Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 12. september 2007 27 tíðindi Knassar hevur gjørt skipanir, sum hava sæð út til at rigga væl. Skipanin til íløguspælið er einføld, og tí standi eg spyrjandi, nú hendan ikki fekst at rigga, sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing Íløguspæl Hilmar Simonsen - Handan loysnin var ikki haldbar, so vit royna at finna onkra aðra loysn. Tað sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing Bank, nú nógv umtalað íløguspælið, sum knapt 2000 brúkarar høvdu teknað seg til, er niðurlagt. Avtala varð gjørd við Knassar um at menna og forrita íløguspælið. Tá íløguspælið byrjaði, vísti tað seg skjótt, at tað var óstøðugt og ikki livdi upp til tey krøv, eitt slíkt spæl eigur at gera. Hetta harmar Kaupthing- stjóran almikið. - Vit hava brúkt tíð og orku upp á at seta nakað í gongd, sum ikki virkaði. Men eg meti ikki, at tað er okkara ábyrgd, sigur Peter Holm. Hann vísir á, at roynt varð at fáa spælið at koyra enn eina ferð, eftir at tað ikki virkaði sum tað skuldi fyrsta dagin. Men tá tað framhaldandi tóktist at vera óstøðugt, og framleiðarin ikki kundi veita trygd fyri, at tað fór at virka, so vildi Kaupthing ikki seta meiri upp á spæl. Men Peter Holm stendur spyrjandi yvir fyri, at Knassar ikki megnaðu at lyfta uppgávuna. - Teir hava gjørt skipanir, sum hava sæð út til at rigga væl. Hendan skipanin er einføld, og tí skilji eg ikki, hví teir ikki kundu fáa hetta at virka, sigur hann. Peter Holm kann í løtuni ikki siga, um ella nær íløguspælið verður sett í gongd aftur. - Vit fara at royna at byrja spælið av nýggjum við øðrum veitara, men nær hetta verður, kann eg einki siga um í løtuni. Peter Holm, stjóri í Kaupthing: Skipanin virkaði ikki Kaupthing vóru sjálvir testarar av produktinum og søgdu gott fyri tað tá, sigur ein heldur fáorðaður Rúni Petersen á Knassum. Hendingin hevur annars fingið ta avleiðing, at forritarin av íløguspælinum hevur fingið sekkin. - Eg skilji væl, at Kaupthing eru skuffaðir. Vit fáa einki burtur úr av at fara upp móti hvørjum øðrum. Eg noyðist at viðganga, at vit hava gjørt eitt produkt, ið ikki virkaði eftir ætlan. Tað sigur Rúni Petersen, sølu- og makrnaðarstjóri hjá KT-fyritøkuni Knassar, sum annars var fáorðaður, tá vit fingu orðið á hann. - Tað man vera eitt ár síðani, at vit fingu hesa uppgávuna. Vit høvdu ikki tann førleikan tá, sum vit hava í dag. Fyritøkan hevur ment seg ótrúliga nógv hetta árið, so høvdu vit fingið uppgávuna í dag, so hevði forritið helst koyrt á hægri støði, leggur hann afturat. Rúni Petersen sigur, at tað starvsfólkið, ið hevði ábyrgdina av forritanini av íløguspælinum, hevur mist starvið á Knassum. Hann heldur tó, at Kaupthing hevði kunnað gjørt vart við feilirnar, tí Kaupthing sjálvt hevur testað forritið. - Teir vóru testarar av produktinum og søgdu gott fyri tað, sigur Rúni Petersen. Hann heldur tó ikki, at henda einstaka hendingin fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri Knassar. - Vit hava á leið 120 kundar, sum eru stak væl nøgdur við arbeiðið hjá okkum, sigur hann. -hs Knassar: Forritarin fingið durafjórðingin Tað var ikki eiti á gestur, sum kom á Havnina í morgun, Norski fullriggarin Statsraad Lemkuhl hevur ikki færri enn tveir ferkilometrar av seglum, tá øll eru uppi Vitjan Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í morgun kom gamla nors- ka skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl á Havnina. Hetta er ein gamal kenningur sambært Torleivi Mikkelsen frá Tor Shipping, ið umboðar skipið. Hóast skipið enn onkuntíð ger túrar sum vanligt skúlaskip, so verður skipið í høvuðs- heitinum brúkt til leigutúrar. Eitt nú eru á hesum túrinum nakrir norskir háskúlar umframt privatfólk, ið hava keypt sær ein túr umborð. Skipið verður liggjandi eitt døgn í Havn. Í hesum sam- bandi verður skipað fyri útferðum í Føroyum. Manningin er sambært umboðsmanninum heldur blanda, her eru folk í nógv- um ymiskum aldrum og við ymiskum bakgrundum. Statsraad Lehmkuhl var tvær reisurnar í Føroyum í fjør og sambært umboðs- manninum eru yvirmenninir teir somu hesaferð. Skipið er bygt í Bremer- haven í 1914 og er 258 fót. Í teimum trimum mastru- num eru 22 segl, ið til- samans eru yvir tveir fer- kilometrar av segldúki. Skipið hevur umframt seglini maskinu, og hendan megnar at sigla 11 fjórð- ingar um tíman, men við seglum er mesta ferðin 17 fjórðingar um tíman. Skonnart vitjar Havnina Vakurt sá tað út, tá seglskipið kom á Havnina í morgun Mynd: Álvur Haraldsen