mikudagur 12. september 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 176 - 12. september 2007
Stutt Sagt
Prestar
fingu bók
Fleiri hundrað danskir
prestar fingu í gjár hvør
sítt eintak av einari stórari
bók, sum turkiski muslim
urin Adnan Otkar hevur
skrivað. Bókin, sum hevur
enska heitið "Atlas of
Creation", er ein roynd at
mótprógva
menningar
læruna
hjá
Charles
Darwin. At bókin bleiv
borin prestunum júst tann
11. september gjørdi, at
onkur
prestur
fór
til
løgregluna við bókini,
skrivar JydskeVestkysten.
Bókin sigst vera sera væl
umtókt
í
arabiskum
londum.
Ebola í
Kongo
Altjóða
heilsustovnurin
WHO váttar nú, at tann
herviliga sjúkan ebola er
farin at ganga í Demo
kratiska
Lýðveldinum
Kongo. Sum skilst hava
fleiri fólk har suðuri í
landinum fingið sjúkuna,
men WHO dugir ikki at
siga, um tey eru á lívi enn.
Sambært tí, sum WHO
hevur fingið at vita úr
Demokratiska
Lýðveld
inum Kongo, hava 300
fólk verið sjúk í Kasai
landspartinum har suðuri
í landinum, og minst 120
eru deyð teir seinastu
mánaðarnar. Tað er kortini
ikki vist, at øll eru deyð
av ebola, sigur heims
heilsustovnurin.
Uppsagnir
á DR
Í dag hava umleið 60
starvsfólk í Danmarks
Radio fingið at vita, at tey
hava mist ella fara at
missa arbeiðið. Uppsagn
irnar eru liður í sparingum,
sum hava verið neyðugar,
tí nýggju útvarps og
sjónvarpshúsini hjá DR
eru vorðin nógv dýrari
enn upprunaliga ætlað.
Hetta
er
tað
triðja
ummsagnarumfarið í ár,
og við uppsagnunum í
dag eru umleið 160 fólk
farin úr starvi í Danmarks
Radio. Í øðrum førum
fara fólk frá fyri aldur, og
fólk, sum arbeiða eftir
sáttmála, fáa ikki nýggjan
sáttmála, tá tann verandi
fer úr gildi.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg veit ikki, um kríggið í Irak hevur gjørt USA
tryggari. Tað havi eg ikki hugsað um
(David Petraeus, generalur)
útloND
Benadikt 16. pávi
hevur góðtikið, at
erkabiskupurin í
Zimbabwe, Pius
Ncube, fer frá
Hóast Pius Ncube er 60 ára
gamal, so er tað ikki aldurin,
sum hevur fingið hann at
biðja um at sleppa úr
biskupastarvinum, men har
afturímóti eitt mál um
ótrúskap.
Pius Ncube hevur í fleiri
ár verið sera atfinningar
samur ímóti stýrinum hjá
Robert Mugabe, forseta,
men í summar prentaðu
fleiri almenn bløð í Zim
babwe myndir, sum sam
bært bløðunum vístu Ncube
i songini saman við einari
giftari kvinnu.
Viðhaldsfólk hjá biskupi
num vísa tíðindunum aftur
og siga, at tey eru ikki
annað enn ein roynd hjá
stýrinum at fáa Ncube at
tiga. Hinir biskuparnir í
Zimbabwe hava fyrr styðjað
Pius Ncube og róst honum,
tí hann hevur torað at sett
seg upp ímóti Mugabe og
stýri hansara.
Óhepnar myndir fingu
Pius Ncube at leggja
frá sær
Bersøgin biskupur
leggur frá sær
Luciano Pavarotti
var ikki meiri enn
kølnaður, tá tey
avvarðandi fóru at
stríðast um arvin
Stríðið stendur millum tveir
partar. Í øðrum partinum
eru tær fýra døturnar hjá
sangaranum, og í hinum
partinum er seinna kona
hansara, Nicoletta. Hon er í
øðini um, at maður hennara
broytti testamenti sítt fyri
stuttum, soleiðis at døturnar
Lorenza, Cristina, Giuliana
og Alice fáa ein uppaftur
størri part av arvinum enn í
tí upprunaliga testamenti
num. Tríggjar tær fyrstu
døturnar fekk Pavarotti í
sínum fyrra hjúnarlagi, men
ta trý ára gomlu Alice fekk
hann saman við Nicolettu.
Vinfólk hjá Pavarotti
hjúnunum siga, at viður
skiftini
millum
hjúnini
bæði kølnaðu nógv teir
seinastu mánaðarnar, og tað
er helst orsøkin til, at
Pavarotti valdi at broyta
testamentið í summar.
Italskir fjølmiðlar vilja
vera við, at Luciano Pava
rotti átti pengar og virði fyri
einar 2,5 mia. krónur, nú
hann doyði. Millum annað
átti hann fleiri íbúðir í New
York og í Monte Carlo.
Luciano Pavarotti var múgvandi maður, og nú er stríð um arvin
Stríð um arvin eftir Pavarotti
Fyrrverandi sosial
demokratiski ráð
harrin í almanna
málum umsitur nú
aftur sama málsøki,
men nú sum ráðharri
hjá Vinstra
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri, fer ikki at
skriva út fólkatingsval enn
á sinni. Tað er greitt aftan á
broytingarnar í stjórnini í
dag.
Karen Jespersen, sum fór
úr
sosialdemokratiska
flokkinum upp í Vinstra,
skal umsita almannamál
fyri Evu Kjer Hansen, sum
yvirtekur
matvørumálini
frá Hans Christian Schmidt,
sum fer úr stjórnini og
væntandi verður formaður í
tingbólkinum hjá Vinstra.
Samstundis tekur konserva
tivi Jacob Axel Nielsen við
sum ráðharri í flutnings
málum eftir floksfelagan
Flemming Hansen, sum fer
aftur í Fólkatingið.
Politiskir eygleiðarar í
Keypmannahavn siga, at
Karen Jespersen fer avgjørt
at styrkja stjórnina, sam
stundis sum hon verður ein
sterkur
mótleikari
hjá
sínum fyrrverandi and
støðuflokki.
Karen Jespersen
aftur ráðharri
Karen Jespersen er 60 ára
gomul og útbúgvin søgu-
og fornfrøðingur
(Mynd: Polfoto)