Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 176 - 12. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Dómarin trúði ikki einum orði av tí, ein ákærdur maður segði. Tí varð hann dømdur at sita í geglinum RúsdRekkakoyRing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Summar forkláringar eru meiri ótrúligar enn aðrar. Og í Føroya Rætti nú ein dagin vartaði ein maður upp við eini forkláring, sum dómarin helt vera heilt og aldeilis ósannlíka. Tað kostaði manninum 24 dagar handan rimarnar. Maðurin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hann varð ikki tikin í bilinum, men frágreiðingin hjá manninum var púra ósannlík, samstundis sum tey teknisku prógvini vóru so mikið haldgóð, at dóm­ arin dømdi hann at sita. Sostatt er tað staðfest, at fyri at verða dømdur fyri rúsdrekkakoyring, er tað ikki ein treyt at verða tikin í sjálvum bilinum. Í hesum føri høvdu vitni sæð mannin koyra bil og heilt lítla løtu seinni, var hann inni á einum vertshúsi, har løgreglan tók hann. Hann greiddi frá, at hann hevði verið edrúur, tá ið hann hevði koyrt, men hevði parkerað bilin og so fór hann at stoyta brennivín í seg, áðrenn hann fór á vertshús, men sambært vitn­ unum gekk tað so skjótt, at hann hevði ikki stundir at drekka seg setandi skít. Vitni søgdu eisini, at hann hevði í mesta lagi drukkið ein lítlan á verts­ húsinum. Men løgreglan feldi mannin við at taka tvær rús­ drekkaroyndir av honum. Fyrra royndin, sum varð tikin beint eftir, at hann varð handtikin, vísti, at hann hevði heili 3,57% pro­ millu í blóðinum og eftir bókini kundi hann verið í lívsvanda við so høgari pro­ millu. Seinni varð aftur blóðroynd tikin og tá var hon lækkað munandi. Løgreglan tók tað sum prógv fyri, at hann ikki hevði drukkið beint frammanund­ an, tí so skuldi promillan hækkað so hvørt, sum rús­ drekka kom í blóðið. Hesum var dómarin samd­ ur í og dømdi tískil mannin at sita í 24 dagar og at missa koyrikortið í hálvt triðja ár. Her hekk eisini eitt annað mál upp í, har maðurin var farin á stongt økið á havn­ arlagnum ­ eftir arbeiðstíð­ eftir einum bili hann átti. Men av tí, at økið varð stongt, koyrdi hann hegnið niður á veg av aftur havnar­ lagnum og tað kostaði hon­ um eisini 7000 krónur í end­ urgjaldi. Noktaði seg sekan við 3,57 promillum í blóðinum Fyri at verða dømdur fyri rúsdrekkakoyring, er tað ikki ein treyt at verða tikin í sjálvum bilinum