Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 170 - 4. september 2007 Fjølmiðlar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað er eitt dóttirfelag hjá Sosialinum, P/F Miðlavarp­ ið, sum hevur keypt út­ varpsstøðina Rás2. Støðin hevur verið til sølu í eina tíð, og samráðingar hava verið við ymsar partar. Men tað var altso P/f Miðlavarpið hjá Sosialinum, ið dró longsta stráðið. Miðlavarpið keypir alt virksemið og útgerð burtur úr felagnum Rás 2, sum framyvir fer at reka og eiga sendinetið, ið Miðlavarpið fer at leiga frá Rás 2. ­ Vit eru sera spent at taka upp samstarv við fólkini aftan fyri Rás 2, tí nú fara tey bara at leggja seg eftir at hava eitt so gott sendinet, sum gjørligt, sigur Jonhard Hammer, ið er stjóri í P/f Miðlavarpinum. Miðlavarpið tekur yvir útvarpsstøðina 1. oktober. Tað er Jonhard Hammer, sum er stjóri í P/F Miðla­ varpinum ­ Vit eru sera spentir. Tað er gott at hava fleiri bein at standa á. Gongdin uttan­ lands vísir eisini, at miðla­ hús breiða seg á ymsar miðlar, tí tá røkkur tú út til fleiri fólk. Hetta gevur okk­ um og okkara lýsrarum ótrúliga góðar møguleikar, sum kunnu koma í Miðla­ húsið og á einum stað av­ greiða lýsingar til fleiri miðl­ ar, sigur Jonhard Hammer. Tað er Sosialurin, sum eigur allan partapeningin í P/f Miðlavarpinum. Men tað er hugsandi, at aðrir partaeigarar koma við í felagið, og hesum arbeiða vit við í løtuni, sigur Jonhard Hammer. Júst hvussu innihaldið verður í útvarpsrásini, er enn ikki greitt. Jonhard Hammer sigur, at alt hetta er so nýtt, og at arbeitt í løtuni verður við at snikka eina rammu saman til eina nýggja sendiflatu, sum ein skjótt arbeiðandi bólkur er settur at gera uppskot til. Senda av loftinum Studio verður bygd á lofti­ num í Miðlahúsinum, hað­ ani ein partur skal sendast. Miðlavarpið eigur eisini Studio Pegasus í Klaksvík, har hin parturin av skránni skal sendast frá. Tað verður Sosialurin, sum fer at standa fyri tíð­ indasendingunum hjá støð­ ini, og tær verða bæði sendar úr Havn og úr Klaksvík. Jan Müller er ábyrgdar­ blaðstjóri á Sosialinum. Við keypinum av Rás2 gerst virksemið í Miðlahúsinum uppaftur fjølbroyttari. Eis­ ini Jan Müller fegnast um keypið av útvarpsstøðini. ­ Vit fáa skotið i skógv­ arnar, at vit her í Vágsbotni vilja leggja alt inn undir okkum, men hetta er als ikki okkara endamál. Enda­ málið er at yvirliva sum Miðlahús, tí um vit ikki fáa okkum fleiri bein at standa á, so kemur hetta fyrr ella seinni at ganga út yvir inn­ tøkugrundarlagið. Tí er út­ varp eisini ein týðandi partur at tryggja okkum inn­ tøkur framyvir, sigur ábyrgdarblaðstjórin. Hann vísir á, at hetta ikki er nakað, ið kemur av sær sjálvum. ­ Tí fara vit at leggja okkum eftir at gera eitt so professionelt arbeiði sum gjørligt, so vit bæði fara at halda upp á teir lurtarar, sum rásin hevur í dag og fáa enn fleiri at skrúva inn á FM102 og 106. Hetta smitt­ ar av upp á lýsararnar, ið eru sjálvt grundarlagið und­ ir støðini, sigur Jan Müller. Sosialurin hevur fyrr gjørt tíðindi fyri Rás2, og eitt lítið studio er á 1. hædd í Miðlahúsinum. Tá virk­ semið hjá Sosialinum í apríl 2005 flutti av Argjum í Vágsbotn, varð longu av­ gjørt, at loftið í Miðlahús­ inum skuldi setast av til loftmiðlar. Saman við Studio Pegasus verður mið­ lahúsloftið framyvir tann fysiski karmurin um Rás 2. Útvarp úr Miðlahúsinum Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, avmyndaður í trappuni upp á loftið í Miðlahúsinum, sum nú verður rættað inn til studio hjá Rás2 Mynd: Jens Kristian Vang Frithleif Olsen tikið sæti á tingi Frithleif Olsen hevur í dag tikið sæti á tingi fyri Alfred Olsen. Komandi dagarnar verður Frithleif Olsen tinglimur fyri Sambandsflokkin. Hann hevur tikið sæti á tingi fyri Alfred Olsen, løgtingsmann, sum er í farloyvi. Frithleif Olsen fekk á seinasta løgtingsvali 366 persónligar atkvøður, og gav hetta honum eitt triðja pláss á lista Sambandsfloksins í Eysturoy. Frithleif er kendur úr vinnuligum høpi, og er millum annað nevndarformaður í Eik. Hann hevur ikki havt sæti á tingi fyrr. Kim í Klaksvík Kovboy­barrin í Klaksvík, Maverick, hevur livandi tónleik á skránni leygarkvøldið, tá Kim Hansen vitjar í Klaksvík. Hetta er fyrstu ferð, at Kim vitjar í Klaksvík, síðan vindurin avlýsti hansara framførslu á Summar Festivalinum. Hesaferð verður tað tó ikki saman við vinmonnum, men púra solo, at Kim kemur framvið. Framførslan hjá vælumtókta nólsoyinginum byrjar eftir ætlan klokkan 22. Fyrireikrarnir siga, at møguleiki verður at hita upp við barrspæli hóskvøldið og karaoke fríggjakvøldið. Sosialurin og Rás2 hava undirskrivað keypsavtalu um, at Sosialurin 1. oktober yvirtekur útvarpsstøðina, ið sama dag flytir oman í Miðlahúsið í Vágsbotni