Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 175 - 11. september 2007 Fyrr í ár vóru tveir føroyingar í Hanst­ holm bukaðir og skornir í andlitið. Fríggjadagin var 33 ára gamli gernings­ maðurin dømdur eitt ár handan rimar fyri óvanliga grova harðskapin LøgregLutíðindi Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tann 16. mai í ár vórðu tveir føroyingar í Hanst­ holm úti fyri óvanliga ógvusligum harðskapi, tá ein 33 ára gamal maður bukaði teir av og skar teir í andlitið við eini fløsku. So ógvusligt var tað, at annar teirra var ógvuliga nær við at missa sjónina í vinstra eyga, umframt at teir báðir fingu fleiri brot í andlitið og eisini brutu nøkur rivjaben. Ein triðji maður ­ ein 61 ára gamal dani ­ varð eisini álopin og sligin í høvdið við eini fløsku. Fríggjadagin í farnu viku fall dómur í málinum. Álopsmaðurin fekk eitt ár handan rimar. Sjálvur segði hann seg ikki minnast nógv frá hendingini í einum rað­ húsum á Bygmarken í Hanstholm, tí hann hevði drukkið eina rúgvu av øl og brennivín. Heldur ikki hinir tríggir álopnu menninir minstust tað stóra frá hend­ ingini, sum Thisted Dag­ blad, ið eisini skrivar um tilburðin, lýsir sum eitt "drikkelag en majeftermid­ dag". Men fleiri vitni í grannalagnum til raðhúsini, har annar av føroyingunum búði, vistu at siga frá nógv­ um gangi úr húsunum, sum 33 ára gamli maðurin seinni kom gangandi úr innsmurd­ ur í blóð. Talan er um treytaleysa fongsulsrevsing, og hetta verður grundað á, at mað­ urin áður er dømdur fyri harðskap. 33 ára gamli maðurin valdi at taka við dóminum, men vildi ikki góðtaka at varðhaldsfongslingin varð longd til hann skal inn at sita, og tí kærdi hann henda partin av dóminum. Føroyingarnir eru báðir í fimmtiárunum. Eitt ára fongsul fyri grovan harðskap                                                              