mikudagur 12. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 176 - 12. september 2007
Mentanarvika í Runavík
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður frá
sunnudegnum 28. oktober til sunnudagin 4. november. Hesa
vikuna bjóðar býurin uppá listaframsýningar, tónleikatiltøk,
føroyskan dans, barnatiltøk, fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og
mangt annað. Undirhald og mentan fyri øll. Í somu viku
verður aljóða vinnustevnan, Faroexpo 2007, hildin í
Runavík. Faroexpo verður hildin í døgunum 29. oktober til
4. november 2007. Kunningarstovan í Runavík, heitir á fól,
ið eru áhugaði í at lutttaka í Mentanarvikuni um at seta seg í
samband við kunningarstovuna í Runavík
- Kvinnur í Javnaðar-
flokkinum vilja nú
hava greitt svar frá
løgmanni fyri at vita
um hann veruliga
meinar nakað við her-
rópini um at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk
ella um tað bara er ein
sápubløðra
Kvinnur í politiKKi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Nú vilja vit hava heilt
greið boð frá løgmanni um
hann veruliga meinar nakað
herrópið um at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk.
Tað sigur Ingrid Henrik-
sen, javnaðarkvinna í Havn
og limur í javnstøðubólki-
num hjá Javnaðarflokki-
num.
Ein bólkur av javnaðar-
kvinnum úr øllum landinum
hevur nú biðið løgmann um
fund fyri at fáa hann at
virka fyri at fáa fleiri kvinn-
ur í politikki.
Men
møguliga
koma
kvinnur úr øðrum flokkurin
eisini við í bólkin, sum skal
hava fund við løgmann.
Álvari ella
sápubløðra
Løgmaður og Javnaðar-
flokkurin hava javnan og
savnan ført fram, hvussu
stórur tørvur er á at fáa
fleiri kvinnur upp í poli-
tikk.
Og nú vilja javnaðar-
kvinnur hitta hann andlit til
andlits fyri at fáa greiði á,
um hann veruliga meinar
nakað við tað.
- Meinar løgmaður nakað
við at fáa fleiri kvinnur upp
í politikk, hevur hann nú
eitt einastandandi høvið til
at gera nakað við tað
beinanvegin, so at vit longu
frá hesum løgtingsvalinum,
ið stendur fyri durum,
kunnu fáa fleiri kvinnur
upp í politikk, sigur Ingrid
Henriksen.
Tað, sum hann hugsar um
er grein 18 í vallógini, sum
gevur einum flokki loyvi til
at stilla fleiri listar upp í
sama valdømi.
Men í teimum førum, at
tað er brúkt, hevur vallógin
verið tulkað soleiðis, at
listarnir verða mettir sum
tveir listar og at atkvøðurnar
sostatt verða taldar hvør
sær.
Tað kann gera tað torfør-
ari hjá flokkum við fleiri
listum at fáa umboð á
ting.
Trygd frá løgmanni
Tað, sum Javnaðarkvinnur-
nar vilja hava, er at fáa løg-
tingið at staðfesta, at hevur
ein flokkur fleiri listar í
einum valdømi, skulu list-
arnir metast sum ein og at
atkvøðurnar sostatt skulu
teljast saman.
Og tað er hetta, sum javn-
aðarkvinnurnar vilja tosa
við løgmann um.
- Vit vilja hava løgmann
at tryggja okkum, at ein
politisk avgerð verður tikin
um at atkvøðurnar verða
taldar saman, longu frá
hesum valinum at rokna,
sigur Ingrid Henriksen.
Hon sigur, at svarið frá
honum fer at avdúka, um
hann veruliga meinar nakað
við tað, tá ið hann vil hava
fleiri kvinnur upp í poli-
tikk.
Hon ivast ikki í, at verða
atkvøðurnar taldar saman,
fara vit at fáa ein kvinnulista
burturav hjá Javnaðarflokki-
num í Suðurstreymoy og
kanska aðrastaðni við.
Men hóast úrslitið verður,
at atkvøðurnar ikki vera
taldar saman, vil hon ikki
útihýsa,
at
kvinnulistar
verða stillaðir upp kortini.
- At stilla kvinnulistar
upp, er besti mátin at styrkja
kvinnuligu umboðanina á
løgtingi beinanvegin og tí
vilja vit hava greiði á
málinum nú, sigur Ingrid
Henriksen.
Løgmaður
ikki heitur
fyri kvinnu
lista
Í Sosialinum í gjár segði
løgmaður, at hann er
opin fyri at tosa við
Javnaðarkvinnurnar um
at fáa betri javnstøðu í
politikki.
Hann vildi kortini ikki
nágreina hetta nærri, fyrr-
enn hann hevði tosað við
tær, tí hann vónaði at tær
høvdu fleiri hugskot um,
hvussu fleiri kvinnur
kundi fáast upp í poli-
tikk.
Hann viðgekk kortini,
at hann er ikki heitur fyri
serligum kvinnulistum,
tí tey áttu øll at ganga
øksl móti øksl.
