hósdagur 6. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 172 - 6. september 2007
Minni áhugi fyri Clinton
Tað gekk striltið at selja seinastu atgongumerkini til
vinnuráðstevnuna við við Bill Clinton og Hans Blix 1.
oktober. Eftir at sølan hevði verið opin í tveir og ein hálvan
tíma, í gjár vóru bert fimm atgongumerki seld. Fyrru ferð
atgongumerki til vitjanina vóru í fríari sølu, tók tað bert 20
minuttir at selja tey knapt 120 atgongumerkini til
vinnuráðstevnuna. Tey 120 atgongumerkini vórðu seld fyri
tilsamans 600.000 kr.
Tórshavnar havn
hevur sett eina
kanning í verk, sum
hevur til endamáls
at fáa staðfest,
hvussu álvarsligt
tað er við larmi frá
teimum russisku
skipinum, sum koma
inn á Kollafjørð.
Útbyggingin av
havnini heldur fram
sum ætlað
Umhvørvi
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Talan er um ljóðmátingar,
sum Tórshavnar havn hevur
biðið Johannes P. Steingrund,
sivilverkfrøðing í Saltangará,
um at gera. Hetta sigur
Leivur Hansen, sum er
formaður í havnanevndini
hjá Tórshavnar Kommunu.
Johannes P. Steingrund
er serfrøðingur í akustykki,
ella ljóðviðurskiftum, sum
hann hevur arbeitt við í
nógv ár. Bæði í Danmark,
Føroyum og í Týsklandi.
Enn er hann ikki liðugur
við mátingarnar, og tí er
ongin niðurstøða gjørd um,
hvussu er statt við larminum
frá russaraskinunum, ið
brúka Kollafjørð til millum
annað at umskipa veiðu til
Samskip, sum brúkar Kolla
fjørð sum avskipingarhavn.
Stór ónøgd hevur verið
millum íbúgvarnar á Signa
bø um larmin frá russara
skipnum, og at Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt av at
bingjuhavn
á
Signabø.
Millum annað hevur komm
unan fingið handað mót
mælisskriv frá borgarum í
bygdini.
Leivur Hansen sigur, at
arbeiðið við bingjuhavnini
heldur fram sum ætlað.
Bingjuhavnin skal vera
150 metrar long, og ein ser
ligur rampi skal gerast, ið
kann gera tað møguligt hjá
Norrønnu at sleppa at har,
tá veðrið ikki er til tað í
Havn.
J&K Petersen standa fyri
byggingini, ið fer at kosta
53,7 mió. kr. Nógv av til
farinum til planeringina er
komið úr Vágatunlinum.
Gera ljóðmátingar á Signabø
Áheitan á russarar um at avmarka larmin umborð á skipunum, tá tey liggja á Kollafirði, hevur
hjálpt, heldur formaðurin í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð, Leivur Hansen.
Savnsmynd
Seinasta vikuskiftið
í hesum mánaðinum
skipar Sláið Ring
fyri tiltakinum ”Ung
í dansi”. Tiltakið
verður á Gjáargarði.
Øll ung, sum ganga í
framhaldsdeild ella
hava aldur til tess,
hava møguleika at
tekna seg. Pláss er
fyri 60 luttakarum
DANSUr
Tíðindaskriv
Sláið Ring hevur í ár valt
at bjóða ungfólki á eina
dansistevnu á Gjáargarði
við Gjógv. Ikki nýtist teim
um ungu at hugsa um
pengapungin fyri at vera
við. Tiltakið er ókeypis,
bæði uppihald og flutn
ingur.
Á Gjáargarði er pláss
fyri 70 gistandi, og hava
vit gjørt av at býta tað upp
soleiðis, at luttakaratalið
verður 60 ungdómar og
10 vaksin, ið koma at
hjálpa til, sigur dansi
felagið í tíðindaskrivi.
