Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 3. september 2007 27 tíðindi Stutt Sagt USA stór mistøk í Irak Í Bretlandi vilja tveir týðandi heryvirmenn vera við, at amerikanararnir gjørdu fleiri stór mistøk í Irak beint eftir innrásina í 2003. Generalurin Mike Jackson, sum var ovasti fyri teimum bretsku her­ deildunum í Irak, segði leygardagin, at amerikan­ ski politikkurin í Irak hevði ikki minsta hugflog, og í gjár segði general­ majorurin Tim Cross, at USA hevði gjørt fleiri og grov mistøk í krígnum í Irak. Við blaðið Sunday Mirror sigur Tom Cross, at hann ávaraði táverandi amerikanska verjumálaráð­ harran, Donald Rumsfeld, um, at Irak kundi enda í ruðuleika aftan á sjálva hersetingina. Men Rums­ feld helt ikki, at nakar vandi var fyri tí, sigur bretski heryvirmaðurin. Illveður í Meksiko Ein tropiskur stormur, sum hevur fingið heitið Henriette, hevur herjað partar av kyrrahavs­ strondini í Meksiko teir seinastu dagarnar, og sam­ bært myndugleikunum hevur illveðrið kravt seks mannalív. Trý av teimum, sum doyðu, vóru børn, sum fóru við einari skriðu. Samstundis sum illveðrið hevur herjað, er kyrrahavs­ strondini í Meksiko eisini herjað av einum jarðs­ kjálvta. Hann var 6,2 á Richter­stiganum, men einki er frætt um nakran stórvegis skaða. Royking bannað Tað gerst altsamt tuplari at vera roykjari, og skjótt er tað næstan eisini líka mikið, hvørjum landi ein er staddur í. Um vikuskift­ ið kom ein nýggja regla í gildi í Týsklandi, og hon sigur, at nú er ikki loyvt at roykja í teimum týsku tok­ unum longur. Týskarar kunnu heldur ikki festa sær í inni í almennum bygningum. Skuldi tað hent, at onkur festir sær í kortini, kann viðkomandi fáa heilar 1.000 evrur ella góðar 7.400 krónur í bót. SAMBAnd árni joenSen fArtekSt@MAil.dk - Vit hava ongantíð sæð nakað slíkt tey 50 árini, vit hava mátað ísin á leiðunum við Norðpólin (Eigil Kaas) útlond Nýggjar mátingar vísa, at tað hevur ongantíð verið so lítil ísur við Norðpólin sum nú Eftir tveimum árum er ísøkið við Norðpólin mink­ að eina mió. ferkilometrar, sum svarar til víddina á Fraklandi og Týsklandi tilsamans, og í gjár var tað 2,5 mió. ferkilometrar minni, enn tað var í meðal í árunum frá 1978 til 2000. ­ Vit hava mátað ísin tey seinastu 50 árini, men vit hava ongantíð sæð nakað tílíkt fyrr. Ísurin er minkaður nógv tey seinastu árini, men í ár er hann minkaður óvanliga nógv, sigur Leif Toudal Pedersen við JyllandsPostin. Hann vísir á, at fyrr hava serfrøðingar mett, at í ringasta føri kundi ísurin við Norðpólin hvørva um eini 30 ella 40 ár, men við verandi gongd verður tað longu um eini 15 ella 20 ár. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, heldur hann. ­ Hetta kemst fyri ein stóran part av tí veksandi hitanum á Jørðini, men vit hava heft okkum við, at í ár er óvanliga nógvur ísur komin frá Sibir norðir til Norðpólin og haðani suður við grønlendsku eystur­ strondini, har hann bráðnar, sigur Leif Toudal Pedersen, sum verður roknaður sum ein tann fremsti serfrøð­ ingurin á sínum øki. Spurningur um tíð Ein annar danskur ser­ frøðingur, Eigil Kaas, sigur seg vera ørkymlaðan av, at ísurin við Norðpólin minkar so skjótt. ­ Hetta er ræðandi. Ja, longu í 2005 var gongdin ræðandi, men hetta er uppaftur verri. Hetta vísir, at tær daprastu forsagnirnar eru beinar, og nú er tað bara ein spurningur um, hvussu skjótt tað gongur, sigur Eigil Kaas, sum er profes­ sari í veðurfrøði á lærda háskúlanum í Keypmanna­ havn. Norðpólurin berur um 15 ár Nú er tað er bara ein spurningur, hvussu skjótt ísurin við Norðpólin hvørvur Teir báðir pólsku flogskipararnir skuldu vísa síni kynstur, men tað bleiv teirra seinasta framsýning Ætlanin var, at flogsýningin í polska býnum Radom skuldi vara alt vikuskiftið, men tað endaði longu leygardagin, tá tvey av flogførunum stoyttu saman í luftini. ­ Teir báðir flogskipararnir doyðu beinenvegin, segði talsmaðurin hjá pólska flogvápninum. Nógv fólk vóru komin at hyggja at teimum djørvu flogskiparunum, og sam­ bært tíðindastovunum var tað eitt undir, at eingin áskoðari fekk skaða, tá petti av teimum báðum flog­ førunum duttu niður. Bara flogskipararnir vóru í flogførunum, sum stoyttu saman Undirhald í luftini endaði sum vanlukka