mikudagur 5. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 171 - 5. september 2007
Veitt síðsta hvalin
Sunnukvøldið fekk íslendski hvalabáturin Dröfn tann
seinasta av teimum 200 sildrekunum, sum íslendingar
hava veitt til vísindaligar rannsóknir tey seinastu fýra
árini. Ætlanin við kanningunum var millum annað at
kanna, hvat sildreki etur. Tær fyrstu kanningarnar
bendu á, at hvalurin át meiri tosk og sardinir og minni
lodnu, enn menn høvdu hildið, men eftir teimum
seinastu kanningunum etur hvalurin meiri sardinir nú
enn fyrr.
Útflutningsvirði voksið
Føroyska útflutningsvirðið vaks fyrra hálvár 2007 við 1% í mun
til sama tíðarskeið í 2006, skrivar hagstovan á heimasíðu síni.
Tilsamans var útflutt fyri 1,8 milliard. kr. í hesum
tíðarskeiðnum. Tað eru serliga alifiskur, sum við einum vøkstri
uppá 97%, saman við øðrum fiski og fiskaúrdrátti, ið vaks 19%,
umframt uppisjóvarfiski við, ið vaks 8% í útflutningsvirði, sum
halda útflutningsvirðinum uppi. Útflutningsvirðið av botnfiski
sosum. toski, hýsu og upsa minkað við 11% og skeljafiskur er
farin niður við 40%. Útflutningsvirði av øðrum vørum og
skipum er minka við ávikavist 56% og 57%,.
Í næstum fáa
føroyingar vitjan
av víðagitnum
jogalærarum, sum
fara at kunna um joga
í Miðlahúsinum og
halda vikuskiftisskeið
á Velbastað
VælVera
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóskvøldið 20. september
kl. 18.30 verður kunningar
kvøld um joga í Miðlahúsin
um í Havn. Á tiltakinum,
sum er alment og ókeypis,
fer altjóða viðurkendi leið
arin fyri Skandinavisk Yoga
og Meditatiónsskúla í Svø
ríki, Swami Janakananda, at
greiða frá um klassiska joga
og tantriska meditation.
Umframt kunning byrjar
kvøldið við einari mediativ
ari sangløtu, og endar tað
við
einari
vegleiddari
meditatión.
Tað er Manijeh Elsa
Modi, ið sjálv hevur gjørt
joga í nógv ár, sum hevur
bjóðað jogalærarunum hig
ar til lands. Hon greiðir frá,
at einki religiøst er í tiltøk
unum, og at alt gongur virði
liga og friðarliga fyri seg.
Vikuskiftisskeið
á Velbastað
Sum sagt verður eisini skip
að fyri vikuskiftisskeiði í
joga. Skeiðið er bæði ætlað
óroyndum
og
royndum
fólkum.
Eitt vikuskiftisskeið er
ein góður háttur at læra
joga at kenna, og gevur høv
ið at fara í dýpdina hjá teim
um, sum kenna tað framm
anundan, sigur Manijeh
Elsa Modi.
Hon sigur, at á skeiðinum
fæst gott innlit í likamligu
venjingarnar, venjingar av
andadráttinum og djúpari
hvíld. Eisini verður undir
víst í konsentratiónsteknikk
inum Tratak og meditatións
teknikkunum, sum eita ”Inn
ara stilli” og ”Orkukeldur”.
Gevur innlit
og royndir
Swami Janakananda, sum
fer at leiða skeiðið, sigur, at
undirvísingin
er
skipað
soleiðis, at tú kanst fáa eina
greiða uppliving av, hvussu
joga virkar.
Vit hava tíð til at fara í
dýpdina við nógvum av
teimum ymsu teknikkunum
úr jogatraditiónini, sigur
hann.
Eisini vísir Swami Jana
kananda á, at venjingarnar
eru tengdar hvør av aðrari
og styrkja hvørja aðra, sum
longu aftaná eitt vikuskifti
geva innlit og royndir, sum
fólk eisini kunnu fáa gagn
av, um tey ætla sær at halda
fram sjálvi aftaná.
Skeiðið er í høvuðsheit
um bygt á ítøkiligar royndir
hjá
luttakarunum.
Men
seinnapartin
sunnudagin
verður eisini ein teoretiskur
partur, har til ber at seta
fram spurningar um tað,
sum vit hava verið ígjøgn
um, sigur Swami Janakan
anda, sum verður róptur
meistari í hesum saman
hangi.
Skeiðið er bygt soleiðis
upp, at vit leggja fyri við
kropsligu venjingunum, og
síðani fara vit víðari við fín
ari teknikkum. Vit byggja
alla tíðina omaná tað, sum
vit júst hava lært. Tí er tað
eisini ein fortreyt, at fólk
luttaka allar tímarnar. Har
afturímóti nýtist teimum ikki
at vera í góðum formi ella at
hava kunnleika til joga
frammanundan, sigur hann.
Skeiðið verður í skúlanum
á Velbastað, og ber til at
tekna seg hjá Manijeh á
telefon 55 60 94.
Sí meira:
www.yoga.dk (skúlin
í
Danmark)
www.yogameditation.com
(Meira
intensivt
um
skeiðsvirksemið á Háa í
Suður Svøríki)
Kunning og skeið um joga
Kunningarkvøld um joga
í Miðlahúsinum
Hósdagin 20. september kl. 18.30 til uml. 21.30
Klassisk yoga og tantrisk meditation
Eitt kvøld við meistaranum og leiðaranum av Skand
inavisk Joga og Meditatiónsskúla Swami Janakananda.
KIRTAN meditativ sangløta kl. 18.30 – uml. 19.15.
Syng teg til orkulødda hvíld, vælveru og gleði gjøgnum
meditativan mantrasang. Við Ma Sita Savitri.
SATSANG – spyrjitími kl. 19.30
Set spurningar um klassiska joga og tanstriska medita
tión, og fá eina innføring til vikuskiftisskeiðið, sum
verður vikuskiftið 21. 23. september.
Kvøldið endar við vegleiddari meditatión við Swami
Janakananda,
sum
er
ein
av
heimsins
bestu jogalærarum.
Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis!
Ma Sita, sum eisini fer at
standa fyri jogavenjingum og
sangi
Swami Janakananda, sum
fer at leiða kunningarkvøldið
í Miðlahúsið og
vikuskiftisskeiðið á Velbastað
Manijeh Elsa Modi, sum býr á Velbastað, greiðir frá, at hon fekk áhuga fyri joga longu sum barn, tí mamma hennara, Vilgerð, bæði dugdi og undirvísti í joga. -
Umframt arbeiðið sum sjúkrasysir, var mamma yogalærinda. Og eins og Swami Janakananda lærdi hon hjá Swami Satyananda í Bihar, India. Skúlin hjá Swami
hevur í dag deildir um allan heim, sigur Manijeh, sum er uppvoksin í India. Manijeh er stutthærda kvinnan á myndini