fríggjadagur 7. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 7. september 2007
21
tíðindi
eina kontakt leygardag
fullan. Tað er hátíðin fyri
heingingina av Háman, sum í
Esthers bók í Bíbliuni vildi beina
fyri jødum!
Hóast tað tollyntir
So ortodoksur sum David er, so
er hann meira tollyntur enn
vanliga verður roknað við av
ortodoksum jødum.
Hann kundi góðkenna, at Ísrael
gav land frá sær fyri frið, um
hetta veruliga kundi tryggja frið.
Men hann trúði nú ikki, at júst
hetta við at fara úr Gaza, sum
hendi í 2005, fór at geva frið.
Allar royndir vísa, at tað nyttar
einki at geva víttgangandi
kreftum lítlafingur. Tær gevast
ikki, fyrr enn tær hava fingið alla
hondina. Og tá ið teir hoyrdu
ungar arabarar tosa, skiltu teir, at
tað var framvegis arabiskt
aðalmál at reka Ísrael í havið. So
tað er kanska ikki so løgið, um
teir eru varnir. Tað er eisini seinni
váttað, at friður gjørdist eingin av
nevnda stigi.
Viðvíkjandi kristnum trú
boðaravirksemi millum jødar eru
ortodoksir jødar ikki tollyntir.
Teir halda, at jødar skuldu hava
frið at hava sína trúgv, eins og
teir geva kristnum frið at hava
sína trúgv. Sjálvir reka teir ikki
trúboðaravirksemi millum kristin.
Um ein kristin ynskir at fara yvir
til jødadómin verður meira mælt
frá, tí tað er strævið at skula liva
eftir ortodoksum jødiskum
forskriftum. Hinvegin verður
nógv gjørt fyri at fáa verðsligar
jødar umvendar til at gerast
ortodoksar. Tað hendir eisini, at
tað eydnast.
Væl skúlaður í trúnni
Annars er David væl skúlaður í
jødiskari trúgv. Hann hevur verið
tvey ár á Talmudskúla, jødiskum
bíbliuskúla, í Ísrael, har hann eis
ini hevur lært hebraiskt, og nú
ætlar Gaby at gera tað sama.
Her skal skoytast uppí, at jødar
vanliga verða býttir upp í fýra
bólkar: Tað er teir ultraortodoksu,
sum als ikki viðurkenna Ísrael.
Teir viðurkenna ongan stat, fyrr
enn hann verður settur á stovn av
sjálvum Messias. Teir eru lættliga
kendir av sínum hári, sum hongur
niður við oyruni. Síðan eru tað
teir ortodoksu, sum eru sum
David og Gaby. Ein bólkur eru
nationalistar, zionistar, sum
ganga høgt upp í tey gudsgivnu
rættindi til ”landið”, ið Gud gav
teimum. Fjórði bólkurin eru teir
verðsligu jødarnir, sum kunnu
sammetast við verðslig kristin.
Ortodoks giftarmál
David greiddi eisini frá
mannagongdini, tá ið ungir
ortodoksir jødar finna saman.
Høvuðsreglan er tann, at for
eldrini hjá dreingi finna fram til
eina hóskandi gentu, og skipað
verður fyri, at tey hittast, í eini
”date”. Um bæði eru áhugað, so
hittast tey aftur, og so kunnu tey
verða trúlovað eftir tveimum
mánaðum. Eftir enn nøkrum
mánaðum verða tey so gift, og
vanliga er tað fyri lívstíð.
Um ikki bæði eru áhugað, so
gerst ikki við. Tá mugu foreldrini
royna at finna eina aðra gentu.
Einaferð man tað fara at eydnast.
Tað kann eisini henda, at tey
bæði finna saman av sær
sjálvum, men her er treytin tann,
at bæði skulu vera ortodoks!
Nú eru teir báðir, David og
Gaby, aftur í London. Tá ið teir
hava havt eina væleydnaða
”date” vænta vit, at teir koma
higar við gentu ella konu.
Undir øllum umstøðum hevur
tað verið stuttligt at koma at
kenna teir báðar.
Hesar báðar myndirnar eru frá synagoguni hjá David heima í London. Her sæst heilaga arkin fremst í
synagoguni, har torarullurnar eru goymdar í metallhylkjum. Rullurnar eru av pergament, og skrivað
er á tær við svørtum blekki við hond. Tað tekur umleið eitt ár at skriva tann partin av torarullunum,
sum umfata tær fimm mósebøkurnar.
Ein partur av toraini verður lisin upp messandi hvørja sabbat. Seinasti partur verður lisin seinasta
dagin á leyvsalhátíðini í oktober. Síðan verður rullan rullað aftur, og so verður byrjað av nýggjum.
David og Gaby og mong onnur
kunnu takka hesum manni fyri, at
teir yvirhøvur eru til. Hann fekk
nevniliga bjargað ommum teirra
undan jødatýningini hjá Hitler