Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 177 - 13. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Tá tað kemur til livikorini hjá fyri­ tíðarpensjónistum, eru Føroyar eftirbátur. Tey, ið hava stóra og sterka familju, sum kann taka sær av teim­ um, eru betri fyri. Samfelagið loftar ikki hesum samfelagsbólki. Tað vísir nýggja og umfatandi kann­ ingin, sum gransking­ ardepilin hevur gjørt fyri MBF kanning Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Í Føroyum hava vit nú met­ lágt arbeiðsloysi. Sagt verð­ ur, at vit troyta alla arbeiðs­ megi, og at vit allarhelst verða noydd at innflyta arbeiðsmegi, fyri at knógva. Men kring landið sita 8% av føroyingum, sum ikki verða tiknir við í arbeiðs­ loysismetinginar. Summir av hesum føroyingum hava 50% av arbeiðsorku, aðrir hava 25%. Og felags fyri hesar føroyingar er, at teir fegnir vilja sleppa út á arbeiðsmarknaðin aftur. Trupulleikin er, at teir eru fyritíðarpensjónistar. Tað eru fólk í øllum aldri, við alsyns útbúgvingum og við ymiskum brekum og sjúk­ um, sum gera, at teir ikki fáa arbeitt. T.d. eru tey rørðslubrekað, blind ella deyv, og sálarliga­ ella likamliga sjúk. Familjan tekur um endan Nýggja kanningin vísir greitt, at vælferðin, sum okkum dámar so væl at prýða okkum við, ikki røkk­ ur til øll í samfelagnum. Hóast livikorini áttu at ver­ ið tey somu fyri allar borg­ arar, so vísir veruleikin nakað annað. Teir fyritíðarpensjónistar, ið hava góða familju, ið hevur orku og umstøður at taka sær av teimum, eru betri fyri enn teir, ið ikki hava fam­ iljuna at dúva uppá. Samfel­ agið dugir sostatt ikki nóg væl at lofta hesum samfelags­ bólki, sum telur heili 8% av fólkatalinum. Tey, ið koma út fyri óhappi ella gerast sjúk, og frá degi til dags gerast fyritíðarpen­ sjónistar, fáa alt ov lítla hjálp. Í fyrsta lagið fáa flestu teirra ov lítla uppvenjing og hjálp annars frá sjúkrahúsverkin­ um. Í øðrum lagi verða tey alt ov illa kunnað um møgu­ leikar og rættindi. Tey mugu sjálvi leita sær upplýsingar og kunnandi tilfar um ymsu stovnarnar, ið tey nú brádliga eru bundin at, t.d. Almanna­ stovuna, Hjálpartólamiðstøð­ ina og Nærverkið. Tað er tungt at venja seg við at liva við nýggja brekinum og brád­ liga at vera brúkari ístaðin fyri at vera borgari. Hetta, at tey sjálvi skulu leita sær upp­ lýsingar um rættindi, ger, at nógv teirra ikki troyta teir møguleikar, ið eru. Tey hoyra ongantíð um møguleikarnar. Samskiftið ímillum ymsu stovnarnar er somuleiðis alt ov vánaligt. Tí fellir tað eisini tí brekaða í lut at vera bindilið ímillum teir al­ mennu stovnar, ið hann er bundin at. Eisini hetta kann vera ein sera møtimikil upp­ gáva. Peningaliga hjálpin, sum tey hvønn mánað fáa frá Almannastovuni, er ikki nóg høg til, at tey klára seg einsa­ møll. Fleiri noyðast tí at búgva inni hjá foreldrum ella aðrari familju. Hetta, at verða bundin av familjuni og ikki kunna klára seg sjálv­ an, ger, at fleiri teirra hava lágt sjálvsvirði og kenna, at tey útnytta familjuna. Tey kenna seg troytt og útbrend, og av tí sama hava tey lítið sosialt lív. Tey koma inn í eina ónda ringrás. Hóast tey vilja, so er sera torført hjá teimum at fáa arbeiði, ið er hóskandi til teirra skerda