Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 31. august 2007 13 VIÐMERKINGAR SJÓNARMIÐ Bergur Jacobsen ”De gamle ensporede tunneller er nærmest livsfarlige!” Tað skrivar danski tíðindamaðurin Flemming Andersen í blaðnum Urban. Umframt nakrar spotsk- ar, men kannska beinrakn- ar, metingar um matstovur nar uttan fyri Tórshavn og troyttar føroyskar bygdir, so gevur greinin í danska dagblaðnum URBAN, sum heild, Føroyum eitt rættu liga positivt skoðsmál, sum ferðamannland. Gløgt er gestsins eyga Tíðindamaðurin hevur, sum so mong vitjandi í Føroyum, langt merki til væntandi trygdina í teim- um gomlu bergholu num í Føroyum, sum bara hava eina koyribreyt. Eftir mín- um tykki, so málber hann seg milt, tá hann sigur, at hesi eru ”nærmest livsfar- lige”. Skuldi eg sjálvur sagt tað, so haldi eg, at hesi gomlu berghol ini eru beinleiðis deyðsfellur. Bergholini vóru eitt veld ugt framstig, tá tey komu, og hava óiva bjargað teim um bygdasam feløgu num, tey vóru ætlað at náa, og helst onkrum mannalívi eisini. Men, sum ferðslan hevur ment seg, eru hesi bergholini vorðin aldeilis ótíðarhóskandi. Tað er ikki bara tað, at tey eru ov trong og forða fyri nýtímans ferðslu við bingjum og øðrum stórri góðsi. Men, trygdin í berg holunum er NUL! Har er onki ljós, ongi eldsløkkitól og ongin fráboðingar skipan. Farleiðin eg kenni best, eru Borðoyabergholini, har ferðslan stundum kann vera øðiliga, ja holini eru nærmast stappað við akførum, í samband við t. d. grindadráp, góðveðurs dagar ella serliga tiltøk. Skuldi ein vanlukka við mannsskaða hent ein slíkan dag, og tað sum ringast er, skuldi eldur komið í ein bil, so hava bjargingar liðini als ongan møguleika at sleppa frammat. Hvussu boðar tú frá eini vannlukku, har tað ikki ber til at boða frá? Mong dømi eru um, hvussu vandamikið tað er, um eldur kemur í inni í einum bergholi – holini virka sum blásilampur; ja, sum onkur tók til í sam- band við ógvusliga eldin ínni í Mont Blanc, tær virka sum jetmotorar. Hendir ein vanlukka, so nyttar onki at royna at sleppa sær útaftur úr hes- um bergholunum við einari koyribreyt, tí tá ferðslan er sum mest slepst ongan veg - breytin er full báðar vegir, og víkiplássini við. Og við tað, at ikki ber til at boða frá, so er vanlukkan longu hend! Tað einasta bjargingarliðini tá kunnu gera, er at rudda upp eftir eina synarliga vanlukku, sum Gud havi lov, enn ikki er hend. Men føroyska herrópið: Tað gongur nokk, er ongin trygd fyri trygd ini, heldur ein vanvirðing fyri trygdini. Sjálvandi eiga sandoyar fólk at fáa besta ferðasam band, ið til ber. Men áð renn tingið fer at taka støðu til at nýta føroyskar gummikrónur til eina risa íløgu á eini farleið, sum er sera trygg, og eftir umstøð unum, eisini tíðarhóskandi (skipið er spildur nýtt, og milliardirnar í Gomlurætt og Skopunnar havn skulu jú tjenast innaftur), so eigur tingið at hugsa um deyðsfellurnar sunnast og norðast í landinum, tey gomlu bergholini við einari koyribreyt og ongari trygdarskipan. Sýnir tingið vannvirðing fyri trygd og mannalívum? Tað er ófatuligt, at ting- limir sum hava koyrt gjøgnum hesi bergholini í áravís, ikki duga at síggja, ella hava gjørt vart við vandan á ein dyggiligan hátt. Talan má vera um okkurt slag av svøvnstøðu, ella um vanvirðing fyri trygd og mannalívum. Tað gongur nokk – ja, inntil tað ikki gongur longur! Meðan bíðað verður eftir einari dyggiligar og varð andi loysn á spurninginum um tey gomlu bergholini, so eigur tað sjálvandi at verða kravt sum eitt mini- mum, at eldsløkkitól og fráboðannartelefonir verða hongd upp fyri hørjar hundr að metrar í holunum, at samband fæst um fartelefonina, og at skipað verður fyri eini ljósregul ering, tá ferðslan er sum mest. Hettar fer ikki at kosta trí kvart milliardir. Samtykkir