Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 169 - 3. september 2007 tíðindi Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Vágs Pensionistafelag og Dagtilhaldið gera útferð 17.-19. august. Gist verður á Runavíkar Sjómansheimi. Tey, ið vilja koma við, skulu tekna seg á tlf. 373446, 373285 ella 373261 áðrenn 1. august. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Heilafelagið, felagið fyri apopleksi- og afasirakt Tlf. 321520 · t-postur: heilaf@post.olivant.fo Veit okkum eina hjálpandi hond at seta ein grønmetis ídnað á stovn, millum tey fátæku í Rumenien. Ring 905699. Kostnaðurin er kr. 100 + vanligt uppring- ingargjald. Kundar hjá Kall kunnu ringja. Takk fyri tína hjálpandi hond. Calarasi missiónin v/ Thomas J. Askham, Asbjørn Niclasen og Sverri Kjærbæk. Sandoyar Kunningarstova 210 Sandur tlf. 361836 Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl. 09-12 & 13- 15.30 www.visitsandoy.fo Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Rúslinjan hjá Bláa Krossi er opin týsdag og hósdag frá kl. 19.00-21.00. Tlf. 318586. Opin ACA-fundur Tinghúsvegur 37, Havn (Tilkomin hjá alkoholikarum og vantrivnaður, dysfunktion- ellum, familjum). Leygardag kl. 11.00-12.00 á Tinghúsvegi 37 í Havn. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09-10, kl. 17.00–18.00. Leygardag: kl. 22.30-23.30 AA-fundur. Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima. olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundir - (Big book meeting) Týsdag: kl. 20.00 Stóri bókafundur er hvørt týskvøld í Losjuni á Tinghúsvegi 18. Inngongd frá Bøkjarabrekku. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alko- holikarum er hvørt hóskvøld kl. 20 og týskvøld kl. 20 í Al- Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anon fundur fyri avvarðandi at alkaholikkara er hvørt týs- kvøld kl. 21, á Mýruvegi 22. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftin- um, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum hevur hesi telefon nr.: form. 313484 - 219584 næstform. 421092 - 281179 nevndarl. 319588 - 212839. Spælistovan í Margarinufabrikkini Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 9.00-12.00 fyri børnum/foreldrum uttan ansing. HUFF, Hundaeigarafelag Føroya limur í Dansk Kennelklub, kreds 12. Telefonin hjá felagnum er: 277317. Til ber at tekna seg sum lim og spyrja um eitthvørt viðv. hundum. Hvørt týskvøld kl. 19.00 ganga vit túr, møtast við Skógrøkt Landsins. Giktafelag Føroya MBF-húsið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13.00 til 16.00. Cøliakifelag Føroya Formaður er Henning Sørensen, Garðsgøta 3, Argir, tlf. 314783. Hjartafelagið Postboks 3120, 110 Tórshavn e-mail: hjarta@hjartafelag.fo Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív limur ella gang ein royndartúr. Ringið: Súnfríð 316167, Ella 316261, Daisy 312498, Paulina 510677, Henry 272800. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Frítíðarfelagið »Antares« Postsmoga 11, 490 Strendur Frítíðarfelag hvørs endamál er at røkja áhugamál hjá teimum føroyingum ið starvast í altjóða farma- og frálandavinnu. Meira fæst at vita við at venda sær til Felagið á tlf. 590100, ella um teldupost aldebaran@kallnet.fo Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivi- trupulleikar. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld. Starvið: Í sambandi við at okkara deildarstjóri fer frá vegna aldur er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum deildarstjóri leyst at søkja í mentamáladeildini í Mentamálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá mentamáladeildini eru m.a. at: • Fyrisita hægru umsitingina av útbúgvingar-, granskingar- og mentanarstovnum • Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar, granskingar- og mentanarstovnar á økinum • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir, stovnar og áhugabólkar • Fremja samstarv millum skúlar og stovnar o.o. Deildarstjórin er leiðari av mentamáladeildini, og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini av deildini og teimum útbúgvingum og stovnum, ið eru og koma á økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður/mannagongdir eru í samsvar við nútímans krøv. Deildarstjórin er partur av leiðsluni í Mentamálaráðnum. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava: • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla • Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum • Góð leiðslu- og samstarvsevnir, umframt mennandi leiðslustíl • Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið og aðrar áhugabólkar • Vilja til at royna nýggjar leiðir, serliga nú starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum • Áhuga fyri avbjóðingum • Góðar málførleikar, serliga í føroyskum, norðurlendskum og enskum Vit bjóða: Mentamálaráðið mennist alsamt og verður tú sjálv/ sjálvur í stóran mun við til at skapa starvið. Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttanlandasamstarv. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum og stovnum innan undirvísing, gransking og mentan. Mentamálaráðið arbeiðir við visjónum og er partur av visjón 2015. Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 40.972,46 um mánaðin, umframt 15% í eftirløn. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. september 2007 kl. 16.00. Starvið verður sett skjótast tilber. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 555051. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í Mentamáladeildini eru Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, gransking, Føroya Fornminnissavn, Biofar, Føroya Landsskjalasavn, Landsbókasavnið, bókasøvn, Kringvarp Føroya, kirkjumál, ítróttur og annað frítíðar- og mentanarligt virksemi. Í deildini eru 7 starvsfólk. Deildarstjóri til Mentamáladeildina sansir.fo Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarstjóra, sum vil stíla fyri hesum týdningarmikla og spennandi øki.