fríggjadagur 7. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 7. september 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
”Ríki mítt er ikki av
hesum heimi”
Jóhannes 18,36
Hetta svar gav Jesus Pilatusi,
tá ið hann spurdi um Jesus
var ein kongur. ”Ríki mítt er
ikki av hesum heimi” Jú, tað
er satt. Ríki hansara er ei bert
”av hesum heimi”, men tað
er í veru síni tað øvuta; har
ræður ein heilt annar andi og
har galda heilt aðrar lógir enn í
hesum heimi.
Í Guðs ríki er Jesus sjálvur
kongur, og har setur hann dám
á alt við anda sínum, meðan
Sátan er kongur í hesum
heimi. Frá hesum báðum
mótsattu kongum stavar eisini
mótsetningurin í øllum - millum
ríkini sjálvi og teirra lagnu,
millum borgararnar í hesum
báðum ríkjum, teirra kor, teirra
sinn og levnað.
Yvir hesum heimi hongur
myrkurs og deyðans andi.
Heimurin skal einaferð ganga
undir. Hann er dømdur til
undirgangs, tí at høvdingin í
hesum heimi er dømdur. Guðs
ríki er harafturímóti ljósins,
lívsins og sannleikans ríki. Allir
borgarar tess eru ljósins børn,
sum eiga ævigt lív. Guðs ríki
skal ongantíð fara til grundar,
men harradømi tess skal
breiðast út allar vegir heilt til
ytstu endamørk á jørðini.
Vilt tú vera borgari í hesum
ríki, so ert tú saman við øllum
teimum heilaga útvaldur úr
heiminum til at verða eitt Guðs
barn í Kristi. Tú kanst royna tað
á tann hátt, at heimurin ikki
longur er heim títt, men at tú
saman við øllum Guðs børnum
er fremmandur og útlendingur,
hvørs borgaraskapur er á
himnum.
Tað er ringt at kenna seg
heima har, ið heimsins andi
ræður, tí eitt slíkt menniskja
hevur ikki stigið yvirum dýpið;
men tað er gott, ja vælsignað,
at kenna seg heima har, ið
Guðs andi ræður, tí tá hava vit
atgongumerkið til himmiríkið,
tá ið vit fara higani. Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
- Hóast tað er eitt
sindur bundisligt,
dámar mær tæn-
astuna sum deknur
sera væl, sigur 38
ára gamla Sigrid
Jógvansdóttir, sum
er deknur við Árna-
fjarðar kirkju
Árnafjørður: Kring landið røkja
eitt stórt tal av mannligum og
kvinnuligum kirkjutænarum ein
týðandi gerning í kirkjum okkara.
Mong av hesum hava verið í
hesi tænastuni alt teirra vaksna
lív. Tað kemur meiri enn so fyri,
at kirkjutænarar verða heiðraðir
fyri langa og trúfasta tænastu
sum deknar, klokkarar ella
urguleikarar.
Sjálv var Sigrið ikki meiri enn
17 ára gomul, tá hon á fyrsta
sinni stóð har frammi við pultin í
Árnafjarðar kirkju og las lestur við
eina gudstænastu.
- Pápi mín var deknur við
kirkjuna, saman við læraranum í
bygdini. Ein dagin kom lærarin til
mín og spurdi um, eg hevði hug
at lesa.
- Mær hevur altíð dáma at lisið,
so eg hugsaði at eg kundi altíð
royna, greiðir Sigrid frá.
Bundisligt
Gamli deknurin legði Sigrid lag á
lesturin, og var sjálvur í kirkjuni
henda minniliga sunnudagin.
Aftaná tosaðu tey um tað,
soleiðis at ungi deknurin kundi
gerast enn betri til tænastu sína.
Ein dagin hendi kortini eitt, sum
ikki átti at henda: Sigrid gloymdi
eina bøn.
- Eftir hetta tordi eg ikki at lesa
aftur í langa tíð. Men eg kom
kortini yvir tað!, sigur Sigrid við
einum brosi.
Tá pápi hennara gjørdist sjúkur
í 1994 byrjaði hon at lesa, og
hevur verið deknur síðani. Onkur
tíðarskeið hevur hon havt onnur
at skifta við, men í dag er hon
einsamallur deknur í kirkjuni.
- Tað kann vera eitt sindur
bundisligt viðhvørt, sigur hon.
Innliving í tekstin
Sigrid hevur lisið í nógv ár. Tí er
í roynd og veru ikki neyðugt hjá
henni longur at fyrireika seg so
væl við lesingini.
Frammanundan lesur hon
lesturin skjótt ígjøgnum, og fær
soleiðis innihald og meining
við, og leggur sær eina við, hvar
áherðslan skal liggja.
- Eg veit ikki, hvussu tað ber
til, men tá eg lesi ein lestur, verði
eg so innlivað í tekstin, at orðini
bara floyma avstað.
- Sjálvandi havi eg onkutíð
lisið eitt brot, - og so ups, hvat
las eg nú? Glapp kanska ein
regla burtur ímillum, ella legði eg
áherðsluna á røttum staði? Slíkt
kemur fyri, men ikki so ofta, sigur
hon við einum brosi.
Skrivaðir sum
ein tosar
Ein lestur er stutt sagt ein skrivað
prædika, sum deknurin kann
lesa upp í kirkjuni, tá prestur ikki
prædikar.
Fleiri lestrarbøkur eru komnar
út á føroyskum, summar eru
týddar, men aðrar eru uppruna-
ligar. Sigrid hevur tvær bøkur at
velja lestrarnar burtur úr.
Sjálv dámar henni væl
lestrarnar í bókini “Orð títt er
sannleikin” sum John S. Myll-
hamar í Sandavági gav út í fjør
heyst.
- Sjálv fái eg ikki so ofta høvið
at lurta eftir einum lestri, men
mær dámar væl hesar lestrarnar.
- Teir eru skrivaðir soleiðis sum
ein tosar. Tað góða við teimum er,
at teir eru so lætt skrivaðir og tí
lættir at lurta eftir, sigur deknurin
við Árnafjarðar kirkju.
Las fyrstu ferð
sum 17 ára gomul
Kirkjugongd
Snorri Bend
snorri@sosialurin.fo
Sigrid Jógvansdóttir í Árnafirði las fyrstu ferð í kirkjuni sum 17 ára gomul. Í dag er hon einsamallur deknur við
Árnafjarðar kirkju. Mynd: Snorri Brend