hósdagur 13. september 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 177 - 13. september 2007
heilsanir
Hjartaliga tillukku við 30
ára degnum
30?? Segði nakar 30 ?? Nei
tað kann ikki passa... Ella
hvat?? Hvat halda tit?
Síggi eg virkiliga út til at
verða 30 ár??
Chokerað?? Ja hvør vildi
trúð tí, at hesin fitti beiggin
rundar tey 30 í dag.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
Heilsan vit her uppi
Nú góði, byrjar aldurin longu
at taka yvir. Hjartaliga tillukku
við tí runda degnum. Alt tað
besta í framtíðini.
Heilsan vit í Froðba
Allarbesti Pætur
Tillukku við 4 ára degnum 14. sept. Her ætlar tú tær
nokk at skora mál fyri Manchester.
Kærastu heilsur vit í Kinn
ilju síni í 1995 flýddi úr
Kroatia um Bosnia og inn í
Serbia,
áðrenn
familjan
kom til Íslands at búgva.
- Vit búðu í serbiskum
parti av Kroatia. Pápin var
serbi og mamman kroati.
Vanliga verða serbar róptir
ortodoksir og kroatar katol-
ikkar.
Zeljka sigur, at tá ið polit-
iska stríðið tók seg upp í
landspørtunum, sum áður
vóru partar av gamla Jugo-
slavia, var ikki tespiligt at
vera serbi í Kroatia.
Rikin burtur
- Kroatar, sum vildu hava
sjálvræði, vildu hava okkum
serbar út úr landinum. At
enda gjørdist støðan hættis-
lig hjá okkum, tí kroatar
gjørdu seg beinleiðis inn
okkum við skotvápnum,
granatum og bumbum.
Hon sigur, at tá ið flestu
serbisku familjurnar, sum
búðu um teirra leiðir, flýddu
úr Kroatia um morgunin –
ella vórðu dripin, kundu tey
ikki fara, tí pápi hennara
stríddist á hermótinum við
serbum ímóti kroatum.
- Dagin og náttina fyri, at
pápi kom heim aftur til
okkara, krógvaðu vit okkum
tað
mesta
av
einum
samdøgni undir eini betong
trappu í húsum okkara. Vit
kendu hitan og luktin frá
granatunum og bumbum,
sum fullu beint við hús
okkara. Vit hoyrdu hermenn
rópa og skrýggja.
Særdur pápi
Zeljka sigur, at tá ið pápin
umsíðir kom aftur, var hann
illa særdur av granat splint-
um, sum høvdu meiðslað
bæði bein, armar og høvur.
- Hann var illa særdur og
bløddi illa.
Hon sigur, at so skjótt
pápin var aftur komin, fóru
tey undir flýggjanina, sum
tilsamans vardi í 12 dagar
– gjøgnum skógarlendi í
Kroati, um Bosnia og inn í
Serbia.
- Á hesi ferðini stríddust
vit fyri lívinum, og vit
væntaðu nógvar ferðir, at
okkara seinasta løta var
komin. Vit møttu herfólki á
leiðini, men vit sóu ikki
mun á, um hesir vóru
kroatar ella serbar. At páp
var serbi, hjálpti okkum, tá
vit møttu serbum á vegnum
og tað eydnaðist okkum
eisini at sleppa undan
kroatunum við lívinum.
Zeljka sigur, at ymsa-
staðni á vegnum sluppu tey
upp í traktorar, og onkur
hevði mat, sum tey kunnu
fáa.
- Ein gomul kona, sum
búði í okkara grannalagi
var eisini í fylgi við okkum
og hon tók sær væl at pápa
mínum. Pápi royndi at
binda um sárini sum fræg-
ast, og á vegnum møttu vit
eisini
sjúkrasystir,
sum
hjálpti pápa við sárunum.
Til Íslands
Undir flýggjanini helt páp
Zeljku fyri, at um tey sluppu
við lívinum, skuldu tey
flyta til eitt land, sum hevur
kross í sínum flaggi.
- Vit búðu fyrst í flótta-
fólkalegu í Serbia og seinn
í húsum hjá niðurlendskum
fólki, sum vóru í Serbia og
hjálptu flóttarfólki.
Zeljka Krístín Klobucar
hevur nú búð í Íslandi
fleiri ár, og hon tosar væ
íslendskt. Hon hevur arbeitt
á Ørkini í hálvt triðja ár.
-
Nú
umstøðurnar
Kroatia eru broyttar, hava
vit vitjað aftur í barnaheim
okkara, sum vit framvegis
eiga og brúka sum summ-
arhús.
Upp í søguna um
Zeljku hoyrir eisini, at hon
seinni er gift kroata, sum
hon møtti á einum av teirra
vitjanum í heimlandinum.
- Pápi helt ikki nógv um
sjeikin í byrjanini, tí hann
er kroati, men vit eru ikk
rasistar, og í dag er alt
fínasta lagi, sigur Zeljka
Krístín Klobucar, sum undir
vitjanini
á
Vestnorden
Travel Mart er vorðin rætti-
liga hugtikin av Føroyum
og føroyingum, sum hon
sjálvsagt eisini kennir úr
Íslandi.
framhald av síðu 11