arbeiðsførleika. Ymsir trupulleikar kunnu vera, t.d siga summir arbeiðs­ gevarar seg ikki kunna taka ábyrgdina av, at hava ein fyritíðarpensjonist í arbeiði. Ein onnur orsøk er atkomu­ trupulleikar. Lønar­ og setanarviðurskifti hava eisini ein týðandi leiklut, tí tey vilja ikki bert hava eitt arbeiði fyri ein og hvønn prís. Fleiri teirra hava góðar útbúgvingar, sum tey frá degi til dags ikki kunnu nýta longur. Arbeiðið skal vera virðiligt og geva meining. Tað, at familjan spælir ein so týðandi leiklut í lívs­ góðskuni hjá fyritíðarpen­ sjónistunum, er ein greið ábending um, at tey verða slept uppá fjall av tí almenna. Føroysk eyðkenni Hóast fyritíðarpensjónistar­ nir eru ein rættiliga stórur samfelagsbólkur, so er hetta samstundir ein sera friðalig­ ur bólkur, ið ikki rópar hart um vantandi rættindi og keðilig livikor. Hugburðurin í Føroyum tykist vera tann, at tað er skomm ikki at arbeiða. Tí tosa flestu fyritíðarpensjón­ istar ógvuliga spakuliga um, at tey ikki arbeiða. Arbeiðið er seinastu árini vorðin alsamt størri partur av samleikanum hjá fólki, og ikki at hava arbeiði, er sum at mangla ein part av samleikanum. Kanningin vísti, at fleiri teirra hugsa at, “Eg havi einki arbeiði og tí eri eg einki”. Eitt annað føroyskt eyð­ kenni er tað, at man grenjar ikki. So hóast tey ikki fáa nóg mikið av peningi til at klára seg sjálvi, hóast flestu almennir bygningar hava trappur og eru illa atkomi­ ligir hjá fólki við breki, hóast eingir bústaðir eru til hendan bólk við serligum tørvi og hóast lítið og einki verður gjørt fyri at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin aftur, so siga tey einki. Tí tey vilja ikki grenja. Av tí sama eru flestu fólk ikki greið um støddina og álvarsemi á trupulleikunum hjá føroysku fyritíðarpensj onistunum. Hvat kann gerast Mbf og granskingardepilin vísa í arbeiðsritinum á nógv­ ar konkretar loysnir. Mánaðarliga gjaldið frá Almannastovuni má hækk­ ast, soleiðis, at stakir fyritíðarpensjónistar kunnu klára seg sjálvir. Samanbera vit kostnaðarstøðið, sum er í samfelagnum við gjaldið, tey fáa frá Almannastovuni, er í summum førum talan um fátækradømi. Tey, sum búgva í egnum húsum mugu fáa betri fíggj­ arliga hjálp til viðlíkahald av húsi og ogn. Harafturat mugu fleiri bústaðartilboð gerast til fólk við skerdum førleika. Sum er, er ein av avleiðing­ unum av at gerast fyri­ tíðarpensjonistur, at tú mást taka teg av arbeiðsmarknað­ inum. Mannagongdir mugu gerast, soleiðis, at tað fram­ haldandi verður møguligt at hava eitt tilknýti til arbeiðs­ marknaðin, hóast arbeiðs­ orkan er skerd. Tað almenna eigur at ganga á odda við hes­ um broytingum. Eisini kunnu fakfeløgini gera manna­ gongdir, sum tryggja limun­ um betri kor, tá teir gerast fyritíðarpensjónistar. Samfelagið eigur eisini at taka ábyrgdina frá familjuni. Samfelagið svevur í so máta, tí familjan tekur um endan, tá á stendur. Hetta er ikki nøktandi. Familjan at vera viður­ kend fyri tað arbeiði, ið hon ger og eigur at fáa tilboð, sum kunnu lætta um. Fyritíðarpensjonistar: Hava ikki nøktandi kor Á tíðindafundi í morgun var kanningarúrslitið lagt fram. Niðurstøðan var greið: fyritíðarpensjónistar í Føroyum hava ikki nøktandi kor Mynd: Jens Kristian Vang