fríggjadagur 31. august 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 31. august 2007
51
tíðindi
Fyrrverandi norski
forsætismálaráð
harrin og útbúni
presturin, Kjell
Magne Bondevik
hevur nú roynt seg
sum fótbóltsvenjari á
stórari ítróttarstevnu
tætt við Kristiansand
Fótbóltsvenjari
Heri Simonsen
Fyrrverandi norski forsætis
málaráðharrin og formað
urin í Kristiliga Fólkaflokki
num í Noregi, Kjell Magne
Bondevik er farin nýggjar
leiðir. Hann royndi seg á
fyrsta sinni, 59 ára gamal,
sum fótbóltsvenjari á einari
stórari
ítróttarstevnu
í
Dvergnestangen tætt við
Kristiansand, har Todi Jóns
son fyri stuttum royndi fót
bóltseydnuna!
Svorðin Molde-
fjeppara!
Fótbóltsumhvørvið er tó
ikki ókent fyri Kjell Magna
Bondevik. Hann er kendur
fyri at verða ein svorðin
fjeppari hjá gamla felagnum
hjá
Jákupi
Mikkelsen,
Molde FK sum hevur heim
stað á norska vesturlandinu.
Bondevik hevur eisini spælt
nógv fótbólt á lægri división
støði á yngri árum. Bonde
vik og høvuðseigarin av
Molde Fotballklubb, Kjell
Inge Røkke, sum er næstan
líka væl kendur í Klaksvík,
Todi og Jákup eru gamlir
vinmenn.
Bondevik hevur eisini
sitið í stýrinum hjá Molde
FK, og eitt skifti sum "presi
dent", sum norðmenn so
snøgt tittulera tað. Bondevik
mátti sjálvsagt siga stýri
sessin í Molde FK frá sær
tá hann gjørdist forsætis
málaráðharri. Men ikki so
sjáldan sóu fólk forsætis
málaráðharran til landsdyst
á Ullevaalleikvøllinum í
Oslo.
"KRIK"
Í Noregi finst ein felags
skapur ið nevnist: "Kristen
Idrætskontakt",
stytt:
"KRIK". Hesin felagsskapur
hevur lokalar deildir runt
alt Noregs land, sum stuðlar
ungfólki í meinigheitum og
samkomum at íðka ítrótt av
øllum slagi. Í hesum høpi
num verður eisini skipa fyri
andaktum, konsertum, krist
nari frálæru o.s.fr. KRIK
hevur eina stóra summar
stevnu á hvørjum ári. 7.
12. august settu 980 kristin
ítróttarfólk hvørjum øðrum
stevnu í Dvergnestangen
skamt uttanfyri Kristian
sand. Á skránni var sjálv
sagt eisini fótbóltur!
Tekniskt vánaligur!
Blaðmaðurin hjá kristnu
dagsavísini "Vårt Land"
sum eygleiddi venjingina
hjá Kjell Magna hevði ikki
so nógv at finnast hvat við
víkur
teimum
taktisku
disposisjónunum.
Men
hesin var ikki so hugtikin
av gamla forsætismálaráð
harranum tá tað kom til
bólttemjingar og at senda
bóltin millum seg og ungu
leikarnar! "Eg havi mína
styrki á miðvøllinum, sum
strategur og bóltfordeilari"
segði Bondevik við "Vårt
Land", ikki so ólík støðuni
í norskum politikki har
hann var ein strategur á
miðjuni!
"Eftir
mínum
tykki er fótbóltur best tá
hann verður spældur ígjøg
num
miðvøllin.
Hagani
líkar mær best, at bólturin
verður koyrdur út á vengur
nar. Tí dámar mær best 43
3spælskipanina!"
Ella sagt við øðrum orð
um: Bondevik er ein kon
trastur bæði fótbóltsliga
og politiskt til kommun
istin, Egil "Drillo" Olsen,
hvørs
451spæliskipan
var hatað og foraktað av øll
um fótbóltsheiminum! So
fótbóltsliga
eru
danski
landsliðsvenjarin
og
"Drillohatarin",
Morten
Olsen og Kjell Magne
Bondevik meira á einum
málið! Bondevik var ikki
bara fótbóltsvenjari á summ
arstevnuni hjá KRIK. Hann
helt eisini eitt seminar um
"Kristna samfelagsábyrgd".
Okkara løgmaður er eisini
gamal fótbóltsvenjari og
nevndarlimur, so spyrst um
Jóanes Eidesgaard eisini
fer at gera, sum fyrrverandi
norski
starvsfelagin,
og
royna seg sum venjara?
(Kelda: VÅRT LAND)
Bondevik
vorðin
fótbólts-
venjari
Fyrrverandi forsætismálaráðharrin
í Noregi, Kjell Magne Bondevik,
hevur stóran áhuga fyri fótbólti
Mynd: Polfoto