fríggjadagur 7. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 11
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Krimidrotningar og
skaldakongar í orrustu
Deyðssjúkur
kærleiki
Ray Kluun, En slags kærlighed,
Cicero, 2007
Evnið í bókini En slags kærlighed
fær illa verið meir tabufongt.
36 ára gamli hálendingurin
Ray Kluun er ein maður, sum
stuttleikaði sær við eini røð
av elskarinnum, meðan kona
hansara lá fyri deyðanum av
bróstkrabba. Hetta kundi havt
verið eitt mál millum Ray og
hansara samvitsku, um hann ikki
seinni skrivaði bókina En slags
kærlighed, um ein 36 ára gamlan
hálending, sum stuttleikar sær
við eini røð av elskarinnum,
meðan kona hansara liggur fyri
deyðanum av bróstkrabba.
Tá tað gekk upp fyri lesarum,
at søgan hjá Ray Kluun er sonn
og snýr seg um hann sjálvan,
mundi moralska fordømingin
ongan enda fáa. Men uttan mun
til beiska veruleikan, so er bókin
ein ómetaliga hjartanemandi
og erlig kærleikssøga. Ray er
um at blíva svakur av, at teirra
eydnuríka lív saman er vorðið ein
troystaleysur knútur av spýggj,
vamli, kemoviðgerðum, gráti
og ræðslu. Kortini er hann hjá
konuni allan vegin ígjøgnum. Og
elskarinnurnar? Tær eru hansara
máti at yvirliva og siga sær
sjálvum, at kærleikin livir, hóast
alt.
“Summi halda meg vera heim
sins størsta reyvarhol, onnur
kalla meg ein nýggjan kærleiks
Messias. Tað mugu tey um. Eg
hava bara sagt, sum var”, sigur
Ray Kluun.
ave
Lesarar fingu eitt sjokk, tá teir
varnaðust, at søgan hjá Ray Kluun
var sonn
Horvni
forsetin
Anne Holt, Madam President,
Gyldendal, 2007
Norska krimidrotningin Anne Holt
tekur við seinastu bók sínari eitt
stórt fet út á tann altjóða thriller
pallin við søguni um amerikanska
forsetan, sum hvørvur í norska
høvuðsstaðnum. Um ein líltan
mánað vitjar ein fyrrverandi
amerikanskur forseti í Føroyum,
men vónandi verður hansara
vitjan ikki so dramatisk, sum tá
ið Helen Lardahl Bentley vitjar í
Noregi í hesari bókini.
Anne Holt dugir frágera væl at
gera sínar søgur spennandi. Hon
skapar pallsetingar og flytir seg
trygt millum hesar. Tað hongur
allatíðina nakað spennandi í
luftini, tá ið pallsetingin skiftir.
Sjálv søgugongdin er fangandi
og spennandi, og sum aðrir
norðurlendskir krimihøvundar
dugir Anne Holt væl at gera sínar
persónar livandi. Tey, sum hava
lisið aðrar bøkur hjá Anne Holt,
kennast við løgreglukvinnuna
Hanne Vilhelmsen, sum fyri
nøkrum bókum síðani varð
skotin. Nú hitta vit hana aftur
í hesari bókini, har teir nýggju
høvuðspersónarnir Inger Johanne
Vik og Yngvar Stubø eisini eru
við.
Vit fylgja hendingum ymsa
staðni í heiminum, og so líðandi
verður alt knýtt saman til eina
samanhangandi – og realistiska
– søgu við stórum spenningi og
framúr góðum undirhaldi. Krimi
søgurnar – thrillarnir gerast
ikki nógv betur enn tær hjá Anne
Holt.
ek
Forsetavitjanin í nýggju krimibókini
hjá Anne Holt gerst ein sannur
thrillari ...
Tað leikar hart á í
svenska bókaheiminum,
har sokallaðar hyster
iskar krimidrotningar og
uppblástir skaldakongar
eru lopin í krovið á
hvørjumøðrum
Tær duga ikki at skriva og
skaða sannan skaldskap, ljóða
atfinningarnar móti sokallaðu
svensku krimidrotningunum frá
teirra mannligu starvsfeløgum.
Øvundsjúkir, sjálvuútnevndir
skaldakongar, ið ikki tola, at vit
selja fleiri bøkur, enn teir, svara
krimidrotningarnar aftur.
