Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 168 - 31. august 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna, at byrja 1. oktober 2007 ella eftir avtalu. Frítíðarskúlin er normeraður til 50 børn úr 1. og 2. flokki. Vit bjóða • eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran og ítrótturin hevur stóran leiklut í gerandisdegnum • møguleika at seta tín dám á stovnin • møguleika fyri ráðgeving • møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta at tú • er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum frítíðarskúla • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • sær møguleikar framum vansar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarvíðurskifti løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, ella Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, 110 Tórshavn í hendi innan 17. september 2007. Tórshavnar kommuna Leiðari til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini Søkt verður eftir leiðara til Samferðsludeildina at byrja skjótast møguligt Samferðsludeildin Høvuðsuppgávan hjá Samferðsludeildini er at skipa almennu felagsferðsluna, herundir fólkafl utning og farmafl utning. Vit leggja til rættis, stýra, selja, samskipa og kunna um felagsferðsluna á sjógvi og landi. Arbeiðsøkið hjá deildini er millum annað: ferðaætlanir, prísskipan, útbjóðing, ferðaseðlaskipan, ferðslusamskipan, rutuuplýsing og farmafl utningur. Uppgávan hjá leiðaranum Leiðarin skal tryggja ein eff ektivan rakstur og stýra fíggjarligu karmarnir innan økið. Harumframt skal leiðarin tryggja eina framhaldandi menning av deildini. Starvið er breitt og spennandi, har tú eisini kemur at arbeiða við fakligum uppgávum innan felagsferðslu, herundir analysur, planlegging og dagliga samskipan. Arbeiðið á deildini er í stóran mun skipað við verkætlanum. Førleikakrøv Vit rokna við, at tú hevur útbúgving innan búskap ella verkfrøði. Royndir innan fl utningsskipanir og projektarbeiði er ein fyrimunur. Tú skalt kunna arbeiða málrættað, og tú hevur góð analytisk evni. Eisini er tað ein treyt, at tú hevur góðan telduførleika og góðan málsligan førleika. Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir, og tú skalt kunna arbeiða undir trýsti og kunna hava nógvar bóltar í luftini í senn. Setanartreytir og umsókn Starvið er lønt í 35 lønarfl okki hjá tænastumannafelagnum, tó uttan at starvið er tænastumannastarv. Arbeiðstaðið er í Tórshavn til uml. 1. januar 2008, har tað síðan verður á Tvøroyri. Umsókn v.m. skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-100 Tórshavn Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. septembur 2007 kl. 12:00. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Regin Vágadal, stjóra, á 343012. Endurlýsing: Samferðsluleiðari Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. lýsingar