fríggjadagur 7. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 7. september 2007
13
viðmerkingar
Sum borgarstjóri í einum
av størru býunum og økju
num úti um landið kenni
eg tað sum mína skyldu at
ávara okkara landspolitik
arar ímóti at avtaka aldar
gomlu umboðan landspart
anna á Føroya Løgtingi, tí
tað kann við tíðini hava
aðrar óhepnar avleiðingar
við sær fyri tey annars so
produktivu økini kring
landið, at hesin so týðandi
rættur verður tikin frá
teimum.
Inngangur – málið er ikki
flokspolitiskt
Tá hetta uppskotið av fyrst
um kom fram, var eg ein
av teimum, sum í fyrsta
umfari helt, at hetta upp
skotið helst hevði fleiri
fyrimunir enn vansar við
sær, men eftir nærri um
hugsan og eftir at málið
hevur verið viðgjørt í
almenna kjakinum, eri eg
komin til eina heilt aðra
niðurstøðu, ið er somikið
avgjørd, at eg kenni tað
sum neyðugt at ávara ímóti
at seta tað ætlaðu valskip
anina í verk – serstakliga
tá ein hevur í huga tann
skund, ið málið tykist at
hava á Føroya Løgtingi.
Sum kunnugt er hetta
málið ikki flokspolitiskt,
tvs. at ymiskar meiningar
eru um tað innan flestu
flokkar.
Soleiðis er helst eisini í
býráðnum, og tí er henda
viðmerking fyri mína egnu
rokning og er ikki umboð
andi Klaksvíkar Býráð.
At missa ávirkan er at
missa virði
Landspartarnir (valdømini)
í Føroyum hava í manna
minni havt og hava enn í
dag – meir og minni – tradi
tión fyri at eiga eitt fólk,
sum er eyðkent av skapa
narhuga, dirvi og váðafýs
ni, ikki minst á tí vinnuliga
og mentanarliga økinum.
Um okkara fólkavaldu
løgtingslimir, har meirilut
in framvegis í dag umboð
ar økini kring landið, velja
at taka ein so týðandi rætt
frá økjunum kring landið,
sum tað er at hava umboð
an í landsins lóggávuvaldi,
so verður tað samstundis
eitt signal til hesar lands
partar, at teir ikki longur
hava sama virði fyri land
okkara sum áður. Tí tann,
sum missur ávirkan, miss
ur eisini tign, týdning og
virði.
Slík signal fara uttan iva
– serliga sum tíðin líður frá
– at seta síni spor og hava
sína negativu ávirkan á
styrkina og sjálvsálitið
kring landið ...
Enn sterkari
sentralisering
Undirritaði er ræddur fyri,
at ein slík kollveltandi
umskipan av okkara framm
anundan sárbæra samfelag
fer at skerja menningar
møguleikarnar kring land
ið, tí verða Føroyar skipað
ar sum eitt valdømi, verður
avleiðingin ein enn sterkari
sentralisering enn higartil.
Við verandi skipan fer
longu fram ein áhaldandi
miðsavning av stovnum og
tænastum landsins – ein
gongd, sum í ávísan mun
verður tálmað av teimum
politikarum, sum í dag eru
valdir og umboða ymisk
valdømi kring landið.
Verða Føroyar skipaðar
sum eitt valdømi, vil tað
føra við sær, at alsamt
færri politikarar, búsitandi
kring landið, fara at sita í
løgtinginum.
Ein avleiðing av hesum
verður so við og við ein
enn sterkari sentraliserings
tilgongd, tí royndirnar siga,
at politikarar, sama í hvørj
um valdømi teir eru valdir,
arbeiða allir í stóran mun
fyri sínum heimstaðarøki,
samstundis sum teir sjálv
andi hava ábyrgd yvir fyri
landinum sum heild.
Eingin grund er til at
halda, at henda sannroynd
verður broytt, um landið
verður eitt valdømið,
tvørturímóti.
Landspartarnir skapa
margfaldni
Eg síggi land mítt sum
eina tjóð, sum gamaní er
lítil í vavi og fólkatali, men
sum kortini higartil hevur
havt øll tey eyðkenni, sum
ein rættilig tjóð hevur,
millum annað við lands
pørtum, sum hava ávirkan
á og týdning fyri alt
samfelagið.
Verandi valskipan, har
landspartar kring landið
eru sjálvstøðug valdømi, er
við til at tryggja hesum
landspørtum ávirkan og tað
góða, sum við tí fylgir.
Hetta hevur givið Føroy
um eitt margfaldni, sum eg
vóni, at samfelag okkara
sleppur at varðveita og
menna, tí økini kring land
okkara hava sanniliga giv
ið til samlaða samfelagið
meira, enn tey hava tikið.
