hósdagur 13. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 177 - 13. september 2007
tíðindi
Hann er kendur
sum málvandamikil
framherji hjá HB
og á landsliðnum,
sum tíðindamaður,
samskiftisfólk og
seinastu tíðina sum
sjónvarpsvertur í
FSF-varpinum, Men
Uni Arge er eisini
inniligur sangskrivari
og sangari, nú er
fyrsta útgávan hjá
Una á trappunum
útgáva
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrrverandi málrevurin hjá
HB, Uni Arge hevur sein
astu tíðina arbeitt við síni
fyrstu egnu tónleikaútgávu.
Fløgan, ið verður tikin upp
og ljóðblandað í JakZac
Studio, verður væntandi í
handlunum í oktober.
Tilfarið á fløguni er
melodiskur fólkatónleikur
við einum sterkum ráka av
poppi og rokki, sigur Uni
Arge.
Á fløguni eru tilsamans
12 sangir, sum Uni sjálvur
hevur sett orð og løg til.
Teir snúgva seg m.a. um
kærleika, skilnað, friðsælu,
mótfalni, framfýsni, óvissu,
vegamót, veður og jantelóg.
Dentur er lagdur á, at tekstir
og tónleikur skulu sita,
svinga og røra, greiður Uni
frá. Upprunaliga hevði Uni
eini 30 løg at velja millum,
men í samstarvi við fram
leiðaran hevur Uni skorið
talið niður á hesi 12 løgini.
Ikki óroyndur á
tónleikapallinum
Hóast Uni er betri kendur
úr øðrum sambondum, so
sum málvandamikil fram
herji hjá HB og á lands
liðnum, sum tíðindamaður,
samskiftisfólk og seinastu
tíðina sum sjónvarpsvertur
í FSFvarpinum, so er Uni
ikki spildurnýggjur á tón
leikapallinum. Umframt at
vera framúr góður undir
haldari við gittaranum í
sosialum samanhangum, so
hevur hann fyrr gjørt sangir
við ymisk høvi. Á fløguni
“Síðsta skríggj” hjá Ráð
num fyri Ferðslutrygd frá
1997 gjørdi Uni allar 13
sangtekstirnar, og á HB
100fløguni frá 2004 gjørdi
hann orð og lag til tríggjar
sangir. Eisini havi Uni onk
untíð gjørt vísur til útvarps
sendingar.
Stundin var komin
Uni Arge greiður frá, at
hann helt stundina vera
komna at gera eina heila
fløgu í egnum navni.
Eg havi leingi ætlað
hetta, men fekk ongantíð
stundir, tá eg spældi fót
bólt.
Í fyrstu syftu er ætlanin
at geva fløguna út í Føroy
um, men kannað verður,
um marknaður er fyri tilfari
num í Íslandi. Um hetta vís
ir seg, er ætlanin eisini at
marknaðarføra og selja fløg
una har.
Eg spældi fótbólt í
Íslandi frá 1998 til 2000, so
onkur sambond havi eg
tann vegin, sigur Uni.
Royndir hjálparmenn
Fløgan er skapt í samstarvi
við eina aðra gamla fótbólts
hetju,
HB’aranum
og
NSÍ’aranum
Niclasi
Johannesen. Niclas, ið fyri
skjótt nógvum árum síðan
býtti gaggurnar um við gitt
aran er framleiðari á fløguni
og spælir eisini gittar. Løg
ini eru løgd til rættis av
Una, Niclasi og manninum
handan JakZac Studio Ják
upi Zachariassen Teir trígg
ir spæla eisini gittar á fløg
uni. Trummur og bass spæla
James Olsen og Jóhannus á
Rógvu Joensen.
Á myspace síðuni hjá
Una myspace.com/uniarge,
liggur nú eitt filmklipp, har
Uni bjóðar innar í upptøku
hølið, har hann saman við
Kristoffur Mørkøre er í ferð
við at ljóðblanda fløguna.
Uni spælir løg av fløguni
og greiður eitt sindur frá
um, hvussu fløgan er blivin
til.
Tutl hevur aðalfund
Plátufelagið Tutl hevur aðalfund í Miðlahúsinum
í Vágsbotni leygardagin 15. september kl. 16.00,
og tá verða limir felagsins, ið eru tey, ið hava
givið tónleik út á plátufelagnum kunnaðir um
ætlanirnar hjá felagnum, og ætlaninar eru stórar,
eitt nú er ætlanin at seta fýra fólk í starv, og virka
fyri at gera Tutl til ein leikara á altjóða
tónleikapallinum.
Vænta onga fólkapensjón
Nógvir danir vænta ikki, at tað almenna fer at rinda teimum
fólkapensjón, tá tey eina ferð røkka tí aldrinum. Ein
spurnarkanning vísir, at av teimum, sum nú eru millum 18 og 34
ár, eru tað bara fimm prosent, sum vænta at fáa fólkapensjón. Tey,
sum eru komin eitt sindur longri upp í árini, vænta harafturímóti
at fáa gagn av verandi skipan. 75 prosent av teimum, sum eru
farin um tey 56, vænta sær fólkapensjón, tá tey koma í tann
aldurin.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Ferðsluavmerking
Tekning
Boðast skal frá luttøku á t-post
adressu jno@lv.fo í seinasta lagi
14. september 2007. Tekningin er
bindandi. Vinarliga upplýsið
arbeiðspláss, navn, starvsheiti og
p-tal.
Kostnaður
Íroknað skeiðsgjaldið á kr. 6.000
er skeiðstilfar og matur.
Peningurin skal flytast á kontu nr.
9181-128.220.6 í Eik Banka.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi og havna mynd-
ugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir,
bygningar og tyrlupallar.
SKEIÐ
Eftir 1. januar 2008 skulu allir arbeiðstakarar/entreprenørar, SEV,
kommunur og onnur, ið arbeiða fyri Landsverk ella grava í ella við
landsveg hava prógv í ferðsluavmerking. Hetta verður eitt krav.
Landsverk skipar tí saman við Vejsektorens Efteruddannelse fyri skeiði í
ferðsluavmerking á Hotel Hafniu 1-2. oktober og aftur 3-4. oktober 2007.
Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.
Úr fótbóltinum á
tónleikapallin
Eftir, at Uni Arge
hevur lagt gaggurnar
á hyllina, hevur
hann fingið stundir
at arbeiða við
tónleikinum, og gera
dreymin um eina fløgu
undir egnum navni til
veruleika
Mynd: Jens Kr. Vang