Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 167 - 30. august 2007 SAMBAnd jákup Mørk jAkup@SoSiAlurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Kemur ein maður rennandi einar 30 metrar eftir dómaranum, so skal hann so ikki tómhentur avstað Petur Reinert, dómari Hans og Erling við í tapi Hans Jørgensen vardi málið, tá Fremad Amager í gjár segði farvæl til donsku steypakappingina. Eisini Erling Jacobsen spældi við í dystinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan gjørdist at enda um greitt 4-1 tap hjá Fremad Amager, men fyri tað nógva vóru teir tó væl við í dystinum. Herfølge legði seg á odda eftir 19 minuttum, men næsta tíman var tað Fremad Amager, sum trýsti. Gestirnir høvdu tó nøkur vandamikil kontra, og á heimasíðu felagsins verður Hans Jørgensen róstur fyri fleiri góðar bjargingar. 16 minuttir fyri leiklok varð Erling Jacobsen eisini skiftur inn fyri verjuspælara, tá Fremad Amager spenti bogan høgt. Tað gav tó baksláttur, og seks minuttir seinni kundi Herfølge anda lættari, tá teir øktu til 2-0. Seinastu løtuna skutu gestirnir seg upp á 4-0, áðrenn Anders Jochumsen minkaði um munin til 4-1. Umframt Hans Jørg- ensen og Erling Jacob- sen er eisini Páll Klett- skarð í Fremad Amag- er. Hann stóð seg sera væl í U21-dysti her- fyri, men varð eisini skaddur í tí dystinum, so hann má enn bíða nakað, áðrenn hann kann royna seg á besta liðnum. Altjóða leiðreglurnar eru púrasta greiðar, sigur Petur Reinert. Hann ivast ikki í, at hann tók røttu avgerðina, tá Jákup Mikkelsen fekk tvey gul – og harvið reytt – kort í dystinum móti KÍ sunnudagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Uttan iva mest umrødda føroyska fótbóltshendingin hesa vikuna mundi vera reyða kortið, sum Jákup Mikkelsen fekk, tá hann og B36 dystaðust við KÍ sunnudagin. Ein avgerð, sum av álvara festi eld í B36-leguna, sum kendi útvísingina vera fullkomu- liga burtur úr vón og viti. Dómarar hava tað greiðu reglu, at teir einki siga um konkretar avgerðir, fyrr enn í minsta lagi 48 tímar eftir dystin. Hesir tímar eru nú lidnir, og í dag sigur Petur Reinert, sum var dómari í Gundadali, at hann er ikki í iva um, at hann tók røttu avgerðina. - Hendingin kemur, tá Símun Joensen ger eina ógvusliga tackling móti Johan V. Gunnarsson. Eg standi væl fyri og eg floyti hart og týðiliga. Alt fyri eitt taki eg eisini gula kortið úr lummanum, og bæði Símun og hini á vøllinum vita, at hetta kostar spælaranum gult kort. - Tá eg eri komin yvir til Símun, síggi eg Jákup koma rennandi. Og har eru okkara leiðreglur púrasta greiðar. Kemur ein maður rennandi einar 30 metrar eftir dóm- aranum, so skal hann so ikki tómhentur avstað. Og samstundis er boðini, at vit at bera skjótt at í slíkum førum, so vit á tann hátt kunnu virka proaktivt. Hetta so sleppast kann undan, at bæði ein, tveir og tríggir spælarar frá báðum liðum brádliga vilja sleppa at gera av, hvussu dømast skal. Eg havi ikki ánilsi av, um Jákup sigur nakað, men eg eri skjótur at geva honum gula kortið, sum eg hevði í hondini, og gevi honum samstundis boð um at sleppa sær aftur í málið. - Síðani fari eg yvir til Símun, sum bíðar eftir sínum gula korti. Men tá Jákup so vendir aftur móti mær við sínari meining, er nóg mikið. Tá eru kanska 15-20 sekund liðin frá fyrra kortinum, og tá burdi hann verið komin niður á jørðina. Tað var hann so ikki, og tí fall seinna kortið og harvið útvísingin, sigur Petur Reinert. Eftir FIFA-bókini Altjóða føroyska dómaraumboðið sigur seg ikki vera í minsta iva um, at hann tók røttu avgerðina, tá Jákup Mikkelsen varð rikin av vølli sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Súni og Jón Rói fingið nýggjan liðfelaga AaB kunngjørdi í gjár hollendska Steve Olfers sum nýggjan leikara í felagnum Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen hava fingið lítið av leiktíð í AaB seinastu tíðina, og útlit eru nú møguliga til enn minni leiktíð. AaB kundi nevniliga í dag kunngera, at teir hava skrivað sáttmála við hollendska Steve Olfers, sum kemur frá Sparta Rotterdam. Tíverri fyri føroysku leikarar okkara í felagnum kann hesin 25 ára gamli hollendingurin leika bæði á miðvøllinum og í verjuni, sum júst eru plássini, har Súni og Jón Rói ávíkavist leika. Steve Olfers, sum hevur royndir frá hollendskum toppfótbólti, hevur fingið sáttmála við liðið úr Aalborg fram til komandi summar. Rógvi fer ongan veg Venjaraskiftið í Carlisle ber við sær, at tað møguleikin hjá Rógva Jacobsen fyri enskum fótbólti helst er av á hesum sinni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tónarnir út enska Carisle vóru annars positivir, eftir at Rógvi Jacobsen fyrr í hesum mánaðinum hevði vant eina viku við felagnum. Her heima gekk slaturin eisini skjótt um, at venjarin hjá felagnum skuldi vera heilt áhugaður í føroyska landsliðsspælaranum, sum ivaleyst skuldi rokna við einum sáttmálatilboði. Í farnu viku varð venjarin tó uppsagdur, og Rógvi Jacobsen sigur sjálvur, at hetta – í øllum førum fyribils – hevur steðga einum møguligum handli. - Tað verður so ikki her og nú, at nakað hendir. Sum eg havi skilt tað, so vildi nýggi venjarin ikki uttan víðari fara eftir einum spælara, sum hann als ikki kendi nakað til. So hóast eg ikki havi fingið nakra almenna útmelding, so rokni eg sjálvur við, at hasin møguleikin er farin, sigur Rógvi Jacobsen sjálvur.