Søgan prógvar, at fram
burður lands og fólks okk
ara í stóran mun verður
skaptur í kraftardeplum
kring landið, har vinna,
mentan og myndugleikar
taka lógvatak um eitt sam
ansjóðað avrik, sum gevur
gylt, bæði til lokaløkið,
men sanniliga eisini til
landið alt.
Miðsavningin mergsýður
økini
Men longu í dag – hóast
vit hava fleiri valdømi
kring landið – er tað ein
harður og krevjandi dystur
fyri hesar søguligu kraftar
deplar at varðveita sínar
menningarmøguleikar, tí
tann máttmikla miðsavning
in sýgur støðugt mergin úr
økjunum kring landið og
flytir stovnar, tænastur og
vinnuvirksemi alsamt
longur inn móti miðjuni.
Tí er – eisini á Føroya
Løgtingi – framhaldandi
stórur tørvur á einum virkn
um og miðvísum landspoli
tikki til frama fyri allar
landspartar Føroya, og
hendan kunnu vit bert
varðveita við at halda fast
um fleiri valdømi – til
frama fyri alla tjóð og fólk
okkara.
Landið minkar við 1
valdømi
Í stuttum kann sigast, at
ein vandi er fyri, at Føroy
ar við einum valdømi við
tíðini fara at minka, skilt á
tann hátt, at øki kring land
ið, sum í dag eru virkin,
fara at missa týdning og
árin á samfelagsgongdina
og av tí sama fara at vikna
og í ringasta føri kanska
heilt at følna.
Kommunurnar eina eru
ikki nóg sterkar
Sum ein av høvuðs grund
gevingunum fyri tí fráboð
aða uppskotinum verður
sagt, at løgtingið skal savna
seg um at reka landspoli
tikk, meðan kommunurnar
– sum skulu fáa fleiri máls
øki løgd út at umsita –
skulu reka lokalpolitikk.
Hetta ljóðar alt samalt
gott, og tað ber eisini á
rætta borðið at lata komm
ununum nøkur málsøki
afturat at umsita, tí tær
flestu borgaravendu uppgáv
urnar liggja best hjá
kommunala myndugleika
num – eingin ivi um tað.
Hinvegin má tað sláast
rimmarfast, at eitt broytt
uppgávubýti millum land
og kommunur einsamalt
ikki er nóg mikið til at
lívbjarga nøkrum menn
andi og lívførum landspørt
um kring landið. Her skal
munandi meira til enn bara
at lata kommununum
nøkur fá málsøki afturat at
umsita.
Yvirtøkur skapa fá størv
afturat
Fyri tað fyrsta hevur tað
higartil víst seg at ganga
rættiliga striltið hjá skift
andi landsstýrum og løg
tingsmanningum at fremja
í verki nakra stórvegis
flyting av uppgávum frá
landinum til kommunurnar,
tí tá samanum kemur, er
mótstøðan rættiliga hørð
ímóti at flyta uppgávur –
og harvið eisini størv – úr
miðstaðarøkinum og út til
kommunurnar.
Fyri tað næsta er neyð
ugt at minna á, at vit her
als ikki tosa um nakað
stórt tal av størvum, sum
koma aftur at teimum
størvum, sum longu eru úti
í økjunum.
Tey bæði stóru málsøki
ni, sum nú liggja í kortu
num at flyta út til komm
unurnar afturat, eru fólka
skúlin og eldraøkið. Í báð
um hesum førum eru tey
flestu størvini longu sum
er úti um landið (lærarar,
heimahjálparar v.m.), og
talan verður tí bert um
nøkur einstøk umsitingar
lig størv afturat í økjunum
at umsita hesar skipanir, tá
hesi málsøki vónandi skjótt
verða flutt kommununum
at umsita.
Vit tosa sostatt ikki um
nakran stóran lokalan
vøkstur bert av hesum
tiltøkum, hóast tey, sum
nevnt, avgjørt bera á tað
rætta borðið.
Tí er veruliga neyðugt
við bæði kommunalum og
landspolitiskum tiltøkum
til frama fyri ALLAR
landspartar í landinum, um
Føroyar skulu verða
varðveittar sum tann
fjøltáttaða tjóð, hon í dag
er.
Tí mugu valdømini
varðveitast!
Hvat er lands- og lokal-
politikkur?
At flyta ein landsstovn við
áleið 20 størvum til Suður
oyar ella at flyta allar
kommunulæknavaktir til
Havnar?
At flyta Skipaeftirlitið til
Vágar ella at niðurleggja
økisskrivstovuna hjá Tolli
og Skatti í Norðoyggjum?
