fríggjadagur 7. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 173 - 7. september 2007
tíðindi
Vit hava hitt ungar
ortodoksar jødar, hvør
dagligdagur er munandi
øðrvísi enn hjá okkum
øðrum
átrúnaður
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Í seinastu viku høvdu vit vitjan
av tí 23 ára gamla David
Isaacson og hansara vini, tí 18
ára gamla Gabriel, kallaður,
Gaby. Teir koma báðir úr
London, og teir eru báðir tveir
heilt vanligir, dámligir og fittir
dreingir.
Teir hava tó eitt lív og ein
uppruna, sum er sera ymiskt frá
tí hjá ungfólki í Føroyum. Teir
eru nevniliga ikki bert jødar, teir
eru ortodoksir jødar.
Fyri David kann eisini sigast,
at hann er ein føroyavinur um ein
háls. Hetta er nevniliga triðja
árið í rað, hann er í Føroyum.
Eg hitti hann fyrstu ferð í 2005
í Svínoy, har hann ferðaðist sam
an við trimum øðrum jødum. Teir
vóru eisini aðrastaðni í Føroyum.
Vildi sleppa aftur
til Føroyar
David gjørdist so hugtikin av
Føroyum, at hann vildi sleppa
aftur higar. Føroyar er nevniliga
eitt paradís fyri jødar, tí her møta
teir ikki teirri illvild, sum nógv
er av aðrastaðni í heiminum móti
jødum.
David hevði hug at koma aftur
í fjør at fáa eitt summararbeiði,
so hann kundi vera her í longri
tíð.
Hann fekk arbeiði innan eina
verkætlan, sum Pál Weihe stend
ur fyri. Hon snúði seg um at
kanna umstøðurnar hjá fiski
monnum á langfaratrolarum. Her
er nógv tilfar savnað inn. Sum
læknalesandi hevði David góðan
førleika at arbeiða við hesum
tilfarinum. Tá ið hann fór, lá ein
drúgv frágreiðing eftir hann. Pál
helt, at David hevur gjørt eitt
dygdararbeiði. Hann var í
Føroyum í seks vikur.
Nú kom hann so aftur saman
við sínum vini, og teir hava í 10
dagar verið á 15 oyggjum.
David sigur, at tað kann væl
henda, at hann kemur aftur
komandi ár. Tá er hann komin so
mikið langt við sínum
læknalesna, at hann kann arbeiða
eitt skifti á einum sjúkrahúsi. So
hvør veit?
Jødar í London
Tað var áhugavert at fáa greitt frá
lívinum hjá hesum ungu
jødunum.
Teir komu úr London og búgva
í tí sokallaða Golders Green
býarpartinum, har nógvir
ortodoksir jødar búgva. Í hesum
býarpartinum er alt tað, sum
hoyrir til eitt jødiskt umhvørvi,
so sum synagogur, matvøru
handlar til teira tørv og annað.
Abbi David kom upprunaliga
úr Irak, meðan flestu jødar,
millum hesar Gaby, annars koma
úr Europa og Amerika. Hesir
báðir bólkar mynda hvør sína
meinigheit, har munurin
sambært David er sum millum
katolikkar og protestantar, men
teir eru kortini bestu vinir.
Tað eru umleið 300.000 jødar í
Bretlandi. Av teimum eru umleið
15% ortodoksir. At teir eru
ortodoksir sæst fyrst og fremst
við, at teir bera kalot á høvdi
num. Meðan vit onnur taka hattin
av høvdinum, tá vit skulu vísa
virðing fyri Gudi ella øðrum, so
gera ortodoksir jødar tað mót
setta. Teir hava á høvdinum, tá
teir skulu vísa virðing, og hetta
er orsøkin til, at teir hava
kalottin.
Omman og abbin bjargað
undan nasistunum
Hesir báðir hava eisini tað til
felags, at teirra forfedrar vórðu
so hepnir at vera bjargaðir undan
holocaust, jødatýningini hjá
Hitler. Her eru nógvar áhuga
verdar frásagnir. Í fjør vóru
polsk/týsku jødisku hjúnini
Hanna og Menakhem Ben Yami í
Miðlahúsinum, har tey greiddi
frá síni ótrúligu søgu. Hon var
eisini umrødd í Sosialinum, men
hevur í síni heild verið í FFblað
num í 2004 og 2005.
Omma David er týskur jødi.
Hon slapp úr Týsklandi í 1938.
Hennara søga er eisini eitt dømi
um, hvussu jødar undir týskum
ræði sluppu undan tí vissa
deyðanum, tí tað vóru persónar,
sum løgdu lív og sál í at bjarga
teimum. Í hesum førinum var tað
ein enskur ortodoksur rabbi,
Solomon Schonfeld, sum skipaði
fyri at fáa flutt jødisk børn úr
týskum øki til Bretlands, teir
sokallaða ”kindertransport”.