Tiltakið byrjar fríggja
kvøldið 28. september
klokkan 18.00 við nátt
urða, dansisøgu og undir
haldi. Seinni verður farið
upp á gólv saman við
Eysturoyar Dansifelag.
Leygardagin verða tvey
skeið á skránni. Tað fyrra
kallast ”Hvussu kunnu vit
læra okkum kvæðini”, og
tað seinna ber heitið ”
Dansisiðir
og
leiklutur
skiparans”. Tað verða Petur
Olivar í Hoyvík og Jónleif
Johannesen, sum greiða
frá. Eisini fara ungfólkini
ein túr í bygdini. Um kvøld
ið verður skipað fyri undir
haldi
og
dansispølum.
Klokkan 21.00 verður aftur
farið upp á gólv. Hesaferð
saman við Dansifelagnum
á Látrinum.
Sunnumorgunin verður
tikið samanum, áðrenn vit
fara heim.
Ung á
dansistevnu
við Gjógv
Rodmund Nielsen
slær nú fast, at hann
altíð hevur verið
partur av Fólkaflokk
inum, og alt annað tos
stavar meiri frá miðl
unum enn honum
POLiTiKKUr
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein av heilt stóru og spenn
andi spurningunum upp
undir komandi val hevur
verið, um Rodmund Nielsen
fer at stilla upp – og í fall
fyri hvønn.
Fyri tíð síðani gekk tað
sum rótasúpan runt Skála
fjørðin og víðari út um
landið, at tað var upp á tal,
at fyrrverandi borgarstjórin
í Runavíkar Kommunu fór
at stilla upp fyri Sambands
flokkin.
Eisini Sosialurin royndi
at fregnast um hetta, men
einfalda svarið frá Rod
mundi Nielsen tá var, at
hann onga støðu hevði tikið
til nakað sum helst. Hvørki
um hann fór at stilla upp,
ella um so var fyri hvønn.
Men nú er annar av hes
um spurningunum í hvussu
er avkláraður sambært høv
uðspersóninum sjálvum.
Eg havi altíð verið ein
partur av Fólkaflokkinum,
og tað eri eg enn. Alt hitt
tosið um, at eg møguliga
skuldi stilla upp fyri aðrar
flokkar er nakað, sum miðl
arnir hava róð upp undir,
sigur Rodmund Nielsen.
Tað er sostatt greitt, at
um fyrrverandi borgarstjórin
stillar upp, verður tað fyri
Fólkaflokkin.
Ikki tikið støðu
Tá Rodmund Nielsen fór
frá sum borgarstjóri var
grundgevingin hon, at so
nógv var at gera í fyritøkun
um, sum hann er partur av.
Og sum skilst er hetta fram
vegis orsøkin til, at hann
ivast í, um tað er rætt av
honum at stilla upp til løg
tingsvalið. Men tíðin hevur
eisini nakað at siga.
Tað er í hvussu er greitt,
at eitt val í ótíð fyri meg
hevði komið illa við, tað
hevði verið eitt hálvt ár ov
tíðliga,
sigur
Rodmund
Nielsen.
Hann vísir eisini á, at eitt
kommunuval og eitt løg
tingsval eru hvør sítt, og at
avkvøðurnar als ikki bara
kunnu flytast frá einum til
annað. So tað kann sigast,
at eisini á tí økinum vigar
hann og metir um sínar
møguleikar.
Eg kann í hvussu er siga,
at eg ikki enn havi tikið
støðu til, um eg fari at stilla
upp til komandi løgtingsval.
Men eg kann siga, at stilli eg
upp, verði eg flokstrúgvur
móti Fólkaflokkinum, sigur
Rodmund Nielsen.
Altíð tengdur at
Fólkaflokkinum
Rodmund Nielsen hevur ikki gjørt av, um hann stillar upp
til komandi løgtingsval. Men ger hann tað, verður tað fyri
Fólkaflokkin
tíðindi