Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 175 - 11. september 2007 tíðindi Vit kunnu ikki bíða í átta ár eftir nýggjum flogvølli. Tí skal flogvøllurin í Vágum leingjast beinanvegin, og nýggjur flogvøllur byggjast, sum skal standa liðugur í 2015, heldur Bjarni Djurholm Flogvøllur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Flogvøllurin í Vágum skal leingjast. Hann er ein so álvarsamaur fløskuhálsur, at viðurskiftini skaða samfe­ lagið. Ein nýggjur flogvøllur kann ikki standa liðugur fyrr enn í 2015, og so leingi kunnu vit ikki liva við flog­ vøllinum í Vágum. Tí fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum at geva nevndini í flogvøllinum boð um, at flogvøllurin skal leingjast til 1600­1800 metrar. ­ Vit hava í áravís arbeitt við málinum um nýggja flogvøll, men hava gingið stillisliga við hurðunum fyri ikki at fáa órógv, sigur Bjarni Djurholm. Løgtingið hevur játtað eina hálva millión um árið farnu árini til arbeiðið. Bjarni Djurholm sigur, at verður vøllurin longdur til 1600­1800 metrar og útbygdur fyri 365 milliónir krónur, so kann hann standa liðugur um trý ár. Lands­ stýrismaðurin leggur dent á, at útbyggingin ikki skal kosta meira enn hesar 365 milliónirnar, tí lok verður lagt á. ­ Vit kunnu ikki bíða eftir einum nýggjum flogvølli, sum ikki verður liðugur fyrr enn um eini átta ár. Ser­ liga ringt verður tað fyri Atlantsflog, sum við sínum flogførum er við at mála seg upp í ein krók, tí flog­ typurnar eru ótíðarhóskandi og dýrar í rakstri, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur víðari, at Atlantsflog hevur fyri neyð­ ini at fá hendur á nýggjum flogslag, helst Airbus, sum skjótast. ­ Felagið arbeiðir miðvíst við hesum, men fyri at fáa kunna skifta, so má felagið vita, hvussu skjótt vøllurin í Vágum verður í minsta lagi 1600 metrar. Tað er neyðugt, tí skal Atlantsflog hava kjans at fáa raksturin at bera seg við nýggjum flogførum, so má vøllurin vera so langur, at flogførini kunnu lastast optimalt. Ann­ ars hongur tað ikki saman, og tí hevur leingjanin av vøllinum í Vágum stóran skund, sigur Bjarni Djur­ holm. ­ Eg haldi, at vit skuldu fyri langari tíð síðani havt bygt annan flogvøll. Men orsakað av, at vit ikki høvdu yvirtikið flogvøllin og ann­ ars mótstøða í politisku skipanini, eru vit endað í eini støðu, sum ikki er hald­ góð, sigur hann. Landsstýrismaðurin vísir á, at vit mugu gera íløgur í nýggjan vøll umvegis tann í Vágum. Atlantsflog hevur meldað út, at vit eiga at hava tveir vøllir, m. a. av trygdar­ ávum. ­ Peningurin, sum er játt­ aður úr Íleggingargrunni­ num er oyramerktur til vøll­ in í Vágum, so hann kunnu vit ikki nýta til nýggja flog­ vøll, tíverri, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at avgerðin skuldi verið tikin fyri nógvum árum síðani at byggja nýggja flogvøll. Landsstýrismaðurin sær fyri sær trý stig, sum eru tey týdningarmestu fyri samskiftisútbyggingar í Før­ oyum: • Optimalt KT­ og fipursamband við umheimin • Samsvarandi sjóvegis flutningssamband • Framtíðartryggjað loftvegis samband. Til nummar 1 sigur Bjarni Djurholm sigur, at tey mið­ víst hava stuðlað Føroya Tele í útbyggingini av fipur­ sambandi, fyrst FarIce og nú Shefa­kaðalin. Til nummar 2 sigur hann, at vit við ávísum nøgdsemi kunnu konstantera, at bæði á farma­ og ferðafólkaøki­ num eru viðurskiftini rætti­ liga góð, hóast kappingini á ferðafólkaøkinum kanska kundi verið størri. Til nummar 3 sigur hann, at vit mugu ásanna, at har er støðan milt sagt ónøkt­ andi. ­ Tí hava vit í nøkur ár arbeitt við at gera greining­ ar, sum kunnu vera grund­ arlag undir byggjan av ein­ um flogvølli. Vit eru sum sagt komin hagar, at politisk støða kann takast til málið um eini trý­fýra ár. ­ Vit vita, at politiska skip­ anin arbeiðir seint, so um tað gongur væl, so kann verða byrjað upp á nýggjan flogvøll í 2012/13. Byggi­ tíðin man vera minst trý ár, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin held­ ur ikki, at vit kunnu bíða – og tað kann Atlantsflog slett ikki. ­ Tí mugu vit fara um­ vegis Vága Floghavn til nýggja flogvøll. Vit kunnu samstundis staðfesta, at upphæddin ikki er so nógv størri enn bara ein nýggjur Airbus 319, sum kostar 280 – 300 milliónir krónur. Og Atlantsflog skal hava fleiri. Tí er neyðugt hjá Atlantsflog skjótast at sleppa út í heim at flúgva, antin í sjálvdrátti ella saman við øðrum flog­ feløgum. Hesum arbeiða vit eisini við, og vóna vit, at Føroyar í næstum gerast limir í ECAA (triði loft­ ferðslupakkin hjá ES) sum fer at loyva Atlantsflog at kappast javnbjóðis í Evropa, sigur Bjarni Djurholm. Trolari við tjóvagóðsi Av og á verða trolarar tiknir fyri at hava stolið fisk, men ein søga úr Noregi vísir, at trolarar kunnu eisini takast fyri at stjala annað enn fisk. Tað hendi í gjár, tá løgreglan í Hammerfest í Norðurnoregi fór umborð á ein russiskan trolara, sum lá við bryggjuna har. Umborð funnu løgreglumenninir fleiri nýggjar súklur, og tað vísti seg, at hetta var tjóvagóðs, skrivar Nordlys. Onkur hevði sæð russisku sjómenninar bera súklurnar umborð og boðaði frá. Trolarin við tjóvagóðsinum lá við bryggju í Hammerfest Stórt skip við bryggju Mánadagin fekk Reykjavík vitjan av risastóra ferðamannaskipinum Grand Princess. Hetta er aðru ferð, at skipið vitjar Reykjavík í summar, og hetta er eisini størsta skipið, sum hevur verið í havnini í Reykjavík í ár, skrivar Morgunblaðið. Grand Princess er 108.000 bruttotons stórt, og tað hevur pláss fyri ikki færri enn 2.600 ferðafólkum. Meiri enn 70 útlendsk ferðamannaskip hava verið á Reykjavík í summar, og ætlandi koma trý afturat. Leingja Vága Floghavn og byggja nýggjan vøll Bjarni Djurholm sigur, at nýggjur flogvøllur skal byggjast. Men hann kann valla standa liðugur fyrr enn um eini átta ár. Tí er neyðugt eisini at leingja flogvøllin í Vágum, sum er ein álvasamur fløskuhálsur, heldur hann