Harvið bjargaði hann túsundtals
mannalívum, og omma David var
ein teirra. Ein bók er skrivað um
henda rabbinara undir heitinum:
”Holocaust Hero”, og sigur
heitið á bókini nakað um tað
ummæli, hann fær í eftirtíðini.
Tað sama var søgan hjá Gaby.
Hann átti eina ommu, sum slapp
úr Týsklandi og tí vissa deyða
num við hesum ”barnatransport
um”. Annar abbin slapp undan
við at bróta ein rút og sleppa sær
inn í seinasta tokið, har jødar
sluppu úr Týsklandi, áðrenn tað
var stongt fyri meira ferðing.
Kunnu ikki so mikið sum
tendra ljós sabbatin
Tað er sera áhugavert at hoyra,
hvussu átrúnaðurin merkir
gerandisdagin hjá hesum báðum
dreingjum. Serligt merkist hetta
sabbatin, leygardagur, sum er
jødiski halgidagurin í vikuni.
Sabbatin skulu ortodoksir
jødar einki ”ónyttugt” gera. Tá
skal tíðin bert brúkast til at biðja,
lesa í heilagu skriftunum, at
syngja og annars at taka sær av
løttum.
Fyrsta ábendingin um, at hetta
eru reglur, sum veruliga verða
hildnar sást, tá ið David var
biðin um at geva sína teldupost
adressu ein leygardag. Nei, hann
kundi ikki nýta penn, tí tað var
sabbatur. Men hann kundi siga
hana, so kundi eg sjálvur skriva
hana niður.
Tá sabbatur er, er ikki loyvt at
ferðast við bussi, bili ella á
annan hátt, og maturin, sum
verður etin, skal vera tilgjørdur
dagin fyri. Tað er ikki so mikið
sum loyvt at tendra ein kontakt
leygardag. Helt meg kunna fanga
teir við at vísa á, at teir høvdu so
ljósið tendrað inni, har teir gistu.
Nei, tað var tendrað dagin fyri,
og teir kundu ikki sløkkja ljósið
fyrr enn sabbaturin var liðugur!
Á hotellum í Ísrael eru serligir
sabbatelevatorar. Teir steðgað av
sær sjálvum á hvørji hædd. Tá
slepst undan at bróta sabbatin við
at trýsta á knøttin fyri ta hædd,
ein ætlar sær at steðga.
Tað skal tó sigast at neyð
synjarørindi kunnu gerast.
Næstan ómøguligt at
bjóða ein drekkamunn
Eitt annað, sum vísti, at hesir
vóru øðrvísi, var maturin, sum
skal tilgerast eftir jødiskum
ávísingum. Hetta merkir millum
annað, at alt kjøt skal vera
slaktað soleiðis, at djórið skal
bløða til deyðis. Serreglur eru
við nógvum øðrum mati. Heima
hava teir krambúðir fyri kosher
mat, sum er gjørdur eftir
jødiskum forskriftum.
Hendan møguleikan hava teir
ikki í Føroyum, og tí var tað sera
trupult at vísa teimum blíðskap.
Teir høvdu stóran part av mati
num, sum teir ótu í Føroyum, við
sær úr London.
Her kann verða nevnt enn eitt
dømi. Vit vóru í Ísrael í fjør, og
dóttirin bað um eina sandwich
við ”ham and cheese”. Hetta var
ein dupult synd. Fyri tað fyrsta er
”ham” av grísi, sum er forboðin
matur. Ostur er mjólkarfram
leiðsla, og tað er eisini forboðið
at eta kjøt saman við mjólkar
úrdrátti.
Tað eru eisini aðrar strangar
reglur fyri lívinum hjá teimum.
Ein er, at tað er ikki loyvt at hava
kynsligt samband áðrenn hjúna
lagið. Verður hetta kortini gjørt,
so kann ein ikki kallast orto
doksur.
Men í øðrum førum eru teir
ikki so avgjørdir. Teir skuldu ikki
njóta nakað sum skaðar likamið.
Tí er royking og rúsevni bannað.
Men tá talan er um rúsdrekka,
kann tað njótast við máta. Tá er
tað ikki skaðiligt, og tað er
heldur ikki bannað. Tað er enntá
ein dagur á árinum, tá tað er
fullkomiliga loyvt at drekka seg
David kann ikki tendra
Gaby og David eru dámligir ungir dreingir. Men teirra lív er heilt øðrvísi enn hjá teirra javnaldrum í Føroyum
David var seinasta ár til pisufundin í viðalundini. Her sæst hann saman
við Napoleon Smith, tv, og Óla Jákup Jacobsen, sum blivu studentar. Henda
myndin kann eisini kallast kristin-jødiskur vinskapur