Tað verður allar dagar
ein spurningur um eyga, ið
sær, sum fer at gera av,
hvat tú og eg halda vera
landspolitikkur ella
lokalpolitikkur.
Higartil hevur tað serliga
verið løgtingslimir, valdir í
ella kring miðstaðarøkið,
sum føra fram, at tey á løg
tingi ynskja at reka lands
politikk, og tey ynskja tí at
sleppa undan politikarum,
sum verða valdir í ymisk
um valdømum kring landið
alt.
Men samstundis sum
hetta verður ført fram, so
kunnu vit ferð eftir ferð
staðfesta, at eisini løgtings
limir í miðstaðarøkinum
hugsa lokalt.
Undirritaði er tí ræddur
fyri, at tað krevur nakrar
lokalt valdar politikarar
kring landið, um andøving
in ímóti sentralisergingini
skal varðveitast.
Tí er sanniliga eisini
brúk fyri landspolitiskum
tiltøkum á Føroya Løgtingi
til frama fyri ALT landið –
eisini økini kring landið!
Skjótar broytingar eru
óðamannaverk
Eg undrist á, at nakað so
grundleggjandi sum
valskipanin eftir so stuttari
tíð kann gerast eitt mál,
sum løgtingslimir longu nú
tykjast halda tað vera klárt
at avgreiða.
Kann ein so gomul og
siðvand skipan avtaka seg
sjálva soleiðis so brádliga í
12. tíma í einum valskeiði?
Er okkara fólkaræðisliga
skipan í hesum føri veru
liga so illa kjølfest í okkara
stýrisskipan?
Umráðandi er her, at tey
fólk, sum hava mannað
stýrisskipanarnevndir og
grundlógarnevndir, her eru
árvakin og tala at, soleiðis
at slíkar grundleggjandi
broytingar ikki verða
framdar so lættliga.
Ein kendur maður skal
hava sagt, at tú ikki mást
leypa frá eini galdandi
skipan, sum hevur virkað í
eitt áramál, áðrenn tú til
fulnar veitst, at tað, sum tú
tekur ístaðin, er betri enn
tað, sum tú fert frá.
Verða valdømini nú
avtikin, so koma tey neyv
an nakrantíð aftur. Tí vil eg
ávara ímóti at taka hesa
stóru og prinsippiellu
avgerð uttan gjølliga
umhugsan um allar síður
av málinum.
“Gjørd gerð fær onga
vend”
Hesar reglur verða skriv
aðar við tí eina endamáli,
at ávara okkara háttvirdu
fólkavaldu landspolitikarar
ímóti at taka nakra skjóta
avgerð um eina so grund
leggjandi skipan sum okk
ara valskipan, tí kanska tað
verða avleiðingar av hesi
broyting, sum vit í dag í so
skjótari vend ikki fáa eygu
á, men sum vit kanska
seinni koma at ásanna. Tá
hevði verið gott, um
avgerðin ikki longu var
fallin – tí tá vendist ikki
aftur.
Sum eitt valdømi verða Føroyar miðsavnaðar sum ongantíð fyrr
borgarstjóri
Steinbjørn O.
jacObSen
Leingi hevur tað undrað
meg, at eingin hevur lætist
um vón, eftir at eg setti
fram uppskot um at vit
fingu okkum eina vallóg
sum tryggjar øllum pørtum
av landinum og báðum
kynum rættvísa umboðan á
Føroya løgtingi.
Men nú er onkur farin at
kvaklast við. Herfyri tosaði
eg við eina kvinnu við høg
ari útbúgving, sum segði,
at hetta var tað, ið átti at
verið gjørt, og hon helt, at
góður møguleiki var fyri at
fáa tað samtykt.
Tað hon førdi fram, var,
at nú hevur løgmaður í
ólavsøkurøðu síni boðað
frá, at vallógin skal vera
samtykt við eini fólkaat
kvøðu. Tí er spurningurin
ikki, hvat ið sitandi løgting
heldur vera rætt, men hvat
ein meiriluti av tjóðini
helst vil hava.
Aðrastaðni er tað kent, at
veljarar kunnu venda sær
til landsins lóggávuvald
við lógaruppskotum, ið
síðan verða løgd fyri fólkið
til atkvøðugreiðslu. Í okk
ara skipan verður einki
sagt um hetta, men løgið
hevði verið, um ein áheitan
frá einum stórum parti av
veljarunum um at fáa eina
slíka vallóg til fólkaatkvø
ðu, ikki varð fylgd av løg
tinginum, og síðani
samtykt av tí, um so var, at
ein meiriluta av teimum,
sum greiddu atkvøðu, tóku
undir við uppskotinum.
Vallóg til fólkaatkvøðu
ZakariaS
Wang