Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 167 - 30. august 2007 lýsingar Móttøkan í Fíggjarmálaráðnum søkir eftir avloysara Hevur tú tænastulyndi og er altíð tilreiðar at veita eina hjálpandi hond, so er tað tær vit leita eftir! Vit eru ein stovnur í støðugari menning og virða meiningar og fjølbroytni hvør hjá øðrum. Virðini og mentanin eru m. a. grundarlagið undir virkseminum á stovninum. Høvuðsuppgávurnar í móttøkuni eru, at: • svara telefonunum hjá Fíggjarmálaráðnum, Gjaldstovuni, Hagstovuni, Lønardeildini og Toll- og Skattstovu Føroya • taka ímóti viðskiftafólki, sum koma í Fíggjarmálaráðið • vera við til at mynda okkara kundatænastu og orða ein telefonpolitikk • loysa aðrar fyrifallandi uppgávur fyri stovnarnar í Fíggjarmálaráðnum. Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi og beinasamur/ som og gert títt besta fyri at menna eitt opið og nærverandi samskifti. Eisini vænta vit, at tú ert opin fyri nýggjum avbjóðingum, hevur góðan málburð á føroyskum, donskum og enskum, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi starvi. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Meira um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Hansen 352690 ella til Hjørdis Gaard, fyrisitingarstjóra á telefon 352620. Send umsóknina soleiðis, at vit hava hana í hendi 10. sept. 2007 kl. 16 og merk brævbjálvan “Umsókn” til: Toll- og Skattstovu Føroya Postrúm 2151 FO 165 Argir »VIT VÍSA VÆLVILD OG LURTA, TÁ VIÐSKIFTAFÓLK TØRVA HJÁLP« Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya umsitur felagsuppgávur fyri Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum. Hesir stovnar umframt sjálvt ráðið eru: Føroya Gjaldstova, Lønardeildin, og Hagstova Føroya. Samanlagt eru umleið 225 starvsfólk knýtt at móttøkuni. www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Lesið -so eru tit við!