- Tað hava vit gjørt
fyrr, og tað átti at borið
til aftur nú, segði løgmað-
ur í Sosialinum í gjár.
Hann legði kortini aft-
urat, at sjálvandi er tað
rætt at arbeiða fyri at fáa
javnstøðu í uppstillingina,
og at bera so í bandi, at
kvinnurnar
fáa
betri
umstøður í valstríðnumø
Nú skal løgmaður
standa sína roynd
Fyribils hava kvinnurnar bara sæti á áhoyraraplássinum í løgtinginum. Men nú vilja tær, at Løgmaður skal vísa í verki, at hann
veruliga meinar nakað við tað, tá ið hann og Javnaðarflokkurin ferð eftir ferð føra fram, at teir vilja hava fleiri kvinnur upp í
politikk, sigur Ingrid Henriksen, javnaðarkvinna í Havn
Búi og Dánjal Norðurbryggjuni
Í hesum døgum ferðast teir kring Føroyar, undir heitinum Ævintýrferðin,
fríggjadagin 5. oktboer standa teir á odda fyri hvør sínum bólki Budam og
Dánjal á Neystbø á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Eftir flotta konsert á
ársins Spotfestivali, og frálíkum ummælum í Føroyum og Íslandi, eru stórar
vónir til konsertina við Budam. Dánjali á Neystabø stendur fyri upphitingini,
sum eisini hevur fingið frálíka umrøðu í Føroyum, á Asfalt koyrdu hann og
vælleikandi bólkurin áhoyrararnar um koll við sínari innniligu orku og swing!
Sambært einum nýggj-
um uppskoti frá Hans
Paula Strøm skal øll
royking nú bannast.
Bæði á privatum
arbeiðsplássum, í
dansihølum og á mat-
stovum. Og forðboðið
skal nú eisini røkka
heilt inn í privatu
heimini
fyribyrging
Eydna Skaale
eydnaskaale@sosialurin.fo
Nýggja uppskotið er ein
kollvelting innan føroyskan
roykipolitikk.
Lógarfesti
rætturin til roykfrítt um-
hvørvi, sum øll alment sett
starvsfólk eru vard av, skal
nú víðkast, soleiðis, at eis-
ini starvsfólk á privata
arbeiðsmarknaðinum
og
viðskiftafólk skulu verjast
við lóg.
Hetta hevur við sær, at
tað ikki longur verður loyvt
at roykja innandura á pri-
vatum arbeðisplássum, har
tað starvast fleiri enn eitt
fólk. Á matstovum, í dansi-
og skeinkistøðum og á støð-
um har almenningurin hev-
ur atgongd móti gjaldi ella
uttan gjald, verður eisini
bannað at roykja.
Forboðið røkkur tó enn
longri, nevniliga heilt inn í
privatu heimini. Tí nú verð-
ur roykiforboð sett í privat-
um heimum meðan almenn
ella alment fíggjað tænastu-
veiting verður veitt til per-
sónliga ella praktiska hjálp.
Tað merkir, at fólk, ið t.d.
hava heimahjálp ella stuðul,
ikki hava loyvi at roykja
inni hjá sær sjálvum, meðan
hjálpin fer fram. Tí tænastu-
fólkini hava lógarfestan
rætt til roykfrítt arbeiðsum-
hvørvi.
Í serligum førum kunnu
undantøk tó gerast, treytað
av, at roykurin ikki er til
ampa fyri onnur.
Dentur er eisini lagdur á
at verja børnini ímóti passiv-
ari royking. Royking eigur
ikki at vera ein dagligur
partur av lívinum hjá børn-
um og ungum, og tí verður
heldur ikki loyvt at roykja í
kommunalu
dagrøktini,
meðan børn verða ansað.
Minka um
heilsuskaðarnar
Sambært Hans Paula Strøm
er nýggja lógin eitt týðandi
stig á leiðini til at minka
um tubbaksnýtsluna og har-
við eisni um heilsuskaðarnar,
ið standast av royking.
Landstýrismaðurin ætlar
at røkka endamálinum við
ymsum átøkum, sum bæði
saman og hvør sær skulu
vera við til at minka um
tubbaksnýtsluna.
Hetta verður m.a. gjørt
við at bannað lýsingum fyri
tubbakki. At tubbaksvørur
eru sjónligar á sølustøðum
verður mett sum lýsing fyri
hesum vørum. Tí verður nú
bannað at hava tubbaksvørur
á sjónligum støðum á sølu-
støðum.
Mett verður, at ein og
hvør lýsing fremur søluna,
og tí væntar Hans Pauli
Strøm, at um lýsingarnar
verða bannaðar, fer hetta at
hava við sær, at nýtlsan fer
at minka. Harvið fara heilsu-
skaðarnir, sum standast av
royking og passivari royk-
ing, eisini at minka, og
hetta er tí eitt fyribyrgjandi
átak í sær sjálvum.
Nýggja
uppskotið
frá
Hans Paula Strøm er í dag
farið út til hoyringar hjá
fleiri enn 70 stovnum og
feløgum.
Royking skal bannast!