eg sjálvandi ikki pástanda, at støðan er hin sama um alt landið. Tað hevur víst seg, at lægri oygg- in er, tað vil siga lægri nátin eigur, verri stendur til. Og longri uppi nátin eigur, frægari er, sigur Jens Kjeld Jensen. Tað er heldur eingin loyna, at Nólsoy er lægsta oyggin í landinum, og at nátin eigur munandi hægri uppi norðanfyri. Har hevur eisini altíð verið munandi meiri til av náta, enn suðuri um høvuðsstaðarleiðina. Men Jens Kjeld vísir á, at talan er ikki um eina knapp- liga minking frá einum ári til annað. Minkingin hevur verið støðug ár fyri ár síðani 1995. Fuglafrøðingurin heldur ongan iva vera um, at tað er føðin, sum ávirkar nátan. - Eg tosaði við ein sjó- mann áleið 23. mai. Hann hevði tikið 25 gamlar nátar úti á Bill Bailey, og fimm teirra høvdu egg. Okkurt av teimum var um at bróta fyri nev, so tað sigur seg sjálvt, at tá nátin er so langt úr landi, so er tað tí, at føðin ikki finst inni við land, sigur Jens Kjeld Jensen. Kemur ikki at landi Sambært fuglafrøðinginum úr Nólsoy ferðast nátin van- liga einar 20-30 kilometrar frá reiðrinum at heinta føði, og tí er tað púra óvanligt, at hann má ferðast heilt út á Bill Bailey, sum er einar 200 fjórðingar úr landi, at finna mettuna. Hetta er tíggju ferðir so langt, sum hann vanliga flýgur, vísir Jens Kjeld Jensen á. Hann sigur, at hjá fugli er einki øðrvísi enn hjá fólki. Er neyðugt hjá fólki at fara eitt nú til Danmarkar at forvinna sær fyri føðina, so vitja hesi ikki heim aftur hvørt vikuskifti. Sama er við fuglinum. Má hann flúgva meiri enn 200 fjórð- ingar at finna føði, vitjar hann ikki at landi aftur hvønn dag. - Tá nátin er so langt frá landi, og so nær upp undir at leggja, so leggur hann á sjónum. Og tað avmarkar í sjálvum sær, hvussu nógv kemur undan, tá so er, sigur fuglafrøðingurin. Nátin er annars ikki kræs- in. Hann etur næstan tað, ið at kjafti rekist. Krill, reyðæti, høgguslokk og nebbasild er nakað av høvuðsføðini, og so ikki at forgloyma slógvið frá fiskiskipunum. Tað sveima vanliga í hundraðtal- ið av náta eftir einum fiski- skipi, sum liggur og reinsar. Seinur á veg Men tað er ikki bara nát- ungin, sum vantar. Tað er eisini munandi minni av gomlum náta at síggja. Og tað er aftur ringvirkningurin, sum ger um seg. Færri nátar koma undan, færri verða at nøra um stovnin. Líkindini í ár líkjast nógv teimum í fjør. Tá var nátin seinur á veg, og tað er hann aftur í ár. - Vanliga fóru menn at taka náta áleið 20. august, men í fjør kom hann ikki á sjógvin fyrr eina viku seinni, og tað sær út til at verða sama skilið aftur í ár. Eg tos- aði við ein mann norðanfyri, sum hevði verið ein túr leyg- ardagin, men hann hevði einki fingið. Nólsoyingar vóru fyrsta túrin mánadagin, men heldur ikki hjá teimum hevur verið tað stóra at fingið higartil, sigur Jens Kjeld Jensen. Mánadagin vóru tveir bát- ar úr Nólsoy, og annar fekk 80, hin 90 nátar, og tað má sigast at vera ógvuliga smá- ligt, tá komið er fram til 27. august. Í fjør var tó nakað at fáa frá 1. september og eina viku fram, og alt bendir á, at soleiðis verður eisini í ár. Men føðin er altavgerandi, og at hon ikki finst inni við land, ávirkar allan fugl, ikki bara náta. Tað er eisini orsøkin til, at so at siga eingin lundi hevur verið at landi í ár. Nátin í støðugari minking Jens Kjeld Jensen sigur, at føðin ikki finst nær landi, og tí noyðist fuglurin at flúgva einar tíggju ferðir so langt sum vanligt at fáa mettuna På gale veje Sum kunnugt eigur æða uppi í haganum. Hendan hevur langan veg til reiðrið, men hon kennir eftir øllum at døma ferðsluregl- arnar. Klokkan gott hálvgum átta í morgun møtti fólk hesi æðuni á veg oman eftir Áarvegnum, og hon helt seg í høgru síðu á koyri- breytini, soleiðis sum fyriskrivað er í ferðslulógini. Um hon var á veg frá reiðri sínum oman á sjógv, kann bara gitast um, men hon hevði í hvussu er ongan sýnligan skund, tí hon legði seg viðhvørt at fáa sær eina hvíld. Hon var heldur ikki heilt lóglig, tí eftirsum hon ferðaðist úti á koyribreytini skuldi hon av røttum havt nummarspjaldur, men antin er hon ikki skrásett, ella var spjaldrið dottið av. Bilførararnir tóku kortini atlit fyri hesum óvanliga »akfari« og syrgdu fyri, at æðan ikki varð niðurkoyrd. (leo) Nátin er seinni a veg í ár enn vanligt. Og væl minni er til