løgtingið hinvegin eina íløgu uppá 700 milliónir (Hestur íroknað sjálvandi), fyri at bøta um eina trygga farleið, uttan at bøta um trygdina í teimum gomlu bergholunum við einari koyribreyt, so sýnir tingið samstundis ”foragt”, vanvirðing fyri trygd, fyri mannalívum, fyri teimum, ið skulu nýta hesi berghol- ini dagliga, og fyri teim- um, sum koma at vitja. Einsporaðu tunlarnir í á Borðoynni og í Suðuroy eru lívshættisligir Í undirskjali til løgmans- røðuna er skrivað, at løg- maður skal seta ein arbeiðs- bólk at kanna hvat skal til fyri at seta altjóða sátt- málan um rættindi teirra brekaðu í gildi í Føroyum. Sáttmál in er besta trygdin fyri, at tey sum bera brek, fáa janvstøðurættindi, og ger tað ólógligt at gera mismun vegna brek, nakað sum ikki er ásett í føroy- skari lóggávu. Tí eigur sáttmálin at verða settur í gildi fyri Føroyar samstund- is sum sáttmál in verður settur í gildi í EU, allar- helst í 2008. Hetta kann ikki bíða. Tað fíggjarliga eingin umbering Røddir sum tala ímóti at seta sáttmálan í gildi siga, at tað verður ov dýrt. Hetta sjónarmið kann ikki góðtak- ast, tá lond sum vit vanliga meta sum fíggjarliga veik- ari enn Føroyar, sosum Armenia, Polen og Litava hava undir skriv að, og boða frá, at tey fara at seta sátt- málan í gildi í næstum, og at eitt land sum Kroatia longu hevur sett sáttmálan í gildi. Fyrireiking skal til Tað sum krevst, eru málrættaðar fyrireik ingar, og tað batar einki bert at seta enn ein arbeiðsbólk. Tað er neyðugt at seta arbeiðs bólkinum krøv og geva honum karmar. Kravið eigur at verða, at arbeið ið skal verða liðugt á sumri 2008. Fyri at kunna seta sáttmálan í gildi, skal bæði Løgting og Fólkating samtykkja hann, tí eigur sáttmálin at koma í gildi í Føroy um, samstundis sum Danmark setur hann í gildi, so slepst undan, at Danm- ark skal taka fyrivarni fyri Føroyum. Umframt EU londini, hava bæði Ísland og Norra, sum okkara grannatjóðir eisini boða frá at tey fara at seta sáttmálan í gildi. Eftirbátur Um løgmaður ikki fer til verka nú, kunnu vit koma at standa einsamøll á al - tjóða pallinum tá umræður rættindi teirra brekaðu. Meira er at lesa um sáttmálan á www.un.org/ esa/socdev/enable/ Løgmaður, gloym ikki tey sum bera brek HEÐIN D. POULSEN Í gjárkvøldið varð ein av manningini á Bliki skotin í lærið við einari luftbyrsu, tá hann og nakrir aðrir av manningini vóru farnir ein gongutúr á keiini í Hirtshals SKOTTILBURÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av manningini á føroy- ska farmaskipinum Bliki varð í gjárkvøldið skotin í lærið við einari luftbyrsu. Hendingin fór fram um níggju tíðina í gjárkvøldið, tá maðurin saman við øðr- um av manningini vóru farnir ein gongutúr á keiøkinum. - Tað vóru nakrir mans av Bliki, sum gingu eftir Sindalvej niðri á havnar- lagnum í Hirtshals, tá ein bilur kemur koyrandi spakuliga aftanfyri teir. Tá bilurin er einar tríggjar metrar frá monnunum hoyra teir eitt ljóð, og tá tann eini av monnunum tekur seg til lærið varnast hann, at hann er raktur av onkrum, sum vit meta er eitt høgl frá einari luft- byrsu, sigur vakthav andi á Hjørring Politi. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús, har lærið var røntgenavmyndað, og vísti myndin nakað, sum helst var eitt høgl. Vakthavandi sigur, at vandi ongantíð var á ferð, og at maðurin slapp aftur av sjúkra hús- inum, tá høglið var tikið úr lærinum. Á politistøðini í Hjørring meta teir ikki, at nakað serligt lá aftan fyri hend- ingina, og at manningin av Bliki bert var á skeiva stað- num, tá nakrir ung lingar stuttleikaðu sær í so nógv. Men sjálvandi kanna teir málið, sigur vakthav andi á politistøðini í Hjørring. Skotin í lærið við luftbyrsu Ein av manningini á Bliki varð skotin í lærið í Hirtshals í gjárkvøldið