Soleiðis hava ákærurnar
fokið gjøgnum luftina á svenska
bókapallinum síðani tíðliga
í summar. Serliga eru tað
metseljandi krimidrotningarnar,
Liza Marklund og Camilla
Läckberg, ið hava staðið fyri
skotum, men eisini vælumtóktir
krimihøvundar sum Mari
Jungstedt, Inger Frimansson og
Anna Jansson hava fingið sítt.
Felags fyri tær er, at tær eru
kvinnur og verða ákærdar fyri
at skriva so vánaliga, at tað er
synd og skomm og ikki minst
oyðileggjandi fyri rithøvundayrkið
yvirhøvur.
Eitt slag av porno
Hóast mest persónligu og
larmandi álopini í orrustuni
ivaleyst hava havt størst
undirhaldsvirði, er tað nokk meir
áhugavert at hyggja nærri at
grundgevingunum hjá til dømis
lektaranum Per Bjørnar Grande.
Grande ásannar, at tað
neyvan finst nakað klassiskt
verk, sum ikki inniheldur
krimielement. Hann vísir á,
at morð, øvundsjúka og girnd
altíð hava verið høvuðstilfarið í
skaldsøgusjangruni. Í so máta
eru bæði skaldsøgurnar hjá
Dostojevski og harmleikirnir
hjá Shakespeare á tremur við
krimitilfari.
Trupulleikin er, at krimisjangran
reindyrkar morðið og setir tað
inn í eina tronga skipan, sum er
altið er eins og eins løtt at spáa
um. Krimisøgur líkjast tí klassisku
skaldsøguni á sama hátt, sum
porno líkist kærleikssøgum.
Høvundurin sleppur tí fjølbroytta
og savnar seg bara um morðið
ella kynsgøgnini. Sambært
Grande gongur øll lesingin tí út
uppá at flyta seg skjótt frá einum
stað til eitt annað fyri at varðveita
spenningin. Meir ambitiøsir
rithøvundar tora hinvegin at
dvølja við hugleiðingar, sum
fáa eitt virði í sær sjálvum í
mátanum, tær royna at kaga inn í
menniskjasálina.
Sum sjónvarpskokkar
Sambært Grande ber tað ikki til
at skapa góðan skaldskap innan
trongu og tugdu krimikarmarnar.
Endurnýggjan av skaldskapi
er oftast úrslit av, at sjangran
kennist ov trong til at siga tað,
ein vil siga. Men í staðin fyri
at royna at spreingja trongu
karmarnar, skerja krimihøvundar
upplivingar og hendingar, so at
tær hóska inn í karmarnar. Grande
vísir á, at hesir høvundar hava alt
tilfarið, teir hava brúk fyri, men
gera síðani sum sjónvarpskokkar:
Teir snýta, kuta tilgongdir burtur,
og út úr krimiovninum kemur
rúkandi spenningur men onki
innlit.
Onki nýtt
Hvussu er ella ikki, so er tað eftir
øllum at døma slíkt, svenskir
lesarar vilja hava. Krimibøkurnar
troka støðugt aðrar bøkur av
svensku metsølulistunum, og
fleiri av sama slag leggjast til alla
tíðina.
Sjálvar hava krimidrotningarnar
hildið seg lutfallsliga tigandi í
kjakinum. Camilla Läckberg hevur
tó roynt at teppa atfinningarsomu
røddirnar við at kalla tær nakað
tvætl frá nøkrum gomlum
monnum, sum kenna seg snýttan
á onkran hátt. Mari Jungstedt
hevur bert turrsliga viðmerkt,
at tað sum so onki nýtt er í,
at mannfólk ikki tola at verða
yvirhálað av vælumtóktum,
vøkrum kvinnum.
Ein av dyggu stuðlunum hjá
krimidrotningunum hevur verið
viðmerkjarin Linda Skugge,
ið herfyri ikki legði fingrarnar
ímillum, tá hon staðfesti at:
Camilla Läckberg megnar
kynstrið at skriva, so at
ótrúliga nógv fólk vilja lesa tað.
Loyndarmálið er ”sambond”.
Fólk vilja sleppa at lesa um
gerandisdagin og sambond
millum menniskju. So góðtakið
støðuna, allir tit uppblástu
høvundar, ella byrjið at skriva eitt
sindur betri, so fólk tíma at keypa
tykkara bøkur.
Bókastríð
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nr. 173 • 7. september 2007
Høvundarnir Camilla Läckberg og Liza Marklund hava staðið fyri høðrum
skotum í svensku krimiorrustuni