Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 173 - 7. september 2007 Stutt Sagt Ónýtilig løgregla Tann almenna løgreglan í Irak kann ikki brúkast. So greið er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum ein amerikonsk nevnd við fyrrverandi generalinum James Jones á odda hevur skrivað. Nevndin sigur, at etniskar ósemjur gera løgregluna óarbeiðsføra, og tí er hon ikki før fyri at veita ta trygd, sum hon er ætlað at gera. Nevndin mælir tí myndugleikunum til at upploysa løgregluna og at skipa hana av nýggjum. Amerikanska nevndin hevur eisini kannað irakska stjórnarherin, og har er støðan rímiliga góð, sigur hon. So kom Fred eisini Fyrrverandi amerikanski senatorurin Fred Thomp­ son kunngjørdi í nátt, at hann fer at royna at gerast valevni hjá republikanska flokkinum til forsetavalið næsta ár. Tað hevur ljóðað leingi, at Fred Thompson ætlaði sær at stilla upp, og tí kom kunngerðin ikki óvart á fólk, skrivar AP. Fred Thompson er útbúgvin løgfrøðingur og hevur fyrr umboðað republikanska flokkinum í Senatinum. Hann er eisini filmsleikari og spældi millum annað við í filminum "Die Hard 2". Ráðhús til sølu Síðani nógvar danskar kommunur vórðu lagdar saman, hava fleiri av teimum gomlu ráðhúsu­ num staðið tóm, men tað vísir seg at vera trupult hjá kommununum at sleppa av við tey, og í summum førum hava kommunurnar verið noyddar at slaka í prísi­ num. Tað kemur kommu­ nunum illa við, tí fleiri teirra høvdu roknað søluprísin sum inntøku í fíggjarætlanini. Nú noyð­ ast tær at bíða eftir pengunum, ella mugu tær góðtaka at fáa væl minni enn væntað. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Okkum tørvar ein republikanskan sigur næsta ár, og eg ætli mær at standa á odda fyri tí dystinum (Fred Thompson) útloND Minst 21 fólk doyðu, og umleið 200 eru ikki komin afturíaftur, tá ódnin Felix herjaði Nikaragua ­ Vit fáa støðugt boð um, at bjargingarliðini finna lík flótandi ymsastaðni, sigur Reynaldo Francis, sum er guvernørur í einum lands­ parti har norðuri í Nikaragua. Myndugleikarnir vita um eini 20 fólk, sum hava latið lív, men umleið 200 eru ikki komin afturíaftur síð­ ani ódnarveðrið. Ringast stendur til í láglendinum fram við strondini. Har eru fleiri fólk druknað og uppaftur fleiri horvin. Samstundis leita herskip eftir fiskimonnum, sum ikki fingu stundir at koma til lands, áðrenn ódnarveðrið kom á teir. Felix hevði ikki so nógvan vind við sær, sum veðurmenninir høvdu vænt­ að, men í Miskito­víkini kom vindferðin kortini upp í 260 kilometrar um tíman. Har høvdu myndugleikarnir flutt umleið 10.000 fólk undan ódnarveðrinum, og tað vísti seg at vera ein skilagóð avgerð, tí nógv hús fram við víkini eru oyðiløgd. Í grannalandinum Hond­ uras hevði Felix ógvusligt regn við sær. Har stúra myndugleikarnir nú fyri skriðulopum, og í høvuðs­ staðnum Tegucigalpa er stórur vandi fyri vatnflóð. Umleið 50.000 fólk eru vorðin heimleys í Nikaragua 21 deyð og 200 horvin í ódnarveðri Vatnið frá tí bráðn­ aða ísinum í Grøn­ landi og Alaska ávirkar støðuna í heimshøvunum, sigur danskur granskari Fyri tveimum árum síðani kannaði danski veðurlags­ granskarin Sebastian H. Mernild ísviðurskiftini við Amassalik í Eysturgrøn­ landi og Zachenberg í lands­ nyrðingspartinum av Grønlandi. Við einum serligum útrokningarhátti eydnaðist tað honum at staðfesta, hvussu nógv vatn rennur á sjógvin frá tí bráðnandi ísinum í teimum báðum økjunum. Nú hevur hann so roynt tann sama útrokn­ ingarháttin í Alaska, har ísurin bráðnar uppaftur skjótari enn í Eystur­ grønlandi. Kanningarnar hjá Sebast­ ian H. Mernild vísa, at vatnið frá tí bráðnandi ísinum í Grønlandi kann fáa heims­ høvini at fløða millum ein og hálvan annan millimetur um árið, men at vatnið frá tí bráðnandi ísinum í Alaska fær heimshøvini at fløða millum tveir og tríggjar millimetrar um árið. Kanningarnar hjá Sebast­ ian H. Mernild hava stað­ fest, at ísurin í Grønlandi minkar, men tó ikki alla­ staðni. Eitt nú er jøkulin við Kangerlussuaq vaksin, tí har hevur verið meiri avfall enn fyrr. Ísvatn úr Grønlandi og Alaska ávirkar heimshøvini Vatnið frá tí bráðnandi ísinum í Grønlandi og Alaska fær heimshøvini at fløða einar fýra millimetrar um árið